Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 19. september 2006 27 tíðindi -men verður olja funnin í William­ brunninum næsta ár kann tað vera við til at menna samlaða virksemið hjá BP á øllum Atlantsmótinum sigur Tim Goodwin, leitistjóri Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Ringu úrslitini frá fyrstu boringini hjá BP á land­ grunninum gjørdu, at felagið varð ikki við at bjóða uppá nýggj leitiøki í 2. útbjóðing. Hvussu verður í 3. útbjóðing? Tim Goodwin: - Eg rokni ikki við, at vit vera við í 3. útbjóðing, tó at eg ikki her og nú kann siga tað við vissu. Vit noyðast at gera okkara metingar út frá okkara uppgávum í heimshøpi og við negativu gongdini í føroyska økinum í bakhøvdinum verður tor­ ført at sannføra tey, sum sita á pengakassunum, um at brúka fleiri pengar her í hesum partinum av heiminum, sum er tengdur at so stórum váða. - Nú er Atlantsmótið fram­ vegis eitt ”highrisk” øki. Men BP hevur fleiri stórar oljukeldur í framleiðslu vest­an fyri Hetland. Hvønn týdning hevur hesin part­ urin av Atlantsmótinum fyri Bretland? - Okkara oljukeldur vestan fyri Hetland, Foi­ naven, Schiehallion og Clair standa í dag fyri einum stórum parti av okkara samlaðu oljuframleiðslu. Møgulig oljufund í før­ oyskum øki kunnu bara vera við til at økja um okk­ ara samlaða virksemi á Atlantsmótinum. BP fer at bora tríggjar brunnar á Atlantsmótinum í 2007. Tveir leitibrunnar nærhendis verandi olju­ keldum í bretskum øki og ein í Føroyum. Í løtuni verður eisini mett um, hvat BP fer at fyritaka sær í 2008. Aðrar útbyggingar fyri framman Tað eru annars gjørd fleiri fund vestan fyri Hetland, har endalig støðan enn ikki er til til framleiðslu. Nøkur herfyri gjørdi BP eitt slíkt fund beint við markið kallað Suilven. Tim Goodwin sigur, at her er serliga talan um gass, og soleingi eingin avgerð er tikin um eitt undirstøðukervi í hesum økinum, verður helst bíðað við at útbyggja Suilven. - Um so er at onnur olju­ feløg, sum hava funnið gass vestsan fyri Hetland, eitt nú Total við Laggan fundinum, fara at byggja út felt og gera íløgur í gassleiðing til lands, kann hetta skunda undir ætlaninar hjá BP at útbyggja eitt nú Suilvenfeltið skamt frá føroyska markinum? - Einhvør útbygging av infrastrukturinum vestan fyri Hetland hevur okkara áhuga. At tað kunnu ganga nógv ár frá tí at fund verður gjørt, til farið verður undir framleiðslu er risastóra oljufeltið Clair vestan fyri Hetland eitt dømi um. Tað varð funnið í 1977, men ikki fyrr enn fyri góðum ári síðani var tøknin so nógv ment, at tað var lønandi hjá BP at fara undir at byggja út ein part av feltinum. Tim Goodwin sigur, at tey í løtuni bora avmarkingarbrunnar fyri at kunna fara undir enn eina útbygging av hesi stóru oljukeldu, ein tann størsta bretar eiga. Úrslitið av hesum boringum síggja positiv út, og tað kundi bent á, at 2. útbygging av Clair kann fara í gongd í næstu framtíð. Og eftir tað stendur so uppaftur ein nýggj útbygging fyri framman, tann triðja ella sum bretar kalla hana ”3. phase development of Clair.” Við hesum fer Atlants­ mótið at fylla munandi meira í samlaðu framleiðsluni hjá BP. Og skuldi tað hent, sum Tim Goodwin og hansara fólk vóna, at felagið rakar við kolvetni í Williambrunninum í 2007, so kann Atlantsmótið herí eisini føroyaøkið gerast ein alsamt meira týðandi partur av virkseminum hjá BP. BP neyvan við í 3. útbjóðing William BP nýggjan mann fyri Føroyaøkið Tað er vanligt, at stóru oljufeløgini flyta fólk síni úr einum stað í annað og her serstakliga oddafólkini. Hetta er so eisini nakað, sum hevur eyðkent oljuleitingina við Føroyar. Nú um dagarnar fekk Chevron nýggjan leitistjóri fyri Føroyaøkið. Eisini hitt stóra oljufelagið, sum er virkið um okkara leiðir, BP, hevur fingið nýggjan leitistjóra. Tim Goodwin eitur hann og greiddi hann frá komandi virkseminum hjá BP á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í farnu viku. Tim Goodwin hevur prógv í jarðfrøði frá lærdum háskúla í London. Hann arbeiddi hjá oljufelagnum Arco í mong ár við oljuleiting í Onglandi, Norðurafrika, Miðeystri og USA. Hesi seinastu árini hevur hann arbeitt í Norðsjónum og nú eisini við Føroyaøkinum. Leitistjórin hjá BP helt áhugaverdan fyrilestur á Oljuráðstevnuni, og spurningarnir vóru nógvir aftaná um­støður osfr. - Vit fara ikki at broyta okkara verkætlan av teirri søk. Líkamikið hvussu úrslitið verður av Brugduni fara vit ikki at broyta okkara boriætlan. - Nú hava tit fingið atfinningar fyri tykkara virksemi í bæði Texas og Alaska. Hevur hetta ikki skatt umdømið hjá BP og kunnu føroyingar kenna seg tryggar? - Vit hava havt trupul­ leikar, men eg kann vissa føroyingar um, at krøvini hjá BP til bæði trygd, umhvørvi og heilsu eru millum tey bestu í heiminum. Og hetta fara vit eisini at liva upp til í føroyska økinum.