Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 180 - 19. september 2006 útlond SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 – Sjálvandi frøir tað meg, at fólk hava so stórt álit á mær Margot Wallström Hóast Göran Persson ikki fer frá sum floksformaður fyrr enn í vár, er stríðið um formansstarvið longu byrjað. Tey flestu vilja hava eina kvinnu í starvið, men tær best umtóktu vilja ikki Valúrslitið sunnudagin var tað ringasta hjá svensku sosi­aldemokratunum í 85 ár, og tað tykist tí greitt, at flokkinum tørvar eitt ella annað serstakt fyri at koma fyri seg aftur. Eitt upp­skot kundi verið at velja eina kvinnu til formann, tí síðani flokkurin varð stovn­ að­ur fyri 117 árum síðani, hava bara menn sitið í for­ mansstarvinum. Tað eru eisini fleiri, sum tala fyri, at flokkurin eigur at velja sær eina kvinnu til formann, tá Göran Persson fer frá í vár. – Stundin er komin til at velja eina kvinnu í for­ mansstarvið. Megin­part­ur­ in av okkara veljarum eru kvinnur, og vit eiga at vísa teimum, at vit taka tær í álvara, sigur sosi­al­demokratiski ES- tinglimurin Ing­er Segelström við Afton­bladet. Wallström best egnað Flestu eygleiðarar eru á ein­um máli um, at tann best skikkaða kvinnan til for­mansstarvið í sosial­ demo­kratiska flokkinum er tann 51 ára gamla Marg­ot Wallström, sum er varaformaður í ES-nevndini. Hon hevur leingi verið um­rødd sum eftirmaður hjá Göran Persson, men síðani 1999 hevur hon hildið seg uttan fyri svenskan politikk, tí tey bæði sótu ikki so væl um sátt. Ein kanning hjá svensku bløðunum í gjár vísti, at tey flestu vilja hava Marg­ ot Wallström at taka við. Tað sama siga fleiri leið­ andi sosialdemokratar, men sjálv hevur hon fyrr víst hugskotinum frá sær. Spurn­ ingurin er, um hon broytir hugsan, nú Persson fer frá. – Tað frøir meg, at fólk hava so stórt álit á mær, segði Margot Wallström í gjár, men skundaði sær at leggja afturat, at sum er hevur hon bestan hugin at fullføra arbeiði sítt í ES- nevndini. Ikki í Ríkisdegnum – Margot verður floks­for­ maður, um hon vil, men eg eri ikki vísur í, at hon vil hava starvið, sigur ein ónevndur aðalstjórnarlimur við Svenska Dagbladet. Onnur halda, at hon hevur tann trupulleika, at hon sit­ ur ikki í Ríkisdegnum, og at flokkurin kann ikki hava ein leiðara, sum ikki er ting­ limur. Tað er tann 53 ára gamla Wanja Lundby-Wallin heldur ikki. Hon er formaður í fak­ liga landsfelagsskapinum og hevur verið nevnd sum kom­ andi floksformaður, men sambært Svenska Dagbladet ætlar hon sær ikki at stilla upp. Ein onnur kvinna verður nevnd. Tað er tann 49 ára gamla Mona Sahlin. Fyri tíggju árum síðani royndi hon at fáa formansstarvið, men tapti fyri Göran Pers­ son. Síðani hevur hon havt eina heldur baldruta tíð or­sakað av ymsum gølum, men tey seinastu árini hevur hon verið ráðharri og tykist hava fingið náði innanfloks. Kortini verður hon ikki hild­ in at hava sama umdømi í flokkinum sum fyri tíggju árum síðani. Aðrar kvinnur, sum verða nevndar, eru tann 42 ára gamla Carin Jamtin, sum er ráðharri í menningarmnálum, og tann 38 ára gamli sam­ ferðslumálaráðharrin Ulrica Messing. Tær hava tó neyvan tær neyðugu royndirnar til formansstarvið. Aftur ein maður? Skuldi tað hent, at Margot Wallström stendur við sítt, og at Mona Sahlin verður vrakað, kann tað væl henda, at maður kemur í mans stað. Tað er heldur einki at iv­ast í, at fleiri fara at bjóða seg fram at taka við eftir Persson í vár. Ein teirra er løgmálaráðharrin, tann 44 ára gamli Thomas Bodström. Men hann hevur tann veik­ leika, at hann er rættiliga nýggjur í flokkinum. Aðrir, sum verða nevnd­ ir, eru 43 ára gamli fíggjar­ málaráðharrin, Per Nuder, og tann 41 ára gamli vinnu­ málaráðharrin, Thomas Östros. Teir hava verið í flokk­inum leingi, men eru ikki so kendir almet. Kort­ ini verða teir mettir sum for­ mansevni. Tað skal vera ein kvinna Bráðnar ísurin norð­ an­fyri, soleiðis sum vísindafólk vænta, kann tað elva til stríð um, hvør skal hava ræðið í økinum, sum tá kemur undan kavi. Olja og gass kunnu verra undir hav­ botninum Farleiðin eystur og vestur ígjøgnum tað arktiska økið er vanliga so full av ísi, at tað er ikki siglandi har, men nú ísurin eftir øllum at døma minkar, eru reiðarar og onnur farin at hugsa um, hvussu nógv kann sparast í framtíðini við at sigla tann vegin. Tað skrivar Svenska Dagbladet. – Granskarar siga, at ís­urin hvørvur kanska longu í 2020 ella kanska í 2070, men skuldi tað hent, at hann hvørvur um eini 20 ár, ræður longu nú um at fyrireika seg til tær broyttu umstøðurnar, sigur hernaðarserfrøðingurin Robert Hucbert á lærda há­skúlanum í Calgary í Kan­ ada við blaðið. Tann stóri áhugin fyri øk­inum, sum kemur undan ís­inum, kemst ikki bara av, at vit fáa eina nýggja sigl­ ingarleið. Granskarar halda, at tað eru góðir møguleikar at finna olju og gass undir havbotninum har. Kanada og USA hava í áravís tingast um viður­skift­ ini í tí arktiska økinum, men higartil eru tey bara vorðin samd um at vera ósamd. Kan­ ada hevur alla tíðina hildið uppá, at tað opna havið norð­ an­fyri meg­inlandið verður kan­adiskt hav­øki, meðan skift­andi am­erikanskar stjórn­ir hava havt ta áskoðan, at hav­leiðin verður altjóða sig­lingarleið. Tað sama siga Russland og ES. Kanadiski forsætis­ráð­harr­ in, Stephen Harper, hevur fleiri ferðir sagt, at Kanada eigur at økja sítt hernaðarliga virk­semið norðanfyri, men hig­artil hevur stjórnin ikki havt teir neyðugu pengarnar til tess. – Vit hava ikki tað góða eftirlitið, og okkara ísbrót­ar­ ar eru gamlir, sigur Robert Hucbert við Svenska Dag­ bladet. Granskarar ivast ikki í, at ísurin fer at bráðna, men teir vita ikki nær, og hvussu. Teir flestu halda, at tey fyrstu árini fara stór ísfjøll at reka á havinum, soleiðis at farleiðin ikki verður egnað til sigling fyribils. Í fjør vóru annars 100 ár, síðani Roald Amund­sen sum tann fyrsti sigldi við skipi ígjøgnum Útnyrð­ings­ leiðina. Tað verður stríð um Útnyrðingsleiðina Margot Wallström verður helst formaður í sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki - um hon vil