mikudagur 20. september 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 181 - 20. september 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Sum nakað nýtt
fer Klaksvíkar
bókasavn í vetur at
skipa fyri tveimum
bókakvøldum har
ætlanin er at viðgera
eina ávísa skaldsøgu
BÓKAKVØLD
Nógvastaðni er vanligt at
vera við í einum lesiringi,
har fólk møtast at tosa
um skaldsøgur, og tað er
eftir hesum leisti, at hesi
bókakvøldini vera skip
aði.
Fyrsta bókakvøldið verð
ur týskvøldið 7. november
kl. 19.30, tá verður tað
skaldsøgan ”Hundehoved”
hjá danska rithøvundinum
Morten Ramsland, ið tosa
verður um.
Skaldsøgan ”Hunde
hoved” er ein ættarsøga um
eina danskt/norska familju
og teirra lív frá 1930’unum
og fram til í dag.
Bókin liggur á metsølu
listunum í Danmark og
er mett at vera tann besta
danska skaldsøgan í 2005.
Í 2006 fekk rithøvundurin
”Læsernes Bogpris” fyri
hesa skaldsøguna.
Í februar verður aftur eitt
bókakvøld, tá er ætlanin
at viðgera bókina ”Sól
stormur” hjá Åsa Larsson,
sum júst er komin út á før
oyskum.
Bøkurnar, sum vera
viðgjørdar eru til útláns á
bókasavninum.
Fyri at so mong sum
gjørligt kunnu lesa ”Hunde
hoved” áðrenn bóka
kvøldið, er lánitíðin fyri
bókina 14 dagar.
Bókakvøld á
Klaksvíkar bókasavni
Landsstýrismaðurin
í vinnumálum,
Bjarni Djurholm,
arbeiðir við at leggja
Menningarstovuna
og Ferðaráð Føroyar
saman í ein vinnu
framastovn og tískil
verður uppgávan
at menna føroysku
vinnuna savnað,
og brúkararin,
íverksetarin og ein
staklingurin við
nýggjum hugskotum
fær eitt stað at venda
sær til, tá hann ynskir
at fáa ráð og vegleiðing
FERÐAVINNA
Tíðindaskriv
Missiónin hjá stovninum
verður í stuttum; við ráð
geving, upplýsing og sam
starvsátøkum at menna
føroyskt vinnulív, her
undir Føroyar sum ferða
mannaland, stimbra nýskapan
og íverksetan og við altjóða
marknaðarføring gera Føroyar
og vinnulívsmøguleikarnar
her kendar.
Eftir ætlan fær brúkarin
møguleika at venda sær
til stovnin at fáa ráð og
vegleiðing antin digitalt
um ein heimasíðuportal
ella hann kann venda sær
beinleiðis til samanlagda
stovnin. Samanleggingin
av stovnunum stuðlar undir
Visjón 2015, ið miðar í móti
at beina allar forðingar av
vegnum, soleiðis Føroyar
kunnu gerast ein blómandi
íverksetanardepil í altjóða
høpi.
Ein arbeiðsbólkur undir
Vinnumálaráðnum hevur
sitið við uppgávuni at
kanna, hvussu endamálini
hjá Menningarstovuni og
Ferðaráð Føroya, kunnu
verða samansjóðað, og eitt
dynamiskt umhvørvi verða
skapt, ið styrkir tænasturnar
til tað almenna og vinnulívið.
Arbeiðsbólkurin handaði
landsstýrismanninum frá
greiðingina 4. september
2006, og á landsstýrisfundi
15. september 2006 tók lands
stýrið undir við, at Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður,
arbeiðir víðari við málinum.
Ætlaða virksemið hjá sam
anlagda stovninum sambært
vinnupolitikkin, verður
• at birta upp undir
nýskapan og íverksetan.
• Í samstarvi við aðrar
myndugleikar at samskipa
mannagongdir innan fyri
siting, sum hava týdning
fyri íverksetarar.
• at ráðgeva um íverksetan
og gera íverksetaraportal,
har íverksetarar fáa svar
upp á spurningar um at
stovna fyritøku.
• at marknaðarføra føroysk
ar vørur og tænastur og
Føroyar sum eitt land at
gera íløgur í.
• at menna ferðavinnuna
í Føroyum og at markn
aðarføra Føroyar sum
ferðamannaland.
hetta er í mongum førum
samanfallandi við verandi
virksemi. Tó verða umsit
ingarligar uppgávur lagd
ar nýggja stovninum, sum
hvørgin hevur førleika ella
royndir í.
Í vinnupolitikkinum stend
ur, at Føroyar mugu gera meira
burtur úr marknaðarføring av
sínum fyrimunum enn tey øki,
ið øll kenna avdráttarmegina
frá. Endamálið við markn
aðarføringini av Føroyum
er sostatt at kveikja áhugan
hjá útlendskari arbeiðsmegi
og kapitali fyri vinnu- og
vinningsmøguleikum í før
oyska samfelagnum og í sam
vinnu við áhugaðar partar
her á landi. Ætlanin er, at
samanlagdi stovnurin skal
taka sær av at marknaðarføra
Føroyar miðvíst uttanlands.
