týsdagur 19. september 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 180 - 19. september 2006 ]
Kappingin hjá
gentum 10-12 á
Argjum var sera tøtt,
og liðini tóku stig
frá hvørjum øðrum,
áðrenn tað var greitt,
at KÍ hevði vunnið
FM-heitið
Gentur 10-12
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
10-12 ára gomlu KÍ gent
urnar høvdu gullkrónur um
hálsin, tá ið tær seinnapartin
leygardagin rullaðu út úr
undirsjóvartunnla munn
anum
við
Borðoyavík.
Tær komu av Argjum, har
seinna FM endaumfarið
hevði verið.
Talan var um sera tætta
kapping, har liðini so at
siga skiftust um at taka stig
frá hvørjum øðrum, áðrenn
tað var greitt, at KÍ hevði
drigið longsta stráið.
Kappingin hjá gentum
10-12 var tøtt og spennandi.
Í hálvfinalubólkunum vóru
KÍ og AB fremst í eina
bólkinum, og í hinum
bólkinum vann B36 greitt
framman fyri ÍF. B36 stóð
seg ikki so væl í finalu
umfarinum, ti tær dragnaðu
beinanvegin, og hini trý lið
ini kappuðust um at gerast
føroyameistarar.
ÍF bjóðaði av
Eftir fyrra finaluumfarið,
sum varð spælt í Klaksvík,
lógu KÍ og AB fremst við
sjey stigum. ÍF hevði trý
stig, meðan B36 einki stig
fekk.
KÍ og AB vóru tí favoritt
ar undan seinna finalu
umfarinum, men ÍF stóð
seg sera væl á Argjum og
blandaði seg upp í gull
stríðið.
ÍF legði fyri at vinna 2-
0 á KÍ, og tað átti at havt
givið AB stóran fyrimun,
men AB megnaði bara 0-0
móti B36 í fyrsta dystinum,
og so var kappingin púra
jøvn.
Innanhýsis
dysturin
millum AB og KÍ endaði
málleysur. Og tá ið ÍF
hevði vunnið 1-0 á B36,
var møguleiki fyri trimum
meistarum undan síðsta
umfarinum.
Úrslitið
millum
ÍF
og AB varð 1-1, og so
gjørdist KÍ meistari, eftir
at klaksvíksgentur høvdu
vunnið 3-1 á B36.
Fleiri
av
gentunum,
sum spæla á KÍ-liðnum,
hava undanfarin ár vunnu
pinkudeildina. Onkur av
spælarunum hevur verið
meistari fýra ár á rað, so
tað var langt frá fyrstu ferð,
at hesar gentur fingu gull
merki hongd um hálsin
leygardagin.
Gentur 10-12
Fyrra finaluumfar í Klaksvík:
KÍ-ÍF 3-1
AB-B36 2-0
KÍ-AB 2-2
ÍF-B36 2-1
AB-ÍF 2-0
B36-KÍ 1-3
Seinna finaluumfar á Argjum
KÍ-ÍF 0-2
AB-B36 0-0
KÍ-AB 0-0
ÍF-B36 1-0
KÍ-B36 3-1
ÍF-AB 1-1
Gentur 10-12 - endaliga støðan
1. KÍ
6
3-2-1
11-7
11
2. AB
6
2-4-0
7-3
10
3. ÍF
6
3-1-2
7-7
10
4. B36
6
0-1-5
3-11
1
KÍ vann tætta gullstríðið
Gentur 10-12
KÍ gentur 10-12 eru
føroyameistarar. Aftan frá
vinstru: Bára S. Klakstein,
venjari, Anna Jakobsen, Mina
Sirdal, Maria K. Thomsen,
Gudrun Olsen, Betty Vitalis,
Lydia Marsten og Tove
Sólheyg, venjari.
Framman frá vinstru: Judith
Ellingsgaard, Gunnrið
Joensen, Sigrun Sirdal,
Monica Biskopstø, Eyðvør
Klakstein, Tina Joensen og
Katrin Absalonsen
Myndir: Álvur Haraldsen
AB gentur 10-12 vunnu silvur. Aftan frá vinstru: Katrin Hansen Andersen, venjari, Gerda
Heldarskarð, Solveig Arge, Elsa Splidt Jacobsen, Hjørdis Kristiansdóttir, Kristvør Anderasen og
Elin Sjúrðadóttir Holm, venjari.
Framman frá vinstru: Ásleyg Súnadóttir, Rósa Maria Rasmussen, Anna Brimnes, Vár Ákadóttir
Poulsen, Barba Ákadóttir Poulsen, Sunnvá Dahl Rasmussen.
Framst: Rannvá Arnadóttir.
ÍF gentur 10-12 vunnu bronsu. Aftan frá vinstru: Johannes Hansen, venjari, Durita Hansen,
Beinta Mohr, Annika Petersen, Elin Larsen, Eyðrið Hansen, Helena Olsen og Vár Næs.
Framman frá vinstru: Durita Olsen, Helena Kjeld, Jónfríð Hansen, Durita Róin, Marta
Thomsen og Ragna í Lambanum.