týsdagur 19. september 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 180 - 19. september 2006
lýsingar
Pedagogur/
Hjálparfólk
Vit søkja eftir 1 Pedagogi/hjálparfólki
Søkt verður eftir einum stuðulsfólki 30 tímar um
vikuna, at byrja skjótast gjørligt og fram til 1. juli
2007.
Tað eru 2 børn sum deilast um hesar 30 tímarnar.
Á stovuni eru 16 børn 6-7 ár.
Um arbeiði:
Bæði børnini hava stuðulstørv í tí dagliga,
bæði við rørslum og talu. Tað eina barnið skal
eisini hava sondumat. Børnini ganga til Ergo og
fysioterapeut og verður hettar eisini ein partur
av arbeiðinum.
Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur.
Í okkara arbeiði leggja vit dent á:
• Trivnaðin
• Opinleika
• Samarbeiði
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Hevur góð samstarvsevni
• Er røkin, nærlagdur og álítandi
• Nýhugsandi og ígongdsetandi
• Heldur tað vera spennandi og mennandi.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og tosa
við leiðaran Elsebet Bolstad ella varaleiðaran
Eyðvør Jensen, tlf. 317878.
Umsókn við avirit av prógvi og møguligum
viðmæli skal vera okkum í hendi seinast 29.
september 2006.
Barnagarðurin á Konmansmýru
Hoyvíksvegur 41 B
FO-100 Tórshavn
Fólk søkist
Fólk søkist at standa í klædnahandli. Arbeiðs
tíðin verður nakrar tímar um vikuna.
Løn eftir avtalu.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt í
handli áður.
Skrivlig umsókn verður at senda áðrenn
1. okt. 2006.
Sp/f John Poulsen
Vatnsoyrar
Tlf 33 20 34 • Fax 33 35 34
Starvsfólk til
Barnaverndar
tænastuna
Fyri: Sørvágs, Miðvágs, Sandavágs, Kvívíkar
og Vestmanna kommunur
Við hesum verður søkt eftir starvsfólki til Barna
verndartænastuna fyri Sørvágs, Miðvágs, Sanda
vágs, Kvívíkar og Vestmanna kommunur til setan
skjótast gjørligt.
Talan er um hálvtíðar farloyvisstarv fram til
november/desember 2007.
Barnaverndartænastan heldur til á kommunuskriv
stovuni í Sandavági og nakað av ferðing má
roknast í starvinum.
Arbeiðsøki:
Tú kemur í tøttum samstarvi við leiðaran at taka
tær av málsviðgerð av barnaverndarmálum og
umsiting av børnum við serligum tørvi sbrt. § 5 í
dagstovnalógini.
Arbeiði er fjølbroytt og umfatar, umframt alt vanligt
skrivstovuarbeiði, m.a. heimavitjanir, at ráðgeva
børnum og/ella familjum teirra, at samstarva við og
seta stuðlar í starv.
Arbeiðið umfatar somuleiðis samskifti og tvørfakligt
samstarv við skúlar, dagstovnar/dagrøktir, læknar,
heilsurøktarfrøðingar, løgreglu, almennar stovnar
o.o.
Vit vænta av tær:
• At tú hevur hóskandi miðallanga útbúgving, t.d.
sosialráðgevi.
• At tú hevur arbeiðsroyndir innan málsviðgerð
í almennari umsiting og/ella hevur royndir frá
barnaverndararbeiði.
• At tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevnir
• At tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og sjálvstøðug/
ur í arbeiðnum.
• At tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri
barnsins tørvi.
• At tú hevur góðan telduførleika
• At tú hevur góðan kunnleika í føroyskum máli.
Løn:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Kommunala
Arbeiðsgevarafelag
Føroya
og
Starvsmannafelagið.
Umsókn:
Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga umsókn
saman við avriti av prógvum og viðmælum til
Barnaverndartænastuna
Postrúm 19
360 Sandavágur
Umsóknin skal verða Barnaverndartænastuni í
hendi í seinasta lagi mikudagin 27. september
2006 kl. 12.00.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda
sær til Súsannu Nordendal, leiðara á telefon 333
960 ella 213 960.
Barnaverndartænastan tilskilar sær rættin til at
søkja av nýggjum um ikki nóg nógvar umsóknir
eru til starvið.
Barnaverndartænastan
Sølufólk til Hvítvøru
deildina á Hjalla
Vit sóknast eftir einum sølufólki til Vøruhúsið á
Hjalla, at byrja skjótast tilber.
Talan er um tað nýggju Hvítvørudeildina. Vit
kunnu bjóða tær eitt spennandi starv, við nógvum
dagligum avbjóðingum.
Arbeiðið umfatar m.a. avgreiðslu av kundum, daglig
røkt av handlinum og innkeyp.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnaður,
ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er
ein fyrimunur um tú hevur royndir ella útbúgving
innan handilsvinnu, men hetta er ikki ein treyt.
Meira fæst at vita við at venda sær til Birgir, tlf.
342500.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast
hósdagin tann 21. september 2006 og skal sendast
til:
Box 1019 · 110 Tórshavn
att: Birgir
e-mail: bav@litaval.fo
Endurlýsing
Kunngerð
Um broyting av Býarplaninum
fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
seinast broytt 13. mai 1997, verður við hesum boða
frá, at Býráðið á fundi 31/08-06 hevur samtykt
at gera broytingar í býarplaninum í Runavík og á
Skála.
Runavík
Broytingin í Runavík umfatar nýtt B-øki á matr. nr.
51 sunnan fyri matr. nr. 54 og 55 og nýtt C4-øki á
matr. nr. 51 sunnan fyri matr. nr. 44 í Runavík.
Skála
Broytingin á Skála umfatar nýtt B-øki á C4-øki og
E1-øki vestan fyri Sambýli, og umfatar broytingin
hesar matriklar:
34a, 42a, 62a, 75a, 76a, 77a, 80, 82, 85a, 86, 87a, 91a,
92a, 94, 116a, 117a, 120a, 121a, 123a, 125a, 126a,
128a, 132a, 133a, 135a, 141a, 144, 148, 300a, 315a,
335, 336, 337a, 341, 342, 343, 399, 401, 402, 403, 404,
425, 544a, 545 og 621.
Broytingarnar eru til skjals á býráðsskrivstovuni
í upplatingartíðini frá 15. september til og við 6.
oktober 2006.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu
vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 15. december
2006.
Saltangará, tann 15/09-2006
Runavíkar býráð
Lýsingin df. 8. september 2006 verður hervið
afturtikin.