týsdagur 19. september 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 180 - 19. september 2006 ]
Hjá piltum, smá
dreingjum og dreingj
um verður í hesum
døgum kappast av
lívsins kreftum,
og í øllum trimum
deildum hava lið nú
vunnið sær góðan
fyrimun undan
seinastu umførunum
Dreingjakappingar
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kappingarnar hjá piltum,
smádreingjum og dreingjum
eru ikki lidnar enn. Seinasta
umfar hjá piltum verður um
vikuskiftið, og smádreingir
og dreingir hava tvey
vikuskiftið eftir at spæla í.
Í øllum trimum deildum
hevur verið kappast av
lívsins kreftum seinastu
vikurnar, og týðandi og
avgerandi dystir hava verið
á skránni.
Í piltadeildini er tað
longu
undan
seinasta
umfarinum greitt, at HBa
verður føroyameistari. Hjá
smádreingjum liggur KÍ
best fyri, og hjá dreingjum
er VB/TB á odda undan
seinastu umførunum.
Piltar
Piltadeildin í ár er skipað
øðrvísi enn undanfarin ár.
Kappingarnevndin hjá FSF
gjørdi í vetur av, at piltar
frameftir bert skulu spæla
á hálvum vølli. Undanfarin
ár hevur verið spælt bæði
á hálvum og heilum vølli,
men tað var mett ov tíðliga
fyri 10 til 12 ára gamlar
dreingir at fara á heilan vøll
at spæla.
Á hálvum vølli eru færri
spælarar á hvørjum liði,
vøllurin er styttri, dreing
irnir eru meira við allatíðina
og styttri er millum málini.
Í piltaaldri eru sera
nógvir virknir spælarar, og
tí krevur tað eisini nógv av
bæði feløgunum og FSF at
býta liðini so at siga í helvt,
men tað hevur spælt heilt
væl av í ár.
Kappingin gongur nú
móti endanum, og sein
asta umfarið verður um
vikuskiftið. Undan hesum
umfarinum er tað tó greitt,
at HBa hevur vunnið pilta
deildina. HB-liðið hevur
fingið so nógv stig, at
eingin kann taka teir aftur í
seinasta umfarinum. Kapp
ingin um silvurið stendur
millum HBb og TB, og
tann kappingin verður ikki
avgjørd fyrr enn á seinasta
leikdegnum.
Smádreingir
Hjá smádreingjum verður
spælt í einum meistarabólki,
har tey bestu liðini dystast
um FM. Seks lið eru við í
hesum bólki, og tey eru KÍ,
HB, TB, B36, EB/Streymur
og SÍF. Tvey umfør eru eftir
at spæla, og undan hesum
dystum liggur KÍ á odda
við 23 stigum, HB hevur 21
stig og TB 17 stig.
Seinastu tvey vikuskiftini
hava toppdystir verið hjá
smádreingjum. Næstsein
asta vikuskiftið spældu HB
og KÍ í Havn, og hendan
dystin vann KÍ 2-0.
Leygardagin spældu KÍ
og TB toppdyst í Klaksvík,
og aftur hesaferð vann KÍ.
Einasta málið í dystinum
gjørdi
KÍ-liðformaðurin
Sørmund Kalsø.
Nú leygardagin spæla
TB og HB á Tvøroyri, men
støðan er nú blivin soleiðis,
at KÍ kann avgera FM í
sínum dystum ímóti B36
og EB/Streymi næstu tvey
vikuskiftini.
Dreingir
Hjá dreingjum var veruligt
oddabrak í Runavík leygar
dagin.
Har
dystaðust
tey bæði fremstu liðini í
deildini, NSÍ og TB/VB,
og vinnarin av dystinum
kundi leggja seg á odda
undan seinastu tveimum
umførunum. NSÍ hevði
munin undan dystinum,
men tað endaði við, at TB/
VB vann heili 4-1.
NSÍ legði seg á odda í
fyrra hálvleiki, men í seinna
hálvleiki var sum vent í
holuni, og VB/TB skoraði
fýra mál. Hanus Mortensen
javnaði eftir trunkaspæl
framman fyri NSÍ-málið,
og
Chris
Craib
legði
VB/TB fram um nakrar
minuttir seinni. Adrian
Cieslewicz skoraði síðani
við brotssparki, sum hann
sjálvur hevði fingið, og
Adrian setti eisini punktum
við málinum til 4-1.
NSÍ-spælararnir fullu í
fátt í seinna hálvleiki, og
teir endaðu dystin við 9
spælarum, eftir at tveir
høvdu fingið reytt kort.
Nú eru tveir dystir eftir at
spæla. VB/TB liggur fremst,
og teir verða nú mettir sum
stórir favorittar at vinna
føroyameistaraheitið.
TB/VB, KÍ og HB liggja til
FM í dreingjakappingum
Dreingjakappingar
Glaðir dreingjaspælarar hjá VB/TB eftir sigurin á NSÍ leygardagin. Aftan frá vinstru: Milan Cimburovic, venjari, Teitur Olsen, Heini Bech, Martin Tausen, Sjúrður Ferjá, Andreas Vestergaard,
Chris Craib, Pætur Mohr Mortensen, Heini Vansdal, Heini Mortensen og Jón Pauli Olsen, venjari.
Framman frá vinstru: Benjamin Petersen, Adrian Cieslewicz, Rani Johannesen, Jón Magnusarson, Jan Smedemark, Hanus Mortensen og Gunleif Olsen.
Ivan Joensen er ein av spælarunum á smádreingjaliðnum hjá KÍ, sum liggur á odda í
meistarabólkinum