Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 181 - 20. september 2006 Nú hóttanin um at taka oyggjarnar sum gíðslar í einum møguliga komandi verkfalli aftur hongur yvir høvdinum á okkum, eigur tað at vera eitt ófrávíkiligt krav frá Suðuroyingum, Sand­ oyingum og fólki á útoyggj, at landspolitikararnir kenn­ ast við sína ábyrgd og - um tað gerst neyðugt - við lóg steðga afturvendandi áganginum móti pørtum av landinum. Tað er ongin ivi um, at samráðingarnar millum Starvs­mannafelagið og Fíggjar­málaráðið, sum nú eru, kunnu gerðast bæði harðar og drúgvar, nú landsbúskaparliga gongdin í landinum sum heild er rætta vegin, samstundis sum løgtingsval aftur nærkast og andstøðan á Løgtingi tí neyvan fer at gera arbeiði hjá fíggjarmálaráðharranum lætt­ari. Vit skulu eisini minnast til, at tað ikki bert eru sáttmálaviðurskiftini hjá Starvsmannafelagnum, sum skulu greiðast, men at starvsfólkini umborð á strandfaralskipunum eru um­boðað av eini 4 fak­ fe­løgum og vandi tí er fyri, at oyggjarnar verða verkfallsraktar fleiri ferðir, so hvørt sáttmálarnar skulu endurnýggjast. Fjølmiðlarnir og politikararnir Tað er at fegnast um og ábyrgdarfult blað­­manna­ avrik, at blaðmaðurin á Sosialinum, Áki Bert­hold­ sen, í farnu viku varpaði ljós á samráðingarnar og harvið varpaði ljós á vandan fyri, at verkfall aftur skal raka strandsfaraskipini, sum eru lívæðrin til oyggjarnar, eins og hann kon-fronteraði landspolitikararnar við støð­una, sum enn eina­ ferð kann koma í. Hjá lands­politikarunum ber tí ikki longur til at lata sum um verkføllini koma óvart á. Tað er eisini at fegnast um, at tingmaður sambandsfloksins í Suðuroy og javnaðartingmaðurin í Sand­oy, sum báðir eru í samgongu, hava tikið støðu í málinum og um neyðugt eru til reiðar at lóggeva á økinum. At tjóð­ veldisumboðið í Suðuroy, sum andstøðu­limur ikki vil svara beinleiðis, hvørt hann um neyðugt fer at taka undir við at tryggja siglingina við lóg, var væntandi, meðan tað er skuffandi at vera vitni til, at álit javnaðarfloksins í samgongu - hóast alt valdur í Suðuroy - hinvegin nærmast yppir øksl og bert staðfestir, at tað, sum higartil er gjørt í málinum frá landspolitiskari síðu, “ikki er gott nokk”. Slíkt kann ikki brúkast til nakað sum helst. Í longdini ber ikki til, bert at halda seg flótandi við tosi og taktikki, men glíða av, tá á stendur. Enn verður tó í spenningi bíða eftir greiðum útmeldingum, serstakliga frá hinum báðum javnaðartingmonnunum úr Suðuroy. Vinnan bløðir og sjálv­ søgd mannarættindi verða skerd Øll vita vit, at vinnulívið úti um oyggjarnar, har ar­­beiðs­­loysið framman und­an er størst, arbeiðið mest óstøðugt og miðal­ inntøkurnar lægstar, so at siga verður lagt lamið, hvørja ferð verkføllini leggja samferðsluna lamna, eins og fólk verða forðað í sínum dagliga virki og sjálv­søgdu rættindi teirra til frítt at ferðast í land­ inum, verða tikin frá teim­ um. Verkfallsvandin, sum hongur yvir okkum, skapar ótryggleika í vinnuni og skerjir eitt nu íløguhugin í teimum pørtum av landinum, har alment virksemi ikki er høvuðsgrundarlagið. Ì hes­um døgum eru vit m.a. vitni til, at eitt av størstu arbeiðsplássunum á Tvøroyri, Føroya Fiska­ virking, sendir arbeiðsfólk í hópatali til hús, eins og vandi er fyri, at virkið kemur at standa stongt stóran part av árinum, um ikki lønandi vinna aftur fæst í lag. Landspolitikararnir og fakfeløgini mugu vísa ábyrgdarkenslu og sam­ felagssinni, soleiðis at tað ber til at reka vinnuligt virksemi úti um landið – serstakliga innan okkara høvuðsvinnu – og er álitið á flutningssambandið millum oyggjarnar ein týðandi part­ ur av fortreytunum, sum eru galdandi. So høgligt og ómakaleyst