týsdagur 19. september 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 180 - 19. september 2006 ]
Talan var um sera
tætta kapping hjá
pinkunum, har
trý feløg høvdu
møguleika at gerast
meistarar, tá ið tað
varð farið undir
síðsta umfarið
Pinkur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin varð seinna
finaluumfarið í yngstu
gentudeildini,
pinkum,
spælt í Gøtu. Í hesi deild
spæla gentur, sum eru upp
til 10 ára aldur.
Hóast hetta er tíðliga at
byrja at kappast um gull og
FM, so verður á hvørjum
ári hildin ein kapping fyri
hesar gentur, og áhugin er
stórur.
Í ár var kappingin sera
tøtt, og trý lið lógu fram
við til tað seinasta at vinna
FM-heitið.
Eftir
fyrra
finaluumfarið, sum var í
Havn, lá GÍ fremst, men
bæði B36 og KÍ vóru beint
í hølunu m.
Stórur spenningur
Talan var um eisini sera
tætta kapping í seinna
finaluumfarinum. Áðrenn
tað varð farið undir teir
báðar síðstu dystirnar, var
møguleiki fyri, at GÍ, KÍ og
B36 kundu vinna FM.
GÍ og KÍ spældu í síðsta
umfarinum ímóti hvørjum
øðrum. Undan dystinum
var greitt, at vinnarin av
hesum dystinum fór at
vinna FM. Dysturin endaði
1-1, og tá ið B36 so vann
2-0 á VB/Sumba, vóru tað
tær úr B36, sum struku við
gullinum.
GÍ og KÍ endaðu eitt stig
aftanfyri B36. Málmunurin
var tann sami, og í endaligu
støðuni hevur KÍ skorað
fleiri mál enn GÍ. Men GÍ
vann silvur og KÍ bronsu.
Tað komst av, at GÍ var betri
í innanhýsis uppgerðunum.
Leygardagin var úrslitið í
Gøtu 1-1, men í Gundadali
vann GÍ 3-2 ímóti KÍ.
Pinkur
Fyrra finaluumfar í Havn:
B36-KÍ 0-0
GÍ-VB/Sumba 0-2
GÍ-B36 0-0
VB/Sumba-KÍ 0-1
B36-VB/Sumba 2-0
KÍ-GÍ 2-3
Seinna finaluumfar í Gøtu:
KÍ-B36 1-1
GÍ-VB/Sumba 2-0
KÍ-VB/Sumba 2-1
GÍ-B36 0-0
KÍ-GÍ 1-1
B36-VB/Sumba 2-0
Pinkur - endaliga støða
1. B36
6
2-4-0
4-1 10
2. GÍ
6
2-3-1
6-5
9
3. KÍ
6
2-3-1
7-6
9
4. VB/S
6
1-0-5
3-8
3
B36 streyk við gullinum
Pinkur
B36 er føroyameistari hjá
pinkum. Aftan frá vinstru:
Høgni Eysturoy, venjari,
Bjørk Eyðfinnsdóttir, Hilda
Poulsen, Kristina Clementsen,
Brynhild Haraldsen og Súni
Johannesen, venjari.
Framman frá vinstru:
Guðrun Gullfoss, Silja
Eyðfinnsdóttur, Gunn
Persson, Fríhild M. Jacobsen,
Brynja Høj, Lilja Mohr og
Bára Persson
GÍ vann silvur hjá pinkum. Aftan frá vinstru: Magni Jarnskor, venjari, Annika
Justinussen, Hansa Heinadóttur, Sigrun T. Magnussen, Milja Joensen, Tamara Jacobsen,
Yeru Johannes, Elsbet K. Olsen, Kára Jarnskor og Bjørg Jarnskor, venjari.
Framman frá vinstru: Beinta Fagraklett, Jóna Maria Thomsen, Døgg Tyril, Jacoba
Svennsdóttur, Malena Hansen, Jensa Olsen, Jensia Klæmintsdóttur og Bjørt Holm
KÍ vann bronsu hjá pinkum. Aftan frá
vinstru: Elsbet Klakstein, Olga F. Olsen,
venjari, Ása Klein Olsen, Ásla Johannesen,
Helena Jakobsen, Karina Andreasen og
Herdis Maria Anthoniussen.
Framman frá vinstru: Bjørg Elttør, Nikki
Albes, Valborg Vang, Hervør Olsen, Lisa
Joensen og Ásla Vilhelmsen.