týsdagur 19. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 19. september 2006
15
tíðindi
Fríggjadagin 15. sep
tember var móttøka
hjá Postverki Føroya
á Óðinshædd í sam
bandi við at eitt av
starvsfólkunum,
Ingibjørg Jacobsen,
hevði 50 ára starvsdag.
Í hesum sambandi
fekk hon eisini silvur
medalju frá Drotn
ingini
Móttøka
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Tað eru ikki nógv fólk, sum
uppliva at kunna hátíðarhalda
sín 50 ára starvsdag, men
seinasta fríggjadag var ein
hugnalig løta í kantinuni á
høvuðsposthúsinum í Havn,
tá móttøka var fyri Ingibjørg
Jacobsen, sum hevur arbeitt
á posthúsinum í 50 ár. Har
vóru nógv fólk, bæði familja,
vinir og starvsfelagar.
Ingibjørg Jacobsen byrjaði
á posthúsinum í miðbýnum
í Havn 15. september 1956,
tá postverkið var danskt.
Postmeistari tá var Martin
Djurhuus. Allar avgerðir
vórðu tiknar niðri, og post
ur úr Danmark kom bert
annaðhvørt sunnukvøld.
Foreldrini hjá Ingibjørg
høvdu bæði sítt yrki innanfyri
post. Pápi Ingibjørg, Jákup
Olsen (Zahle), arbeiddi sum
postmaður, og var eisini
tiltikin sum bæði kunstnari og
sjónleikari. Mamma Ingibjørg
Birte Helene arbeiddi í fleiri
ár á Frímerkjadeildini.
Frá 1956 til postverkið
varð yvirtikið í 1976, arbeiddi
Ingibjørg sum kontórassist
entur og sat við kassan á
posthúsinum í miðbýnum, og
síðan yvittøkuna hevur hon
arbeitt mest við bókhaldi og
roknskapi.
Fyri langa og trúgva tæn
astu var Ingibjørg innstillað
til medalju frá Drotningini, og
tað var Knud Wacher, virkandi
postverksstjóri, sum handaði
Ingibjørg silvurmedaljuna.
Stjórin helt í hesum sambandi
røðu, har tað týðuliga kom til
sjóndar at Ingibjørg er sera
dugnalig og nógv avhildin.
Ingibjørg sjálv helt eisini
røðu og segði at tá ein hev
ur arbeitt í sama stað í 50
ár, hevur ein eisini upplivað
stórar broytingar. Samfelagið
og harvið teir ymsu stovnarnir
eru broyttir, til tess at fáa alt at
vera meira effektivt og at kasta
meiri av sær. Alt verður gjørt
upp í krónum og oyrum, kanska
bara í krónum. Tólini yvirtaka
fleiri og fleiri uppgávur, sum
fólk plagdu at taka sær av.
»Eg eri glað fyri at eg slapp
at gera mín lívsgerning her
eg helst vildi ”í míni deiligu
Havn” Eg havi kent meg
sum havnarfólk og Føroying,
men hetta er ikki nóg mikið
nú á døgum – í dag skulu
vit helst vera heimsborgarar
og hava allan hemin sum
arbeiðspláss.
Tá eg hugsi um, hvussu
eg fataði postverkið, áðrenn
eg sjálv fór at arbeiða her,
so var tað nakað við hugna,
hvør var líka so ofta sum jóla
maðurin og einglar myndaður
í jólabókum og á jólakortum?
Tað var postboðið, sum kom
við postinum, gávunum og
kærleiksbrøvunum, avgjørt
ikki við rokningum, tí tá í tíðini
høvdu handlar og virkir fólk,
sum gingu við rokningum«
segði Ingibjørg m.a. í síni
røðu.
Ingibjørg var gift Napo
leon Jacobsen, sála, sum
arbeiddi í Føroya Banka
í mong ár. Tey fingu trý
børn: Einar sum býr í Havn,
Jórun, sum býr á Kreta, og
Gunnvør sum býr í Havn.
Ommubørnini hjá Ingibjørg
eru 8 í tali.
Ingibjørg Jacobsen:
50 ára
starvsdag
og heiðurs
medalju
Ingibjørg Jacobsen og Knud Wacher, virkandi postverksstjóri
Henrik Thomsen handaði Ingibjørg gávu frá
Føroya Postfelag
Knud Wacher, virkandi postverksstjóri, og Sofus Clement
sen, sum tekur við starvinum sum postverkstjóri 1. okto
ber, saman við tveimum pensioneraðum starvsfeløgum
A.G. Nielsen (v.m.), og Mortan Rasmussen (h.m.)
Nógv fólk vóru komin saman í kantinuni hjá Postverkinum í sambandi við
móttøkuna
Ingibjørg saman við soninum Einari og dóttrini Gunnvør