Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 20. september 2006 3 tíðindi – Vit koma at lata alt ov nógv frá okkum og tað kunnu vit ikki. Og enn verri var tað, at ætl­ anin er at tann felags sosi­ala deildin skuldi vera ein stovnur beinleiðis undir umsitingini hjá Tvøroyrar býráð. Hvørja ferð fólk skuldi setast í starv ella loysast úr starvi, skuldi tað sostatt vera eftir tilmæli frá umsitingini hjá Tvøroyrar býráð. Sølvi Andreasen sigur, at Vágs Býráð er samt um, at tað ber ikki til at flyta so stóran part av myndugleikanum hjá Vágs Kommunu, norður til umsitingina hjá Tvøroyrar býráð at umsita. Hann sigur eisini, at Vágs Býráð hevur roynt at taka hesi viðurskiftini til viðgerðar, men tað hevur ikki verið vilji til at gera tær neyðugu broytingarnar, so at Vágs Býráð kann taka undir við ætlanini. Eitt, sum Vágs Býráð hevur roynt, er at fáa sosialu deild í ein stovn fyri seg, uttanfyri umsitingini hjá Tvøroyrar Býráð, men heldur ikki tað hevur borið til. Sostatt slitnar hetta sam­ starvið og tað er hann ómeta­ liga harmur um, men hann heldur, at í hesum førum hevði ójavnin ímillum Vág og Tvøroyri verið so stórur, at tað bar ikki til. Hann leggur kortini aft­ ur­at, at avtalan um sjálva barnaverndina verður ikki ávirkað av hesum og heldur so­statt fram, sum ætlað. Men so verður spurningurin tikin upp í sambandi við næsta kommunuval seinast í 2008. Í blaðnum í morgin hava vit blaðnum viðmerking frá Jens Johannesen, formanni í sosialu nevnd í Tvøroyrar kommunu. Skuldi mana gamla mýtu í jørðina Tað var á hátíðarligum á fundi umborð á nýggja Smyrli mánadagin 31. okto­ber í fjør, at allir borgar­stjórarnir í Suðuroy skrivaðu undir eina semju um at stovna eina felags barnavernd fyri alla Suðuroy. Tað, sum gjørdi hetta til eina stórhending í Suð­ uroy, er, at so vítt nakar visti um, er hetta fyrstu ferð, at allar kommunurnar í Suðuroy semjast um eitt samstarv, sum fevnir um alla oynna. Tað var eisini ein partur av hesi avtaluni, at tað skuldi eisini arbeiðast fram ímóti at stovna eina felags sosiala deild fyri alla Suðuroy. Tá hildu borgarstjórarn, at manaði allar mýtur í jørðina um, at suður­oy­ ingar kundu ikki sam­ starva. Men , sum tað sæst, bar ikki til at føra semjuna á mál og sostatt vera nú tvær sosialar deildir í Suð­uroy. Vágbingar vilja ikki góðtaka treytirnar frá Tvøroyrar Býráð og tí dettur samstarvið um sosialu deild niðurfyri, áðrenn tað nakrantíð byrjað