Tað tykist so høgligt og ómaka­­leyst at taka oyggj­ arnar sum gíðslar, hvørja ferð ósemjur stinga seg upp á arbeiðsmarknaðinum. Ì Sosialinum fríggjadagin tann 15. september sóu vit, at formaðurin í Starvs­ manna­felagnum legði eftir lands­politikar­um, sum, um neyð­ugt, eru til reið­ar við lóg at tryggja vinnu­­lívin­um og fólki í útjað­aran­um arbeiðs­frið og van­lig manna­rætt­indi, eins og skjýtur teimum í skógv­arnar, at teir reka floks – og lokal­politikk. Fak­felags­for­mað­urin nýtir her vanligu útslitnu snild­ una, sum vit kenna hana frá landspolitikki, hvørja ferð mál viðvíkjandi útjað­ aranum eru til viðgerðar. Hvørt snildan í hesum føri verður nýtt sum skálkaskjól fyri at fjala út yvir, at fakfelags-formenn við jøvn­ um millumbilum eisini standa fyri vali, og tí royna at tekkjast tí øki, har tær flestu atkvøðurnar kunnu væntast, skal verða ósagt. Í ávísum førum er tó ikki so stórur munur á fakfelgs- politikki og landspolitikki, tá saman um kemur. Ov lítil vilji frá báðum pørtum Um so varð, at manningar­ nar á strandfaraskipunum fingu í boði at gerast tæn­ astumenn, ella at verða sett­ar í starv við tæn­astu­ mannalíknandi treytum og fak­feløgini góðtóku eina slíka skipan, varð ikki talan um at skerja verk­falls­rættin, men at bjóða starvs­fólk­un­ um betur setanarviðurskifti. Hesin framferðarháttur varð m.a. nýttur fyri at tryggja flogferðsluna móti verkføllum og hevði verið eins væl nýtiligur, hvat strandfaraskipunum við­víkur. Neyðugur lands­ politiskur vilji hevur tó ikki verið til, á hendan hátt at tryggja oyggjarnar eins og flogferðslan varð tryggjað, samstundis sum fakfeløg- ini ikki hava verið sinnað at lata samferðsluna millum oyggjarnar frá sær sum verkfallsvápn. Sjálvsagt skulu vit sum framkomið samfelag virða frælsa samráðingarrættin og harvið verkfalls-rættin. Mark má tó vera fyri, í hvønn mun samfelagið ferð eftir ferð loyvir, at partar av landinum verða lagdir lamnir og at ótryggleiki støð­ ugt skal valda. Í londunum uttan um okkum, er tað als ikki vanligt, at ávís øki í londunum í tíð og ótíð verða tikin gíðslar, soleiðis sum verkfallsrætturin ferð eftir ferð hevur verið misnýttur til at skaða Suðuroynna, Sandoynna og útoyggjar. Tí mugu vit staðfesta, at atlitini til hesar partar av samfelagnum, soleiðis sum teir hava verið útpíndir av verkføllum gjøgnum árini, viga tyngri enn atlitini til verkfallsrættin. Tvinnir eru kostirnari, hvørgin teirra mjúkur Av tí at tað ikki hevur verið neyðugur landspolitiskur vilji til at tryggja sam­ ferðsl­una til oyggjarnar í friðar­tíðum, eins og flog­ ferðslan varð tryggjað, standa landspolitikararnir, nú ófriður aftur hóttir á arbeiðsmarknaðinum, í teirri støðu, at teir, um hótt­an­inar gerast veruleiki, mugu velja ímillum, við lóg at tryggja sam­ferðsl­una til oyggjar­nar og harvið fáa skotið í skógv­ar­nar, at teir skerja verk­falls­rættin, ella, um dirvi til at lóggeva svíkur, fram­vegis hava ábyrgdina av, at vinnu­lív og fólkið, sum búleikast úti um oyggjarnar, fram­haldandi verður fyri aftur­vend­andi seig­pínandi ágang­inum. Seinast verkfall var, tóktust í hvussu so er flestu samgongutinglimirnir hava neyð­uga dirvið at lóg­geva á økinum og harvið reka lands­ politik. Lat okkum tó vóna, at samráðingarpartarnir koma til eina virðiliga loysn, so tað ikki gerst neyð­ ugt at lóggeva. Á Tvøroyri tann 17. september 2006. Knústar fløskur flóta yvir alt í føroysku náttúruni. Hetta er til stóran ampa fyri bæði børn, vaksin fólk og fæ. Samstundis vil stjórin í Føroya Bjór hava Hoyvíksavtaluna útsetta ella strikaða, tí hon fer at geva glasfløskum kapping. Í seinastuni hevur stjórin á Føroya Bjór gjørt vart