Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 181 - 20. september 2006 lýsingar Sølufólk til Hvítvøru­ deildina á Hjalla Vit sóknast eftir einum sølufólki til Vøruhúsið á Hjalla, at byrja skjótast tilber. Talan er um tað nýggju Hvítvørudeildina. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv, við nógvum dagligum avbjóðingum. Arbeiðið umfatar m.a. avgreiðslu av kundum, daglig røkt av handlinum og innkeyp. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnaður, ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir ella útbúgving innan handilsvinnu, men hetta er ikki ein treyt. Meira fæst at vita við at venda sær til Birgir, tlf. 342500. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast hósdagin tann 21. september 2006 og skal sendast til: Box 1019 · 110 Tórshavn att: Birgir e-mail: bav@litaval.fo Temadagur um epilepsi verður hildin á Hotel Hafnia: 29. september 2006 kl. 9.30 – 15.30 við Bjarka á Rógvi Hansen og Joan Højgaard, neurologum. Skráin verður hendan: Fyrrapartin (2½ tíma við ½ tíma steðgi) 1. Hvat er epilepsi? 2. Hví fær ein epilepsi? 3. Hvør fær epilepsi? 4. Hvørji sløg av epileptiskum anføllum eru? 5. Hvussu verður ein kannaður fyri epilepsi? 6. Einaferð epilepsi, altíð epilepsi? Døgurðastøðgur ca. 1 tíma Seinnapartin (2½ tíma við ½ tíma steðgi) 7. Viðgerðarhættir ímóti epilepsi: a. medicinsk (serligir bólkar s.s.: kvinnur, børn og gomul) b. ikke-medicinsk viðgerð c. kirurgisk viðgerð d. alternativ viðgerð e. sosialt Møguleiki verður at seta spurningar. Hesin temadagur er ætlaður øllum, ið starvast við fólki, ið hava epilepsi, limum, fólki í sjúkra- húsverkinum, heimarøktini, skúlar, stuðlum undir stuðulsfólkaskipanini o.l., lærarum, pedagogum og annars øllum, ið hava áhuga í hesum fyrilestri. Tilmelding fer fram á tlf.: 263078 (Randfríð Sørensen) og 219793 (Mari Johannesen), innan sunnukvøldið 24.09.2006 kl. 20.00. (Best um ringt verður eftir kl. 16.00). Kostnaðurin fyri dagin er kr. 300,00 fyri hvønn luttakara og kann flytast á Postgiro nr. 70.548 ella Føroya Sparikassa nr. 174.413.7. Í prísinum er ein góður døgurði á Hotel Hafnia í døgurðasteðginum. Nevndin í Epileptikarafelagnum Adressur í Hvalbiar kommunu Sambært § 7 í løgtingslóg nr. 17 frá 6. mars 2002 um adressur, er adressuskráin fyri Sandvík og Hvalba í Hvalbiar kommunu góðkend. Skráin er almenn og tøk á www.matrikul.fo Landsadressuskráin Boks 327 · Tlf. 357900 · Fax 357901 FO-110 Tórshavn www.matrikul fo – post@matrikul.fo Frá Sunda kommunu Pedagogur/ Avloysari til Frítíðarskúlan í Hvalvík Søkt verður eftir einum pedagogi at byrja 02.10.2006 ella eftir nærri avtalu, og eftir avloysara. Størvini at søkja eru: 1 pedagog 30 t/v. Sjúkra avloysara Frítíðarskúlin liggur í hugnaligum, barnavinarligum umhvørvi, har tann vælkenda áin rennur, og ein nýggjur fótbóltsvøllur eisini er tætt við. Vit ynskja • At tú hevur hug at arbeiða við størri børnunum. • At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu. • At tú hevur hug til at skapa og seta dám á okkara frítíðarskúla. • At tú hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvsstøðugt. Setunarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið. Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Nancy Poulsen leiðara, á tlf. 772021 ella 422717. Umsóknir við avritum av prógvi verða at senda til: Barnagarðin við Kráir Fo – 430 Hvalvík e­ mail: nosi@post.olivant.fo Umsóknarfreistin er í seinasta lagi tann 27. sep­ tember 2006. Lesið -so eru tit við!