mikudagur 20. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 20. september 2006
13
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
–Tað er neyðugt hjá herinum at taka
valdið fyri at savna tjóðina
(teilendski herovastin)
Seinastu vikurnar
hevur ljóðað fleiri
ferðir, at herurin
umhugsaði at taka
valdið í Teilandi
– Vit hava ongar ætlanir
um at stýra landinum, og
vit fara at lata fólkinum
valdið aftur, so skjótt tað
er ráðiligt, segði herovast
in,
generalurin
Sonthi
Boonyaratglin, í einari sjón
varpsrøðu í gjárkvøldið.
Frammanundan høvdu
stríðsvognar kringsett allar
stjórnarskrivstovurnar
í
høvuðsstaðnum Bangkok,
og hermenn stóðu á varð
haldi allastaðni í býnum.
Kvettið var friðarligt, og
eygleiðarar søgdu, at lívið
gekk sína vanligu gongd
í høvuðsstaðnum og aðra
staðni.
Sonthi, generalur, boðaði
fyrr um kvøldið frá, at
herurin hevði tikið valdið, tí
tað var neyðugt at sameina
tjóðina eftir tann politiska
ófriðin, sum hevur valdað
í landinum tær seinastu
vikurnar. Generalurin bað
fólk halda frí í dag, og
allir
almennir
stovnar,
virðisbrævamarknaðurin
og bankarnir eru stongdir.
Fólk hava fingið boð um
at gera eftir boðum, sum
tey fáa frá teimum lokalu
heryvirmonnunum, og tey,
sum seta seg upp ímóti
boðunum, verða revsað.
Samstundis fingu almennir
tænastumenn og leiðararnir
á teimum lærdu háskúlunum
boð um at koma á fund
við herleiðsluna fyri at
kunna seg um ”tann nýggja
politikkin”.
Almenna teilendska sjón
varpið hevur broytt sína
skrá, útlendskar sjónvarps
støðir sum BBC og CNN
síggjast ikki, og útlendsk
tíðindafólk hava avmarkað
rásarúm.
Var væntandi
Útlendskir eygleiðarar í
Teilandi siga, at tað kom
ikki óvart á teir, at herurin
tók valdið. Í seinastuni
hevur Thaksin Shinawatra,
forsætisráðharri, verið fyri
hvøssum atfinningum, og
fleiri halda, at politiskt
hevur Teiland ikki verið í
verri kreppu síðani hern
aðarkvettið í 1991.
Thaksin Shinawatra er
lagdur undir valdsmisnýtslu
og korrupsjón, og mong
halda, at hann hevur mis
brúkt demokratiið til egnan
fyrimun, samstundis sum
nógvir av vinum hansara
hava notið gott av honum.
Á bygd er forsætisráð
harrin harafturímóti væl
umtóktur, tí millum tann
fátæka partin av fólkinum
verður hann mettur sum
ein, ið hevur lurtað eftir
teimum minni mentu og
vart teirra áhugamál.
Kongur uppií?
Tað vóru kortini tey fægstu,
sum høvdu væntað, at
herurin fór at taka valdið,
men nú tað hendi, kom tað
ikki óvart á nakran, at tað
var Sondhi Boonyaratkalin,
generalur, sum skipaði fyri
kvettinum.
Generalurin er muslimur
og tann fyrstu muslimski
herovastin í Teilandi, har
95 prosent av fólkinum
eru buddhistar. Hann bleiv
settur í starv sum herovasti
í fjør, og høvuðsuppgáva
hansara var at berja niður
teir muslimsku uppreistra
rmenninar har suðuri í
landinum. Tað hevur hann
kortini ikki megnað.
Tað er alment kent, at
herovastibn
hevur
gott
samband við Bhumibol
Adulyadej kong. Kongurin
hevur fleiri ferðir sagt
seg vera misnøgdan við
politikkin hjá stjórnini, og
herovastin hevur lovað at
styðja kong.
– Er tað nakað, sum eg
og herurin kunnu gera fyri
landið, so gera vit tað, tí
eg eri kongsins hermaður,
hevur herovastin sagt. Nú
vilja summi vera við, at
kongur kanska átti sín
lut í kvettinum í gjár. Í
hvussu er var herovastin á
kongsborgini og tosaði við
kong í gjárkvøldið.
Tað var væntandi
Politiska kreppan
í Teilandi
6. februar 2005: Flokkurin
hjá Thaksin Shinawatra
vinnur stórsigur annað
tjóðartingsvalið á rað og
fær 377 av teimum 500
tinglimunum.
23. januar 2006: Thaksin
og hansara næstu selja
einum íløgugrunni í
Singapore sín part av
telefyritøkuni Shin Corp.
Thaksin fær 1,9 milliard
dollarar burtur úr søluni
- skattfrítt.
24. februar: Thaksin
skrivar út nýval til 2. apríl,
hóast trý ár eru eftir av
valskeiðinum. Boðini koma,
júst sum andstøðan hevur
boðað frá einari stórari
mótmælisgongu.
27. februar: Tríggir av
andstøðuflokkunum
boða frá, at teir fara at
boykotta valið 2. apríl, eftir
at Thaksin hevur víst aftur
einum kravi frá flokkunum
um at endurskoða
grundlógina.
2. apríl: Valið verður hildið,
hóast andstøðan boykottar
tað.
4. apríl: Valið gerst eitt
mótmælisval, og Thaksin
boðar kongi frá, at hann fer
at leggja frá sær, tá tingið
kemur samanaftur.
5. apríl: Thaksin letur
varaforsætisráðharranum
ta dagligu stjórnar
leiðsluna.
26. apríl:
Andstøðuflokkarnir kunn
gera, at teir eru sinnaðir at
stilla upp til eitt nýtt val,
um úrslitið av valinum 2.
apríl verður ógildað.
8. mai:
Grundlógardómstólurin
ger úrskurð um, at valið
2. apríl var í stríð við
grundlógina og mælir til
umval.
23. mai: Thaksin tekur
aftur við sum forsætis
ráðharri, og stutt eftir
verður kunngjørt, at
nýval verður tann 15.
oktober. Kongur góðtekur
avgerðina.
19. september: Thaksin,
sum er staddur á ST-
fundi í New York, lýsir
Teiland í undantaksstøðu,
eftir at stríðsvognar hjá
herinum hava kringsett
stjórnarskrivstovurnar
í Bangkok. Samstundis
kunnger herurin, at Thaksin
og stjórnin eru koyrd frá.
FAKTA
Sonthi Boonyaratkalin,
generalur, er tann sterki
maðurin í Teilandi
Mynd: Reuters
Thaksin Shinawatra, forsætisráðharri, var á ST-fundi í New
York, tá herurin koyrdi hann og stjórnina frá
Mynd: Reuters