Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 180 - 19. september 2006 ] Dystir mikukvøldið Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 20.09 ÍF-GÍ Petur Reinert Løgmanssteypið 20.09 EB/S-B36 Lassin Isaksen 20.09 Skála-KÍ Dagfinn Olsen Gallaveitslan verður 28. oktober Árliga fótbóltsgalla­ veitslan, sum GÍ skipar fyri, verður aftur í ár hildin í Leirvík Gallaveitsla tíðindaskriv Veitslan, sum byrjar klokk­ an 19.30, verður skipað sum ein afturlatin veitsla fyri 1. deild hjá monnum og kvinnum, dómarum, nevndum í feløgunum og nevnd og starvsfólki hjá FSF. Á veitsluni verða kos­ nir ársins spælarar, ár­sins stjørnuskot, ársins mál­ maður og ársins venjari hjá bæði kvinnum og monnum, eins og ársins dómari eisini verður kosin. Frá fyrireikarunum verður sagt, at kostnaðurin er 350 kr. fyri hvønn luttakaran. Tá er borðhald við tí, sum har til hoyrir íroknað. Undir Undir borðhaldinum verður eis­ ini felagssangur og gott undirhald. Aftaná borðhaldið verð­ur dansur. Dansurin er bert fyri gallaveitslu luttakarunum. Tilmelding á teldupost galla@gigotu.fo ella við sms á tlf.221257. Sagt verður, at tað er avmarkað, hvussu nógv fólk rúmast í hølunum, og tí ræður um at tekna seg sum skjótast. Tríggjar dagar til Ballack Michael Ballack hevur frá enska fótbóltssambandinum fingið tríggja dag leikbann fyri hendingina, tá hann varð rikin av vølli eftir at hava traðkað á Liverpool- spælaran, Sissoko. Hetta hendi, uttan at bólturin var í nær námind spælarunum báðum, og tó at Ballack alment hevur biðið um umbering, er revsingin hørð. Chelsea hevur tó kært avgerðina, og ikki fyrr enn kæran er viðgjørd, kemur leikbannið í gildi. -mørk KÍ skal reisa seg eftir eyðmýkingina í Gundadali. Men móti einum Skála-liði, sum nú bara hugsar um steypakappingina, verður hetta alt annað enn lætt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fimm av føstu spælarunum hjá Skála eru Jónhard Frederiksberg, Pætur Dam Jacobsen, Alexandur Johansen, Bogi Gregersen og Nenad Stankovic. Eingin av teimum var millum teir fyrstu ellivu á Skála liðnum sunnudagin. Bogi hevði skaða, meðan hinir sótu uttanfyri, so at aðrir kundu royna seg á Eiði. Hetta gevur ábendingar um, at Skála hugsar meiri um hálvfinaluna í steypa­ kappingini, enn teir hugsa um landskappingina: - Um vit enda sum numm ar 6 ella 7 í landskappingini kann gera tað sama. Vit eru leysir av botninum, og tað var eitt av málunum hjá okkum í seinnu hálvu. Nú hava vit fokus á steypa­ kappingini, har vit hava møguleikan at koma í finaluna og vinna luttøku í Europa næsta ár, sigur Jónhard Fredriksberg. - Vit hava nógvar góðar spælarar á Skála, og tí kundu vit broyta liðið eitt sindur til dystin ímóti EB/ Streymi, so at allir verða klárir til hálvfinaluna mikuk­vøldið. ­ Nógv at rætta upp Heilt so miðvísar hava fyri­reikingarnar hjá KÍ til hálvfinaluna ikki verið. Í klassisku uppgerðini móti HB fekk KÍ av at vita sunnu­ dagin, og einki er at ivast í, at tað tapið svíður meint í sjálvsfatanini hjá liðnum. - Har eru í øllum førum nøkur ting, sum skulu rættast hjá okkum. Og í so máta er tað gott fyri okkum, at vit longu nú hava nýggjan dyst, sigur liðskiparin hjá KÍ, Atli Danielsen. Um hópin sigur hann, at KÍ helst má vera Harley Bertholdsen fyriuttan. Hann hevði ein smávegis skaða undan dystinum móti HB, og tá hann ikki megnaði at spæla meira enn knappan tíma, er neyvan hugsingur um, at hann fer á vøllin mikukvøldið. Eisini Símun Joensen fór út við skaða í dystinum í Havn, men roknað verður tó við, at hann verður tøkur mikukvøldið kortini. Báðir partar eru fullmannaðir, nú ÍF og GÍ av nýggjum skulu spæla grannauppgerð í Formula-deildini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Umframt Løgmanssteypið er eisini ein dystur í For­ mula-deildini á skránni miku­kvøldið. Hesin er mill­ um ÍF og GÍ, og er talan um nýggjan dyst, eftir at Kappingarnevndin hjá FSF gjørdi av, at nýggjur dystur skuldi