týsdagur 19. september 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 180 - 19. september 2006 ]
Tá ið B68 smápilt
arnir leygardagin
tryggjaðu sær FM,
var tað fyrsta ferðin
nakrantíð, at eitt
dreingjalið hjá B68
gjørdist meistari
SMÁPILTAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Smápiltarnir
á
Toftum
skrivaðu søgu leygardagin.
Eftir fyrra FM finaluum
farið í Klaksvík næstsíðsta
leygardag vóru teir á
odda, og í seinna finalu
umfarinum, sum var í Vági
síðsta leygardag, vunnu
B68 smápiltarnir aftur allar
dystirnar. Harvið vóru teir
føroyameistarar við fullum
stigatali.
Foreldrini vóru saman
við smápiltunum í Vági, og
tá ið ferðalagið kom aftur á
Svangaskarð leygarkvøldið
vóru omanfyri hálvt annað
hundrað fólk komin sam
an at fagna yngstu føroya
meistarunum av øllum í
dreingjadeildunum.
At
B68
smápiltarnir
skrivaðu søgu komst av,
at hetta var fyrsta ferðin
nakrantíð, at eitt dreingjalið
hjá Tofta Ítróttarfelag varð
meistari. Besta B68 liðið
hevur verið meistari tríggjar
ferðir, og gentur 14-17 ár
hava bæði verið meistarar
og steypavinnarar. Men
inntil í ár hevði tað ongantíð
eydnast dreingjum á Toftum
at vinna FM.
Onkra ferðirnar hevur
verið tætt við. B68 luttók
fyrstu ferð í dreingjadeildini
í 1972. Árið eftir taptu
piltarnir finaluna móti HB,
og aðrar ferðir hevur aftur
verið tætt við.
Góður árgangur
Edmund Jacobsen, fyrr
verandi verjukempa og fleir
faldur meistari við B68,
hevur verið venjari hjá B68
smápiltunum. Fyri fimm
árum síðani var tætt við,
at hann og dreingirnir, sum
hann vandi, vunnu FM,
men teir endaðu á fjórða
plássi.
- Eg tordi ikki at gleða
meg ov tíðliga. Okkara
dreingir høvdu fult stigatal
eftir fyrra finaluumfarið í
Klaksvík. Í fyrsta dystinum
í Vági stóð nógv á. HB var
á odda 1-0 og 2-1, og tað
var ikki fyrrenn í síðsta
minutti, at vit skoraðu
sigursmálið. Tá ið vit so
frættu, at VB/Sumba, sum
eftir fyrra umfarið í Klaks
vík var næstfremst, hevði
tapt 1-0 móti KÍ, so var eg
vísur í, at tað fór at eydnast,
sigur Edmund Jacobsen við
heimasíðuna hjá B68, b68.
fo.
Talan
er
um
góðan
árgang á Toftum. Eisini
b liðið vann sín økisbólk,
men tað liðið helt ikki fram
í FM bólkinum, tí reglurnar
áseta, at hvørt felagið bara
skal vera umboðað av ein
um liði.
Hóast tað ikki hilnaðist
so væl hjá VB/Sumba á
heimavølli, sum tað gjørdi
í Klaksvík, so endaðu
suðuroyingarnir á silvur
plássinum. Stóru feløgini
– HB og KÍ – tóku sær av
triðja og fjórða plássinum.
B68 bíðaði í 34 ár
Smápiltar
Smápiltar
Fyrra finaluumfar í Klaksvík
B68-HB 3-2
KÍ-VB/Sumba 1-3
B68-KÍ 1-0
HB-VB/Sumba 1-4
KÍ-HB 0-2
VB/Sumba-B68 0-4
Seinna finaluumfar í Vági
VB/Sumba-KÍ 0-1
HB-B68 2-3
KÍ-B68 0-2
VB/Sumba-HB 2-1
B68-VB/Sumba 1-0
HB-KÍ 4-0
Smápiltar – endaliga støðan
1. B68
6
6-0-0
14-4
18
2. VB/S
6
3-0-3
9-9
9
3. HB
6
2-0-4
10-10
6
4. KÍ
6
1-0-5
2-12
3
B68 smápiltar eru føroyameistarar 2006. Aftan frá vinstru: Edmund Jacobsen, venjari, Marius Johansen, Hákun Jacobsen, liðformaður, Ari
Johannesen, Johannus Hansen, Fríði Mohr Jacobsen, Leivur Højgaard, Johan Tausen. Framman frá vinstru: Jan Benjaminsen, Kári Fossdalsá, Dávur
Hansen, Michal Aszybylski og Esmar Clementsen
VB vann silvur. Aftan frá vinstru: Simon Larsen, Dánjal Godtfred, Martin Erlingsson, Salmund
Bech, Ari Poulsen og Bogi Mortensen, venjari.
Framman frá vinstru: Búi Egilsson, Tóki Mortensen, Eyðbjørn Joensen, Teitur Mortensen og Eiler
Brattalíð
HB vann bronsu. Aftan frá vinstru: Jan Múller, venjari.
Undir liðini á honum hevur dóttir hansara, Gurið, stungið
høvdið fram ímillum, men hon spældi ikki við. Annars eru tað
Tór av Skarði, Martin Justinussen, Julian Thomsen, Ragnar
Rasmussen og Símun N. Samuelsen.
Framman frá vinstru: Jónas Djurhuus, Niklas Fríði Jacobsen,
Djóni Joensen, Rasmus Múller, Pætur Thomsen og Kristian
Martin Joensen, venjari. Fremst liggur Arni Jóanesarson.
KÍ gjørdist nummar 4. Aftan frá vinstru: Eyðun Jacobsen,
venjari, Hans Berg Hansen, Kristian Martin Rasmussen,
Gunnar Stakksá, Jákup Petersen, Steffan Poulsen og Jóan Pauli
Jacobsen, venjari.
Framman frá vinstru: Tummas Eli Jacobsen, Ári Olsen, Jóanes
Bjartalíð, Rógvi Jacobsen og Steinbjørn Olsen. Tveir mangla á
myndini og teir eru Ólavur Jacobsen og Osvald á Marknagil