týsdagur 19. september 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 19. september 2006
29
tíðindi
ár í
tað vanliga eini 1.000-1.500
hjálparfólk
Og tað skerst heldur ikki
burtur, at tað var ómøguligt
at fáa ein føroyskan høv
uðsstuðul av týdningi. Tí
varð tað íslendska bryggj
aríið, Vífillfell, sum var
høvuðsstuðul, og tað játt
aði fyritøkan at kalla bein
anvegin.
Festivalur í
nýggjum hami
Men Kristian Holbæk
heldur, at hinvegin mugu
vit eisini ásannað, at tað
er við at koma inflatión í
festival-hugtakið. Í einum
landi við sløkum 50.000
fólkum er neyvan pláss fyri
meiri enn tveimum, stórum
festivalum og tað gekk so
útyvir jóansøkufestivalin.
Men hann heldur, at tað er
harðliga brúk fyri tilboðum
til børn, ung og tilkomin aft
urat ítróttinum.
– Børnini og tey ungu
verða stimbrað ov lítið, tí tað
eru so fá tilboð til tey.
– Og jóansøkufestivalurin
verður aftur næsta ár, ongin
ivi um tað, leggur hann aft
urat
Fyrireikararnir arbeiða
nú av kraft fyri at fáa tað
fíggjarliga í rættlag, so at
farast kann undir at leggja
næsta festival til rættis, við
tí lærupeningi í viðførinum,
sum tey fingu av hesum
festivalinum.
– Men eg haldi, at tað er
neyðugt, at festivalurin er ein
integreraður partur í sjálvari
jóansøkuni og eg haldi, at tað
er neyðugt at broyta innihaldið
– og kanska eisini navnið, tí eg
haldi, at tað er komið inflatión
í festivalhugtakið í Føroyum.
Sostatt haldi eg eisini, at
festivalurin eigur at liggja
undir sjálvari jóansøku
nevndina, men so krevur
hon, at nevndin eisini verður
víðkað til at umfata aðrar
áhugabólkar enn akkurát
ítróttarfeløgini.
– Eg haldi eisini, at festi
valurin skal ikki vara í fleiri
dagar. Hann skal bara vera
ein dag við lutfalsliga fáum,
men góðum nøvnum og ein
um ella tveimum stórum høv
uðsnøvnum.
– Samstundis haldi eg, at
jóansøkufestivalurin skal
vera annað enn bara tón
leikur. Barnasjónleikur, dans
ur og annað úr Føroyum og
útlondum, kundi verið eitt
frískt íkast til festivalin.
Hann heldur eisini, at
festivalurin skal vera á fleiri
smærri pallum ymsastaðni í
býnum, so at vit fáa fleiri,
smáar, intimar framførslur,
við onkrum størri palli til
høvuðsnøvnini.
Heita á suðuroyingar
um stuðul
Fyrsta stigið at endurreisa
jóansøkufestivalin varð tikið
herfyri, tá ið hvørt húski í
Suðuroy fekk skriv við áheit
an um fíggjarligan stuðul
og við áheitan um at melda
seg inn í festival-felagið
og sostatt fáa avsláttur av
atgongumerkjunum.
Næsta stigið at endurreisa
jóansøkufestivalin verður
tikið síðst í oktober, tá
ið ið stórt tiltak verður í
Suðuroy í samstarvið við
Norðurlandahúsið.
Tá fara Peter Abrahamsen
og Bell Pepper Boys á pallin,
saman við frálíka vísu
sangaranum, Stanley Samu
elsen og kórinum Glymur.
Ætlanin hevur verið at
hetta tiltakið skuldi vera í
Ítróttarhøllini í Trongisvági,
men enn hava tey ikki fingið
at vita, um tað ber til at fáa
høllina til tiltakið.
– Og so verður arbeitt hað
ani frá, til vit aftur kunnu
bjóða fólki vælkomin á
jóansøku á Tvøroyri næsta
ár, sigur Kristian Holbæk
– Útgangsstøðið hjá okkum er ikki tað besta. Men vit
geva ikki skarvin yvir og tí gera vit nú, alt, vit kunnu,
fyri at bjarga stumpunum, so at vit kunnu fara undir
tann næsta festivalin. – Vit hava avgjørt møguleikan at
skapa nakað í Suðuroynni. Men tað krevur, at vit taka
lógvatak saman um at fáa nakað gott burturúr. Og tað
krevur, at vit taka okkum saman, sum ein oyggj og ikki
hugsa um, um tiltakið er í Vági ella á Tvøroyri, sigur
Kristian Holbæk Kristensen.
