Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 180 - 19. september 2006 tíðindi Jóansøkufestivalurin í ár var eitt vónbrot, sum hevur givið okkum eitt stórt fíggjarligt hol at typpa. Men ístaðin fyri at fella í fátt, eiga vit at læra av okkara mistøkum, sigur Kristian Holbæk, sum hevur verið ein av fyrireikarunum. Fyrsta stigið at endurreisa festivalin eru at skipa fyri einum forvitnisligum tónleikatiltaki í næsta mánað og við einum brævi í hvørt hús við áheitan um stuðul Jóansøku­ festivalurin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Jóansøkufestivalurin í ár var eitt stórt vónbrot. Hann var eitt stórt vónbrot, tí so fá fólk vóru á festivalinum. Av tí sama varð hann eisini eitt alvorligt, fíggjarligt bakkast. Tað staðfestir Kristan Hol­ bæk, sum er peningarøkil hjá festivalinum og ein av fyrireikarunum. Men hann staðfestir sam­ stundis, at tað vánaliga úr­slit­ ið hevur alt annað enn fingið tey at fella í fátt. Tvørturímóti hava tey tik­ ið í egnan barm. Tey eru nú í ferð við at reisa seg aftaná teir fíggj­ ar­­­ligu timburmenninar eft­­ir jóansøkufestivalin. Og vit hava spurt ein av fyri­­­reikaranum, um hesin festi­­valurin yvirhøvur hevur nakra framtíð, eftir lúsingin, tey fingu í ár. Og tað heldur Kristian Hol­ bæk avgjørt at hann hevur. – Vit hava lært av teimum mistøkum, vit hava gjørt og vit ætla at herja á aftur næsta ár, sigur hann. Men hann leggur afturat, at skal jóansøkufestivalinum verða lív lagað er neyðugt at skipa hann øðrvísi, bæði í sniði og í innihaldi. Óheppið útgangsstøði Kristian Holbæk ásannar, at út­gangsstøðið fyri jóan­søku­ festivalinum varð eitt sindur óheppið. – Festivalurin varð pro­ vokeraður ígongd í 2005, tí hann varð skipaður sum eitt mótsvar til sandoyingar, sum gjørdu av at halda Mjús sama vikuskiftið, sum jóansøkan skuldi vera. Slíka framferð skilti suðuroyingar ikki og gjørdu tískil av at stápla eitt mótsvar á føtur. – Tað var eisini ein ásann­ an av, at nú eru so nógv til­ boð av øllum handa slagi, at jóansøkan trongdi til endur­ nýgging fyri yvirhøvur at yvir­liva. Tað er ikki longur nóg mikið við hoppuborgum, luft­ballónum, pylsum og tiv­oli við vinningurin av plasti. – Men skal tað eydnast, skulu vit hava eitt sindur av skapanargleði í aftur jóan­ søk­uni, so at vit fáa ment nýggj, áhugaverd tilboð til allar aldursbólkar, uttan at tveita gamlar siðvenjur fyri borð. Gjørdu fleiri mistøk Tann fyrsti festivalurin í fjør eydnaðist væl. Hann vardi ein dag og varð lagdur inn í jóansøkuna, sum ein natúr­ ligur partur av henni. Hann gav eitt fitt avlop, sum so skuldi brúkast til at fíggja festivalin í ár við. Men í ár var breyðið sligið nógv størri upp og tað er onki yvir at dylja, at festivalurin í ár miseydnaðist. – Vit skulu hava 1400 fólk fyri at fáa javnvág í rokn­skapin, men vit seldu bara 800 atgongumerki. So kann ein og hvør gera sær eina mynd av fíggjarliga úr­slit­inum, men avlopið í fjør er etið upp fleiri ferðir, sigur Kristian Holbæk, uttan at hann tó vil upplýsa tey nágreiniligu tølini. Og tað heldur hann var spell, tí teir áhoyrarar, sum vóru á festivalinum, vóru í essinum og tónleikurin var í topp. Og tá ið Andrew Strong var á pallinum, vóru hóast alt, eini 1000 fólk og lurtaðu. Samstundis vóru tón­ leikararnir sera væl nøgd­ir við umstøðuna og tænastuna, teir fingu Eftir hansara tykki vóru mistøkini fleiri. – Vit gjørdu ein festival, sum vardi í fleiri dagar, har vit høvdu nógv nøvn á skránni og festivalurin varð hildin langt burtur frá vanliga jóansøkuhaldinum. – Men hetta gjørdi eisini, at ístaðin fyri at verða ein partur í jóansøkuni, gjørd­ ust festivalurin ein kapp­ ingarneyti. Tað var ong­antíð ætlanin og her tapti festivalurin eisini so dyggi­liga, tí fólk valdu jóan­søkuna framum. Tað var enntá so, at fleiri, sum høvdu atgongumerki til jóan­ søkufestivalin ongantíð komu á festivalplássið. – Fólk hugnaðu sær í býn­um og tað var ov langt á festival. Tí komu tey ong­antíð so langt. Nògv høvdu uttan iva ætla sær á festival, men tey komu ikki so langt. – Samstundis sigur ein tummulfingurregla, at eins nógv fólk keypa atgongu­ merki á staðnum, sum tey, ið keypa í forsølu, tí næstan ongin keypti á staðnum. Tann reglan helt ikki, tí næstan ongin keypti atgongumerki á staðnum. Tóku ikki av møguleikanum Kristan Holbæk vil kortini ikki geva hesum alla skyldina. – Hóast umstøðurnar at ferðast vóru avbera góðir, var ómøguligt at lokka norð­ oyingar suður. – Tað er bara veruleikin, at tað vísir seg at vera ómeta­ liga langt úr Havnini til Suðuroyar, staðfestir hann. Men størri var vónbrotið, at suðuroyingar heldur ikki tóku festivalin til sín. – Tað var eitt vónbrot, tí her høvdu suðuroyingar møguleika at fáa eitt gott upplivilsi, men tí møgu­leik­ anum tóku teir ikki av, eins og fólk norðanfjørðs tóku av møguleikanum at gera G- og summarfestivalin til eitt positivt upplivilsi. – Ístaðin hevur jóan­søku­ festivalurin skøvað umdømið hjá suðuroyingum og tað er tað keðiligasta av øllum. Hann heldur, at tað er eisini ein munurin í hugburðinum hjá norðoyingum og suður­ oyingum. – Klaksvíkingar og gøtu­ fólk stóðu hundrað prosent saman um summarfestivalin og G festivalin og Klaksvíkar- og Gøtu Kommuna stuðlaðu eisini tiltakinum í nógv størri mun enn kommunurnar í Suðuroy stuðlaðu jóan­søku­ festivalinum. Hann leggur kortini dent á, at hann er sera fegin um stuðulin frá kommununum í Suðuroy, tað skal ikki skilj­ ast so. – Men stuðulin vit fingu her suðuroy er ikki so fram­ rættaður, sum tann stuðul, ið aðrir festivalar hava fingið. – Tað var eisini ómetaliga tor­ført at fáa hjálparfólk til taka eina hond í á jóan­ søkufestivalinum. Á einum minni donskum festivali við 10.000-15000 fólkum, eru Jóansøku-festivalur á vegamóti: Herja á aftur næsta á nýggjum hami