Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 180 - 19. september 2006 ] Argjagentur fingu bæði í posa og sekk hjá gentum 14-17 ár. Tær vunnu bæði steypakapping og landskapping, og tær lótu lítlan iva verða um, at tær vóru sterkasta gentuliðið í ár Gentur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo AB gjørdi bart hjá gentum 14-17 og vann alt, sum var at vinna. Tað var tó í harðari kapping við NSÍ og Skála, at føroyameistaraheitið kom í hús. Venjarin hjá AB, Lennart Petersen sigur, at tað var stuttligt at vinna greipuna, men at tað til tíðir leikaði hart á hjá ungu AB- gentunum. - Landskappingin var jøvn, og tað var alla tíðina hørð kapping millum okk­ um, NSÍ og Skála. At enda haldi eg, at vit vunnu nokk so trygt, men dystirnir móti NSÍ og Skála vóru altíð javnir og spennandi, og teir gjørdu kappingini harða fyri okkara gentur. Hann sigur víðari, at genturnar hava vant hart, og nógvar av teimum hava eisini vant við besta liðnum, sum júst hevur fingið eitt triðja pláss í bestu deildini, og hetta heldur hann vera eina av orsøkunum til, at AB hevur fingið so gott úrslit. - Gentur 14-17 hava vant tríggjar ferðir um vikuna, og uppmøtingin hevur verið sera góð. Harafturat eru fleiri av gentunum, sum mynda 1.deildarhópin hjá kvinnuliðnum, og hetta hevur ment tær. Merkisverd steypakapping AB lat sær tó ikki bert noyða við at vinna lands­kapp­ ingina. Í steypakappingini skuldu tær møta Skála, sum var ein av argastu kappingarneytunum í lands­ kappingini. Hesin dysturin bleiv tó av ongum, tí at Skála fekk ikki mannað liðið til dystin, og tískil vann AB steypakappingina, uttan somikið sum at fáa sveittan á pannuna. AB gjørdist sostatt greipu­ vinnari hjá gentum 14-17 ár, og venjarin heldur, at hetta liðið hevur eina sera góða framtíð. - Fleiri av hesum ungu leikarum hava verið við á besta kvinnuliðnum, sum fekk eitt triðja pláss í lands­ kappingini, so tað er einki ivamál, at kvinnufótbólturin á Argjum hevur eina góða framtíð. Um hesir leikarar halda áfram, so kann AB ivaleyst koma longur upp í framtíðini. Gentur FM-bólkur – endaliga støðan 1. AB 6 4-2-0 11-5 14 2. NSÍ 6 3-1-2 23-13 10 3. Skála 6 3-1-2 15-6 10 4. VB/S 6 0-0-6 3-28 0 U19 kvinnurnar fara til Svøríkis FSF sendir í ár U19 landslið við kvinnum til Svøríkis at taka lut í EM-undankapping. Kappingin verður hild­ in í Kristianstad í døg­ unum frá 24 september til 2. oktober, og um­framt Føroyar verða eisini Svøríki, Frakland og Kasakhstan við í kapp­ingini. Álvur Hansen er venjari hjá U19 kvinnunum, og hann hevur tikið hes­­ar spælarar út til kapp­­ing­ina: Simona Heine­­sen, Rann­vá Poul­ sen, Hellen Harald­sen AB, Sarah Ann Thom­ sen, Unn­ur Danielsen, Rúna Høj­gaard B36, Rak­ul Magnussen, Frida Gregersen, Rudi Zachariassen EB/ Streymur, Hanna Isak­ sen, Jacoba Langgaard GÍ, Bjørg B. Syderbø HB, Sigrid Petersen, Heidi Sevdal NSÍ, Rutt Thomassen, Kristina S. Joensen SÍ, Monika Samuelsen VB, Olga Kristina Hansen Oure. Ferðalagið fer úr Før­ oyum sunnudagin, og í næstu viku verða dyst­ir­ nir ímóti Svøríki, Frak­ landi og Kasakhstan spældir í Kristianstad. Mánadagin 2. oktober kemur landsliðið heim­ aftur. U19 menninir eisini til Svøríki Í døgunum frá 4. til 12. oktober fer U19 lands­ liðið við monn­um at spæla EM-undankapping í Ljunbgy í Svøríki. Spælt verður ímóti Pólandi, Svøríki og Íslandi. Landsliðsvenjararnir Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava tikið hesar spælarar út til kappingina: Rógvi Ryggshamar LÍF, Pætur T. Jørgensen, Ólavur í Ólavsstovu, Niclas H. Eysturoy, Torkil Kollsker HB, Einar Hansen, Bogi A Løkin, Øssur Dalbúð, Pól Jóhannus Justinussen NSÍ, Sam Jacobsen GÍ, Jóhan Davidsen, Levi Hansen SKÁLA, Kristoffur Jakobsen KÍ, Johan Ellingsgaard, John Hansen B36, Trygvi Ask­ham FS Vágar ’04, Christian R. Mouritsen Manchester City, Odmar Færø Keith FC. Ferðalagið fer úr Føroy­ um tann 4. oktober og verður heima aftur tann 12. oktober. Gentur AB vann alt AB er føroyameistari í gentudeildini. Aftan frá vinstru: Lennart Petersen, venjari, Rakul Jógvansdóttir, Mona Breckman, Valgerð Andresen, Bjørt Miðberg, Sára Zachariassen, Lisa í Liða, Rannvá Grey, Teresa Petersen og Elin Holm. Framman frá vinstru: Katarina Mouritsen, Vanja Olivarsdóttir, Simona Heinesen, Sharol Zachariassen og Lilja Dahl. Olga Kristina Hansen og Gunnhild Bjørk vanta á myndini. Mynd: www.ab.fo NSÍ vann silvur í gentudeildini. Aftan frá vinstru: Egil Olsen, liðleiðari, Unn Hansen, Eir Hansen, Lív Olsen, Annika Petersen, Ljubinka Koncar, Kirstin Gaardbo og Aksel Højgaard venjari. Framman frá vinstru; Herborg Petersen, Ami Streymoy, Hansa Hansen, Estrid Jensen, Elly Jóanesarson og Heidi Sevdal, liðformaður. Á myndini vanta Lydia Isaksen, Helga Johannesen og Poula Lassen, umframt at Jakoba Sevdal, Hansina Joensen og Vár Olsen, sum spæla við gentum 12-14 ár, eisini hava spælt við onkran dyst. Mynd: www.nsi.fo