Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 180 - 19. september 2006 ] Flestu av yngru fótbólts­deildunum eru lidnar fyri í ár, og elstu ungdómsdeildirnar enda á seinasta degnum í september. Eitt virkið og spennandi fótbóltsár gongur móti endanum, og tá ið hesin mánaðin er úti, eru bert dystir í fremstu mansdeildunum eftir at spæla, umframt at fleiri landslið hjá FSF eisini skulu í eldin. Fyrstu kappingarnar hjá teimum yngru byrjaðu longu í mars mánaði, og síðani var spælt fram til seint í juni mánaði, tá ið fótbólturin hjá teimum yngru fór í summarfrí. Byrjað varð aftur í august mánaðin, og seinasta góða mánaðin hevur endaspurturin í teimum ymsum deildunum verið. Fótbólturin er landsins størsta ítróttargrein, og børn og ung kring alt landið royna seg á vøllinum. Eitt er kappingin um mál, stig, heiðursmerki og FM-heiti, men líka týdningarmikið – ella meira – er sosiala samveran, møguleikin at menna seg likamliga og gleðin við at samstarva við onnur. Her røkir fótbólturin eina stóra uppgávu, sum aðrar ítróttargreinar, nú veturin stendur fyri framman, fara at lyfta. Spennandi kappingarár gongur móti endanum AB og KÍ smágentur dystast á seinast leikdegnum í Leirvík Mynd: Jens Kr. Vang HB vann steypakapping­ ina hjá unglingum, og liðið er framvegis við í kappingini um FM Havnin ímóti bygdunum Hálvfinalurnar í unglingadeildini bera við sær, at annað havnar­ felagið í finaluni skal spæla móti einum av stóru feløgunum uttan fyri høvuðsstaðin Unglingar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinastu og avgerandi dystirnir eru eftir at spæla í unglingadeildini. Spælt varð í tveimum innleiðandi bólkum, og tey bæði fremstu liðini í hvørjum bólki komu víðari til hálvfinaluna. Vinnarin av hvørjum bólki hevur heimadyst í hálvfinaluni, og tí verður bert talan um ein dyst. Einasta liðið, sum fer at spæla á útivølli, verður KÍ, tí KÍ skal til Runavíkar at dystast við NSÍ. Í hinari hálvfinaluni fara B36 og HB at dystast í Gundadali. Báðir dyst­irnir verða spældir hósdagin. Finalan og dysturin um triðja plássið verða spældir mikudagin 4. oktober á uttanveltaðum vølli. Undan hálvfinaluni er greitt, at finalan fer at standa millum annað stóra felagið í høvuðsstaðnum og annað av tveimum teimum størstu feløgunum uttan fyri høvuðsstaðin. B68 tryggjaði sær FM hjá smápiltum við at vinna á VB/Sumba og hinum liðunum í Vági leygardagin Mynd: Áki Bertholdsen Liðformaðurin hjá HB smágentum tekur ímóti FM-steypinum í Leirvík leygardagin Mynd: Jens Kr. Vang KÍ vann FM hjá gentum 10-12 í spennandi kapping á Argjum, har B36 var eitt av finaluliðunum Mynd: Álvur Haraldsen