Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 20. september 2006 15 tíðindi Kistan við Rúna Heinesen í Leirvík fer úr kapell­ inum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hóskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju fríggja­ dagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Rúna kunnu lata eina gávu til Missiónshúsið í Leirvík. Konto í peningastovnunum. Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Jákup Blikk, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 16. september, 94 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 13. Tey, ið ynskja at minnast Jákup, kunnu lata eina gávu til Lindina á konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 21. september. Matteus. Ápostulin og evangelisturin Matteus. Halgisøgan veit at siga, at tá ið ápostlarnir skiltust, fór Matteus til Etiopiu og boðaði evangeliið har. Er helst ein av teimum, sum á kirkjubøstólunum er avmyndaður við bók í hendi. Kongurin í Etiopiu læt hann taka av døgum. Bíbilska navnið merkir Guðs gáva. Jákup Birgir Mohr á Sandi hevur tikið sæti á tingi fyri Gerhard Lognberg, løg­ tingsmann, sum fer í far­ loyvi. Á løgtingsvalinum í 2004 fekk Jákup Birgir næstflestar atkvøður á javnaðarlistanum í Sandoyar Sýslu valdømi. Politikkur er ikki ókendur hjá Jákup Birgiri. Sum vara­ maður hevur hann fleiri ferð­ir tikið sæti á tingi, og í 30 ár hevur hann verið bygdaráðslimur á Sandi. Jákup Birgir starvast dag­ liga á sýsluskrivstovuni á Sandi.  Jákup Birgir Mohr á ting MC-GUDSTÆNASTA Leygardagin 23. september kl. 16.00, verður hildin ein MC-gudstænasta í Christi­ ans­­kirkjuni í KLaksvík. Tað er aðru ferð í ár, at ein tílík gudstænasta verður hildin. Tann fyrra varð hildin í Vest­ ur­kirkjuni í Havn í februar mánað, og vóru tað longu eftir hesa fleiri ynski um at endurtaka tiltakið. Nú ferða­­ sambandið er so gott norð­ ureftir, er tí avgjørt at royna Klaksvíkina á hesum sinni. Tað er felagið Holy Riders MC Føroyar, ið skip­ar fyri, og gudstænastan er sjálvandi almenn, og eru øll hjartaliga vælkomin at vera við. Tað er vorðin siðvenja, at tey ymsu MC-feløgini í Føroyum nú skipa fyri ym­­isk­ um tiltøkum alt summ­arið, og nógv hevur verið fyriskipað í ár. Hevði veðrið verið betur, hevði iva­leyst mangt annað, sum er á skránni hjá feløgunum verið avgreitt, men soleiðis er tað nú einaferð, tá veðrið má sær ráða fyri teimum møgu­ leikum, ið eru. Ferðaskrá Leygardagin 23. september seta øll MC-fólk í landinum sær stevnu norður til Klaks­ vík­ar. Eftirsum presturin Ól­avur Rasmussen, ið skal præd­ika kemur úr suðri, er væntandi at limir úr Storm Boys eisini verða við. Komn­ ir norður til Havnar, verður farið frá Shell-støðini við Ringvegin kl. 10.00 norð­ur­ eftir. Eftir stuttan steðg við Shell-støðina við Streymin, har uppsamling verður við Eysturoyar MC-felag, verð­ ur farið um Eiðisskarð til Shell-støðina í Gøtu, har aft­ ur uppsamling verður við Norðoya MC-felag, og síð­ ani verður koyrt beinleiðis til felagshølini við Shell- støðina í Klaksvík. Grillparty, undirhald og gudstænasta Uml. kl. 13.00 verður skip­ að fyri grillparty á havna­øk­ inum, har m.a. eisini ymiskt undirhald, sum nú einaferð MC-fólk kunnu finna uppá eisini verður. Kl. 15.30 verð­ur felagskoyring runt Klaksvíkina, og síðani farið beinleiðis til gudstænastuna, ið byrjar kl. 16.00. Parkerað verður við Klaksvíksvegin á parkeringsøkinum niðanfyri kirkjuna. Motorsúkklurnar hava framíhjárætt til hesa parkering. Tað verður Ólavur Ras­ mus­sen, prestur, ið sjálvur er virkin MC-koyrari, ið kemur at prædika, og harumframt verða eisini ymsar aðrar kend­ar sangkreftir, ið koma at luttaka. Tað verður eisini høvi at geva eina peningaliga gávu til framhaldandi útgávur av vælkendu Biker-Bíbliuni, har talvan verður sett upp úti í forkirkjuni til hetta endamál. Eisini verður ein framsýning av øðrum útgávum hjá bíbliu­ felagsskapinum “Bibel for the nations”, eins og Biker Bíblur ókeypis verða býttar út saman við felagsblaðnum “POWER”, sum Holy Riders í Norra geva út Øll eru vælkomin Tað er at fegnast um, at MC- fólk soleiðis taka seg saman og byrja og enda koyriárið við at fara í hús Guds. Tað hevur sera stóran týdning at geva seg undir Guds leiðslu og soleiðis kenna Hansara varðveitslu, tá koyrt verður. Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænastu. MC-Gudstænasta í Cristianskirkjuni í Klaksvík Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri sonur og bróðir Rúni Heinesen Leirvík andaðist mánadagin 18. september, 40 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi hósdagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju fríggjadagin kl. 14. Vegna familjuna Anna, Petur Jákup, Ove, Torleif og Karin Tey, ið vilja minnast Rúna, kunnu lata missiónshúsinum í Leirvík eina peningagávu Á tingfundinum í gjár tók Dánial P. Hansen sæti á tingi fyri Kára P. Høj­ gaard, løgtingsmann Sjál­ vstýrisfloksins, sum er farin til Finnlands í norð­ur­ landaráðsarbeiði. Dánial P. Hansen hevur tríggjar ferðir áður havt sæti á tingi Dánial P. Hansen á ting www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo