týsdagur 19. september 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 180 - 19. september 2006 ]
Smágenturnar hjá
HB hevur í ár vunnið
greipuna, men í
landskappingini
bleiv alt avgørt í
einum síðsta dysti
millum HB og KÍ, har
vinnarin vann FM.
Smágentur
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Smágentuliðið
hjá
HB
hevur í ár vunnið greipuna.
Alt byrjaði í summar, tá tær
spældu seg í steypafinaluna,
har tær skuldu møta einum
av argasta kappingarneyt
unum, VB/Sumba. Her
gjørdi HB bart og vann heili
7-0! Hetta gjørdist byrjanin
til eitt flott kappingarár hjá
HB.
Annika
Hansen
hev
ur verið venjari hjá smá
gentunum. Hon sigur, at
tær hava havt eitt heilt
ótrúliga gott kappingarár,
og at genturnar hava verið
raskar at møtt upp, bæði til
venjing og dystir.
– Vit hava vant tvær ferðir
um vikuna, og genturnar
hava verið sera raskar at
møtt upp. Um tær ikki hava
kunnað vant, so hava tær
altíð boðað frá í góðari
tíð, og tað hevur havt
stóran týdning fyri okkum.
Foreldrini hava eisini gjørt
eitt gott arbeiði við at
koyra genturnar til dyst og
venjing og við at bakka tær
upp gjøgnum kappingina,
og tað hava vit vera sera
glað fyri, sigur hon.
Hørð kapping við KÍ
Landskappingin hjá smá
gentunum hevur verið skipað
sum vikuskiftiskappingar,
har genturnar hava spælt
tveir ella tríggjar dystir
ímóti øðrum liðum hvørt
vikuskifti. Áðrenn síðstu
kapping stóð púra á jøvnum
ímillum HBa og KÍa, og tí
var klárt, at síðsti dysturin
millum hesi bæði liðini
fór at vera avgerandi fyri,
hvørt teirra fór at vinna
FM-heitið.
Hesi bæði liðini skuldu
tó leika tveir dystir hetta
vikuskiftið, og tað kundi
hent seg, at annað teirra
snávaði móti onkrum av
hinum liðunum. Men so var
ikki. KÍ og HB vunnu teirra
fyrsta dyst, og so skuldi ein
avgerandi dystur til fyri at
finna føroyameistaran.
Aftur hesaferð gjørdi HB
bart, og vunnu tær heili
5-1 á gentunum úr KÍ.
Sostatt var greipan komin
í hús, og stórur rómur og
smágentunum
hjá
HB.
Annika sigur, at viljin og
hugurin
hjá
gentunum
hevur gjørt, at tær hava
rokkið so langt.
– Genturnar hava dámt
sera væl at spælt, og tá
vit hava eitt gott A-lið og
eitt gott B-lið, so hevur
tað verið ótrúliga stuttligt
at verið venjari hjá hesum
liðunum. Genturnar eiga
stórt rós uppiborið fyri
viljan og hugin, sum tær
hava víst gjøgnum árið.
Smágentur
HB-gentur
vunnu
greipuna
HB er føroyameistari hjá smágentum. Aftan frá vinstru: Birita Mortansdóttir, Inga Remmel, Esther M. Petersen, Tórhild Holm,
Barbara Mortansdóttir, Judith J. Eysturoy, Annika H. Nemvig, Helga Lervig og Annika Hansen, venjari
Framman frá vinstru: Annika Mortensen, Jórun Reginsdóttir, Gunn Mohr Hentze, Bára Hansen, Elin Jacobsen, Sissal
Høgnadóttir, Kára B. Jakobsen og Andrea Joensen.
Mynd: Jens Kr. Vang
KÍ smágentur vunnu silvur. Aftan frá vinstru: Maria Andreasen, Sofía Purkhús, Sølvá
Andreasen, Ása K. Thomsen, Rúna Bjartalíð, Una Joensen og Kári Purkhús, venjari
Framman frá vinstru: Svanna Eliasen, Lena Viðbjørg, Louisa Østerø, Jastrið Sivertsen.
Fremst: Ella Petersen.
Mynd: Jens Kr. Vang
HB smágenturnar vunnu báðar dystirnar í seinasta umfarinum leygardagin. Fyrri dysturin var
ímóti LÍF.
Mynd: Jens Kr. Vang
Smágentur
FM-bólkur - støðan
1. HB
14
13-0-1
51-7
39
2. KÍ
14
12-0-2
48-10
36
3. VB/S
14
9-1-4
13-18
28
4. AB
14
6-1-7
17-22
19
5. Skála
13
5-2-6
19-18
17
6. NSÍ
14
5-1-8
12-27
16
7. LÍF
14
2-1-11
6-64
7
8. SÌF
13
0-0-13
0-0
0