Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 180 - 19. september 2006 Andreas Djurhuus, Porkeri, vanliga nevndur Andreas undir Gjørðabrekku, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin 16. september, 86 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi týsdagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Porkeris Kirkju mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Andreas, kunnu lata Missiónshúsinum í Porkeri eina peningagávu, konta í peningastovnunum. Kristoffur Jensen fer til gravar úr Reerslev kirkju hósdagin 21. september kl. 13. Tey, ið vilja minnast Kristoffur kunnu lata eina peningagávu til Føroyafelag móti Krabbameini. Rúni Heinesen í Leirvík andaðist mánadagin 18. september, 40 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Sommer Højgaard, Rituvík, andaðist sunnudagin 17. september á Landssjúkrahúsinum, 82 ára gam­ al. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum miku­ kvøldið kl. 18 í Rituvíkar kirkju. Jarðarferðin verður hósdagin 21. september kl. 14 úr Ritu­víkar kirkju. Tey, íð vilja minnast Sommer, kunnu lata Rituvíkar kirkju eina gávu. Konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Jógvan á Lakjuni, lands­stýris­ maður í mentamálum, hevur í dag sett Andras Mortensen í starv sum landsantikvar. Andras Mortensen er 46 ára gamal og útbúgvin Cand.mag í søgu og latíni. Í 2001 vardi Andras Ph.D heitið frá Fróðskaparsetri Føroya fyri ritgerðina “Hin føroyski róðrarbáturin, sjó­ mentir føroyinga í eldri tíð”. Ritgerðin varð givin út í bók, og fyri hana varð hann heiðraður við virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Andras hevur starvast á Føroya Fornminnissavni síð­ani 1979. Fyrst sum hjálparfólk í lestrartíðini og síðani 1989 sum deildarleiðari á Fólkalívsdeildini á Forn­minn­ issavninum. Eitt tíðar­skeið var Andras gesta­gransk­ari við Stavanger Sjø­fartsmuseum og hevur síðani 2003 verið ad­jungeraður lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróð­ skaparsetri Føroya. Síðani 1. august 2005 hevur Andras Mortensen verið virkandi landsantikvarur. Andras tekur við starvinum 1. oktober í ár. Andras Mortensen settur sum landsantikvarur Listaskúlin á Sandi í Smiðjuni Fríggjadagin 22. sep. letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har víst verður próvtøkuverkætlan hjá Ninu A. Arge frá Arkitektaskúlanum í Århus. Verkætlanin var eitt skitsuuppskot til ein møguligan listaskúla á Sandi. Opið verður soleiðis: Fríggjadagin 22. sep: kl 16-19 Leygardagin 23. sep: kl 12-16 Sunnudagin 24. sep: kl 14-16 Mánadagin 25. sep: kl 16-19 Týsdagin 26. sep: kl 16-19 – Vit hava fleiri stuðlar úr Føroyum, og nú vilja vit feg­in hitta hesi, sigur Bjarke Skaan­ ing Petersen frá Folkekirkens Nød­ hjælp. Eitt av hansara arbeiðsøkjum eru end­ urný­tslu­handlarnir Neyðhjálp Snorri Brend Á kvøld verður kunnandi fundur hildin um arbeiðið sum hesin felagsskapurin ger kring allan heimin. Fundurin verður hildin í Miðlahúsinum í Vágsbotni, og har fer aðalskrivarin í felagsskapinum, Henrik Stubkjær at taka lut. Endamálið við ferð hans­ ara í Føroyum er fyrst og fremst at kunna um vítt­ fevnda arbeiðið teirra. Men ferðin hevur eisini eitt annað og meiri spennandi endamál: Ætlanin er at seta á stovn ein endurnýtsluhandil í Føroyum. Tey eru vitandi um at nógv­ ir føroyingar stuðla teimum, og nú er so vónin at hesi eisini eru áhugað í arbeiðinum við hesum handlinum. Meiri verður at frætta um hetta á fundinum í annað­ kvøld. Sum skilst hava tey funn­ ið egnað høli til ein slíkan handil. Tí kemur eitt fólk frá felagsskapinum við til Føroyar og sum hevur kunnleika um, hvussu ein innrættar ein slíkan handil. – Vónandi koma nógv fólk á kunnandi fundin, sigur Bjarke Skaaning Petersen. Fyrireika endurnýtsluhandil í Havn Havn: Í døgunum 21. til 24. september hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið ársfund sín. Hann verður hildin í missiónshúsinum við Landa­ vegin í Havn. Byrjað verður hóskvøldið 21. september við møti, har Leivur Nattestad talar og Elsa Jacobsen endar. Síðani verður hildið á fríggjadagin, tá eitt serstakt missiónsmøti verður, har trúboðarahjúnini Malan og Heri Kjærbo fara at greiða frá arbeiði teirra í afrikanska landinum Tanzania. Annars verða bíbliutímar, møtir, ungdómsmøti og fam­ ilju­møti á skránni hesar dag­ arnar. Seinasta møtið verður sunnudagin 24. september kl. 17. sb. Dagurin í morgin 20. september. Tobias. Til minnis um tann Tobias, sum apokrýfiska bók­in Tobits bók veit at siga frá. Navnið er he­brá­ iskt og merkir Guð er góð­ur. Fossá: 1. desember í ár er ætlanin at prosjekteringin av arbeiðinum við Fossá, sunnanfyri Haldórsvík skal verða liðug. Arbeiðið umfatar gerð av nýggjari brúgv um Fossá, ið liggur millum Langasand og Haldórsvík. Í sama viðfangi verður landsvegurin millum báðar bygdirnar umlagdur. Sambært tíðarætlanini so er prosjekteringin í gongd í løtuni. Síðani er ætlanin at arbeiðið skal bjóðast út komandi ár. sb. Nýggja brúgv og umleggja landsvegin Missiónsvinir hittast til ársfund