spælast. Hetta tí ÍF í upprunaliga dystinum – hann endaði 2-2 – hevði 12 mans á vøllinum ta løtuna, sum teir løgdu seg á odda 2-1. Tað stigið má ÍF so veittra farvæl til, men hinvegin gevur nýggi dysturin teimum møguleika at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna, áðrenn teir skulu til Vágs, har botngysarin móti VB/ Sumba er á skránni. GÍ hinvegin er eisini farið at leingjast eftir einum sigri. Síðani teir í juni mánaði løgdu seg á odda í Formula-deildini við sigri á HB, hevur verið púrasta svart hjá teimum. Og í tíggju Formula-uppgerðum er eingin sigur komin til høldar. Bæði fullmannað Og sum skilst, so eru báðir partar fullmannaðir, tá farið verður undir dystin í Fuglafirði. Hvørki skaðar ella leikbann gera um seg hjá liðunum, men tað skal leggjast afturat, at verður ikki ansað eftir, so kann hetta skjótt henda. Soleiðis eru Høgni Zacha­ riassen, Bartal Eliasen, Frit­ leif í Lambanum, Alexandar Jovevic og Tórður Lervig allir bert eitt gult kort frá leikbanni í Vági. Hjá GÍ er tað bert Símun Louis Jacobsen, sum á sama hátt er á markinum undan hesum dystinum. Komandi meistara­ liðið tekur miku­ kvøldið móti frá­ farandi meistarunum, sum nú skulu brúka løgmannin at bjarga sær kappingarárið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru nógvir áhugaverdir lutir, nú EB/Streymur tek­ ur móti B36 í fyrru hálv­ finaluni millum liðini bæði. Fyrst og fremst, so er EB/Streymur heita navnið í føroyskum fótbólti í løtuni. Og tó at matematiska vissan enn ikki er greið, ivast fáur í, at talan er um komandi meistararnar. Hetta heitið tekur EB/ Streymur soleiðis frá B36, og skal brúka steypa­ kappingina, um teir ætla sær nakað gullmerki burtur úr hesum kappingarárinum. Til avbjóðingina hevur B36 so at siga alt fólkið tókt. Einasta undantakið er Bergur Midjord, sum helst ikki verður tøkur aftur í ár. Hjá EB/Streymi er Bárður Olsen einasti spælarin, sum ikki er tøkur hjá venjarunum. Bárður varð hjálptur av vøllinum móti Skála sunnudagin, og enn er ikki heilt staðfesta, hvørt talan er um veruliga álvarsaman skaða. Søguligir møguleikar Hartil hevur B36 eisini ein nær sagt møguleika í steypakappingini í ár. Vinnur B36 kappingina, er hetta triða ferðin, at árstalsfelagið vinnur hesa útgávuna av løgmanssteypinum, og tað setir teir ovast á listan av vinnarum eftir átta ár. Reglurnar fyri Løg­mans­ steypið siga, at tað felagið, sum vinnur steypið oftast í 10 ár, fær tað til ognar. Hetta er áttanda ferðin, at spælt verður um verandi útgávuna, og higartil hava B36 og GÍ vunnið tvær ferðir í par. KÍ, NSÍ og HB hava vunnið steypið eina ferð hvør. Higartil eru tríggjar Ísa­fjarðarsúlur og eitt løg­ mans­steyp enda hjá hinum havnarliðnum, HB, sum er felagið við so nógv teirri sterkastu steypasiðvenjuni. Og tí vil ein slíkur møguleiki uttan iva vera eyka gularót hjá yngra havnarfelagnum. Hjá EB/Streymi er talan tó eisini um søguligan møgu­leika. Hetta er nevn­ liga fyrsta ferðin yvir­ høvur, at felagið hevur spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Og við ferðini, sum liðið higa til hevur havt, skuldi tað verið løgið, um spælararnir siga seg vera nøgdar við hetta, og so ikki meira. Jónleif skal venja Kyndil Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað so endaliga greitt. Tað verður Jónleif Sólsker, sum nú verður venjari hjá besta mansliðnum hjá Kyndli. Sum verandi meistari er Kyndil helst eitt av liðunum, sum roknast skal við í oddinum, men at byrja við verður tað tó eitt lið í skerdari útgávu, sum Jónleif tekur sær av. Í mun til liðið í fjør er Johan Danielsen ikki longur í málinum, og hartil eru Josef Abrahamsen, Marius Joensen og ársins leikari og toppskjúttin, Høgni Klein, farnir av landinum. -mørk Steypið skal bjarga B36-árinum ÍF vil upp um strikuna Á Skála eru teir ómóðir Tá liðini hittust í landskappingardysti á Mølini, vann EB/Streymur 2-1. Og ivaleyst vilja teir, at talan aftur verður um sigur hesaferð