Marknaðarføring av før
oyskum vørum og tænastum
verður at halda fram í sam
starvi við relevantu partarnar.
Marknaðarføring verður bæði
ein generell marknaðarføring
av Føroyum og gjøgnum
mest virknu miðlarnar og ein
marknaðarføring við meira
miðvísum tiltøkum, ið venda
sær beinleiðis til møguligar
íleggjarar.
Ferðafólk eru týdningar
mikil fyri Føroyar millum
annað tí, at hesi bera altjóða
samfelagið
til
Føroyar
samstundis, sum Føroyar
gerast kendar í útheiminum.
Kanningar vísa, at ferðavinnan
skapar meira enn fýrafalt
avleitt virksemi. Vaksandi
kapping setir stór krøv til
at marknaðarføra ferðamál.
Menning
og
nýskapan
hevur eisini stóran týdning
og snúgva hesi seg um at
gera ferðavinnuumstøðurnar
betri, menna nýggj ferða
vinnutilboð, gera kunningar-
og tænastustigið betri ella
menna góðskustýringar
skipanir, sum skulu tryggja
kundunum dygd og uppliv
ingar.
Meiri fæst at vita við at
venda sær til landsstýris
mannin í vinnumálum
Ferðaráð Føroya og Menningarstovan leggjast saman
Javnaðarflokkurin hevur fing
ið nýggjan skrivara fyri Katrin
Dahl Jakobsen sum hevur lagt
frá sær. Nýggjur skrivari er
Nita Næs úr Hvalba.
Nita Næs hevur verið
áhugað í javnaðarapolitikki,
síðani hon var heilt ung, og
hevur á mongum landsfundi
víst á, hvat hon heldur flokk
urin ger gott, og hvat burdi
og kundi verið gjørt betur.
Hon hevur verið vanligur
limur í Suðuroyar Norðara
Javnaðarafelag í mong
ár, og hevur tey seinastu
árini verið næstformaður í
felagnum. Til seinasta løg
tingsval stillaði Nita Næs
upp fyri Javnaðaraflokkin í
suðuroyar valdømi og fekk
96 atkvøður.
Nita Næs er útbúgin lærari
á Føroya Læraraskúla. Henn
ara fyrstu lærararoyndir, fekk
hon í Grønlandi, har hon
tvey tey fyrstu árini arbeiddi
í Mannitsoq, og síðan flutti
triðja árið norður til Illorsuit,
ið er lítil bygd, 90 km norðan
fyri Uummanaq. Hetta var
nakað heilt serlig, tí her var
sjálvur Lars Emil føddur og
vaks til tey fyrstu árini, og
hetta var bygdafólkið stólt
av og fortaldi nógv um, ser
liga Siumut-veljarin.
Nita hevur arbeitt sum lær
ari í Hvalbiar skúla í fimm
ár. Í dag arbeiðir hon sum
einalærari í Sandvíkar skúla,
har ganga fimm skúlabørn, og
hetta heldur hon vera ein sera
stór avbjóðing. Og spennandi
hevur tað verið, at seta seg inn
í einalærarastarvið, har eini og
sami persónur skal undirvísa
og skapa karmar fyri eini
undirvísing, ið er á hædd við
aðrar skúlar í landinum.
Nita Næs er í løtuni í
barnsburðarfarloyvi og hev
ur hon játtað at taka við
sum skrivari í starvsnevndi
fram til Landsfundin, har
skrivarin skal veljast.
– Tá floksins leiðsla hevur
havt meg í huganum til ein
sess í starvsnevndini, sigi
eg sjálvsagt ja. Tað eru alt
ov nógvar kvinnur, ið siga
nei, tá tær fáa álitisstørv
litið upp í hendurnar, sigur
Nita Næs á heimasíðuni hjá
Javnaðarflokkinum.
Hon sigur, at í fyrstu syftu
er tað mannagongdina hjá
starvsnevndini, hon skal fáa
innlit í.
– Sum javnaðaraveljari
eri eg sjálvsagt áhugað í,
hvat flokkurin arbeiðir við,
hvussu verður t. d. floksins
peningur brúktur, hvørja
politiska leið velur flokk
urin at fara í framtíðini,
arbeiðir floksleiðslan so
sum javnaðarveljarin vil,
hvar stendur flokkurin í
dag, hvør er kósin fram til
næsta løgtingsval o. s. fv.
Somuleiðis hugsi eg mær, at
ivaleyst er nógv at læra í einari
slíkari starvsnevnd. Og so tað,
at flokkurin hevur hugsað
um meg, sum búgvi á bygd
og havi smábørn og kortini
sær ein møguleika í tí. Jú,
uppgávurnar kunnu uttan iva
- gerast nógvar, spennandi og
læruríkar, sigur Nita Næs.
Nita Næs nýggjur skrivari
hjá Javnaðarflokkinum