Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 181 - 20. september 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Almenn móttøka verður á Hjalla fríggjadagin 22. september. At síggja verður ein áhugaverdur bygningur og onnur listaverk. Bygningurin kann nýtast til ymisk endamál. Latið verður upp kl. 15:00 Boðið verður vælkomin kl. 16:00 Tonleikur til kl. uml. 16:30 Bilfríðkan á Hjalla Móttøka Móttøka Tað er nú greitt, at ætlanin at stovna eina felags sosiala deild fyri alla Suðuroy dettur niðurfyri. Ístaðin verða nú tvær deildir, ein á Tvøroyri og ein í Vági Kommunalt samstarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ætlanin at stovna eina felags sosiala deild fyri allar kommunurnar í Suðuroy, dettur nú niðurfyri. Hetta skuldi annars vera fyrsti stovnurin, sum allar kommunurnar í Suðuroy skuldu samstarva um, men nú dettur so einasta, sjálvbodna samstarv ímillum allar kommunurnar í oynni, niðurfyri. Tó skal viðmerkjast, at allar kommunurnar í Suðuroy hava valt eina fel­ ags barnavernd fyri alla oynna. Avtalan um barna­ verndina gongur út 31. desembur í 2008, altso, tá ið valskeiðið hjá hesum kommunustýrunum er av. Tá ið avtalan um eina fel­ ags barnavernd varð gjørd, var tað ein partur av semjuni, at tað skuldi eisini skipast ein felags sosial deild fyri alla Suðuroy. Síðani hevur Tvøroyrar Býráð stovnað sosiala deild á Tvøroyri, sum tað síðani var ætlanin at allar kommunurnar skuldu sam­ starva um. Og tað er hendan partin av semjuni, sum so alvorligur kinkur er komin í, at tað dettur niðurfyri. Í gjárkvøldið samtykti Vágs býráð einmælt at arbeiða við at stovna sína egnu sosialu deild í Vági. Spurningurin er so um hendan sosiala deildin verð­ ur bara fyri Vág, ella um hon verður fyri fleiri kommunur í syðru helvt í Suðuroy. Vágbingar hava loddað dýpið fyri at vita, um hinar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy eru sinnaðir til at vera við til at stovna eina sosiala deild fyri syðru helvt í Suðuroy. Men tað er ymiskt, hvussu tær hava tikið ímóti hesum tankanum. Á býráðsfundinum í gjár­ kvøldið varð upplýst, at Sumbiar Bygdaráð hevur víst tankanum frá sær og hevur gjørt av at halda fram við samstarvinum við Tvøroyri. Hovbingar siga, at teir vóru sinnaðir at vera við í einari felags sosialari deild, men tá ið tað ikki eydnast, halda teir seg heilt uttanfyri. Og porkenningar hava ikki tikið støðu enn. Men á býráðsfundinum varð eisini gjørt greitt, at Vágs Kommuna fer at stovna sína egnu sosialu deild, sama um hon verður einsamøll um tað, ella ikki. Sølvi Andreasen, formaður í sosialu nevnd hjá Vágs Býráði, væntar, at tað fer at kosta 600.000 – 700.000 at stovna eina sosiala deild í Vági. Flyta ov nógvar avgerðir norður á Tvøroyri Sølvi Andreasen, sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at Vágs Býráð ikki vil vera við í eini felags sosialari deild á Tvøroyri. – Tað eru fleiri viðurskifti, sum vit eru ónøgd við og vit kunnu ikki ganga undir tær treytir, sum Tvøroyrar Býráð hevur sett, sigur hann. – Eftir upplegginum skuldi Sosiala Deildin á Tvøroyri umsita so nógv ymisk málsøki, at ein stórur partur av arbeiðsøkinum hjá býráðnum í Vági hevði verið flutt norður á Tvøroyri. Sølvi Andreasen sigur, at ætlanin er nevniliga, at tann felags sosiala deildin skal umsita øll sosial mál og somuleiðis øll mentanar­ mál, sum í dag eru undir mentanarnevndini. Sostatt skal deildin umsita bæði barnavernd, dagrøkt, barna­ansing, fólkaskúlan, læknamiðstøð o.s.fr. À býráðsfundi, sum fyrr hevur verið í Vági, var tað ein býráðslimur, sum helt, at verður hetta veruleiki, kann Vágs Býráð akkurát tað sama avtakast. Og í øllum førum er tað greitt, at vágbingar eru ikki sinnaður at flyta øll hesi málsøkini norður til Tvøroyri at verða umsitin. Vágbingar góðtaka ikki treytirnar hjá Tvøroyri