Tvøroyri verður
nú vetrarfriðað
fyri seyð, men tað
letur seg bara gera
tí at teir, sum eiga
hagarnar, hava verið
ómetaliga lagaligir,
sigur borgarstjórin
Vetrarfriðing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gongst sum ætlað, verður
hetta síðsti veturin, at seyð
ur gongur leysur ímillum
húsini á Tvøroyri.
Tvøroyrar býráð hevur
í fleiri ár arbeitt við eini
ætlan um at friða býin fyri
seyð um veturin, men tað
er hetta seinasta árið, at
verulig gongd hevur verið
í arbeiðnum.
Og nú er tað komið hartil,
at fríggjakvøldið skuldi
Tvøroyrar Býráð taka støðu
til eina avtalu við hagarnar
um at vetrarfriða tað
mesta av býnum innanfyri
bøgarðarnar.
Verður hendan avtalan
endaliga undirskrivað, fer
tað, sum nú verður vetrar
friða, at røkka eystast úr
Froðba, heilt inn til elverkið
í Trongisvági.
Tað er Kristin Michelsen,
borgarstjóri, hevur staðið
fyri samráðingunum býráðs
limir hildu, at tað hevði
eydnast honum at fáa eina
avbera góða avtalu fyri
kommununa.
Skuldi kommunan betalt
fullan prís fyri tað, sum nú
verður vetrarfriðað, hevði
tað kostað kommununi 11,5
milliónir.
– Men eigararnir hava
verið so avbera lagaligir, at
hetta fer ikki at kosta komm
ununi meiri enn 1,5 og 2
milliónir – og tá er stikið
enntá sett upp, sum forðar
seyðinum at koma oman í
býin, sigur borgarstjórin.
Somuleiðis er ein avtal
að eftir sama leisti næstan
komin undir land um at
vetrarfriða alt lendið innan
garðs úr Hellá, sum er mark
ímillum Trongisvág og
Øravík, heilt inn í Rangá.
Á býráðsfundinum í
kvøld varð full semja um,
at hagarnir eiga stóra tøkk
uppibornað fyri, at teir hava
verið so lagaligir, tí annars
hevði tað aldrin latið seg
gjørt.
Býráðslimir tóku eisini
undir við, at Tvøroyri verð
ur vetrarfriðað, tí hildið
varð ikki, at tað hóskar seg
nú á døgum at hava seyð
gangandi ímillum húsini.
Tað, sum verður friðað,
er allur býurin innanfyri
bøgarðarnar, og borgar
stjórin sigur, at hetta er ein
avtala um vetrarfriðing,
sum er eindømi í øllum
landinum og hann fegnast
um, at tað hevur borið til
at koma so langt.
Tá ið alt hetta er friðað,
sum nú liggur í kortunum,
er bara økið frá elverkinum,
inn til Sterling eftir,
umframt Øravík.
Men ørvingar hava kravt
fullan prís fyri mist vetrarbit
og býráðslimir á Tvøroyri
eru ikki sinnaðir at geva
ørvingum betri sømdir enn
restin av sóknini hevur.
Tí verður fyribils ikki
gjørt meiri fyri at vetrarfriða
Øravík og inn til Hellá, sum
er áraka havnina á Drel
nesi.
Og borgarstjórin heldur,
at tað er undarligt, at ørv
ingar, har tað mesta er
landsjørð, skulu krevja
fult endurgjald, tá ið ognar
menninir á Tvøroyri hava
verið so lagaligir, sum teir
hava verið.
Skuldi
kommunan
goldið fullan prís fyri alt
vetrarbitið, hevði tað kost
að kommununi einar 20
milliónir og tað kommunan
aldrin klárað, sigur borgar
stjórin.
Tvøroyafólk
sluppu væl
Nógv ilskast inn á seyð, sum gongur á vegum og gøtum ímillum húsini og er til fortreð fyri
ferðsluna. Men gongst sum ætlað, verður hetta seinasti veturin, at tvørafólk hava hendan
ampan at dragast við