við, at hann ikki er fegin um Hoyvíksavtaluna, tí hon millum annað fer at lata upp fyri innflutningi av øli og sodavatni í blikkum og øðrum einnýtisíløtum úr grannalandinum fyri vestan. Eingin kann siga hann ringan fyri, at hann roynir at gera sína vinnupolitisku ávirkan galdandi í egnum heimlandi og forða fyri, at hansara fyritøka fær kapp­ ing frá útlendskum fyri­ tøkum, sum eisini framleiða øl og leskidrykkir. Hann hevur víst á, at Føroya Bjór hevur gjørt íløgu í eina fløskureturskipan, og at hetta er ein feilíløga, um íslendskir drykkir í ein­nýtis­ íløtum koma at standa á føroysku keypmans­hill­un­ um. Ein hevur mangan undr­ ast á, hví tað er loyvt at selja drykkir í glasfløskum í Føroyum, tá tað ikki er loyvt at selja í blikkdósum. Serliga torskilt blívur tað, tá grundgevingin fyri tí­líkari lóggávu verður søgd at vera, at glasfløskur eru meiri umhvørvisvinarligar enn blikkdósir! Gongur tú ein túr eftir Havnargøtum ein vanligan dag, so kanst tú vera so gott sum 100 % vísur í, at tú rennir teg í eina rúgvu av sorlaðum fløskum – tað verið seg eftir gongu­breyt­ ini, á vegnum, inni mill­um bygningar, inn móti húsa­ veggjum, í bussskýlum, og á parkeringsplássum. Eru tiltøk – eitt nú Ólavsøka – so stendur heilt av skriðuni til. Tá sleppir tú at brúka náttina til at pilka glassplintur úr svartaskónum. Hevur Føroya Bjór gjørt íløga í eina maskinu, sum verður torfør at vinna inn aftur, um glasfløskur fáa kapping frá øðrum emballagum, so er tað harmi­ligt fyri Føroya Bjór. Men tað kann ikki vera rætt at smíða ella splintra landsins lógir soleiðis, at bann verður sett móti fríari kapping av drykkum, tí Føroya Bjór hevur gjørt íløgu í eina maskinu. Ser­ liga ikki um umhvørvið skal gjalda prísin. Vildu politikarar um­hvørv­inum væl, so áttu teir at lóg­givið soleiðis, at munandi hægri pant varð lagt á øll sløg av emballagu. Ein króna fyri eina fløsku er so látur­ligt, at eitt­hvørt smá­barn heldur gevur eini liggj­andi fløsku eitt spark, so hon fer í knús, enn at samla hana upp. Varð pantið fyri eina fløsku sett upp í 10-15 krón­ ur, so høvdu vit helst sæð eitt reinari umhvørvi. Tað sær út til, at tað má svíða í pengapunginum, áðrenn tað munar nakað. Lat tað loksins verða nevnt, at tað ber væl til at leggja pant á blikkdósir, so sum gjørt verður í Noregi til dømis – umhvørvinum at gagni. Fyri stuttum var politikari úr útjaðaranum frammi við kravi um, at tað skal verða bíligari at ferðast millum miðstaðarøkið og útjaðaran. Politikarin var held­ur ikki hesaferð úr Suður­ oynni – hann var úr Klaks­vík, og hann kravdi gjøgnum útvarpið, at tað skal verða helvtina bíligari at ferðast gjøgnum Norðoyatunnilin. Hann hevði eisini eitt ítøkiligt boð uppá, hvussu hetta skal fíggjast. Avdráttartíðin fyri lánini skal leingjast, og skattgjaldarin skal gjalda restina. Sum flestu onnur, ið mugu gjalda fyri at koma inn í miðstaðarøkið, eri eg samdur við honum i, at bøtast má munandi um umstøður okkara, at ferðast millum miðøkið og útjaðaran. Øll væl lærd skilafólk hava í áravís sagt okkum, at tú kanst ikki menna útjaðaran, um tú ikki hevur gott samband við meginøkið. Landið eigur Norðoya­ tunnilin, Vágatunnilin (parta­feløgini) og Smyril. Tá fólk, sum ferðast úr miðøkinum norðureftir og vestureftir, kunnu keypa kubbar fyri hálvan prís, ja, so eiga fólk, sum ferðast suðureftir, sjálvandi eisini at kunna keypa somu “kubbar” fyri sama prís. Føroyingar hava higartil staðið saman og víst sam­ haldsfesti á flestum sam­ felagsøkjum – eisini tá talan hevur verið um at menna miðstaðarøkið. Samfelagsfrøðingur hevur nýliga víst á, hvat útjaðarin hevur mist í kappingarføri, fyri at miðøkið kundi menn­ast. Miðøkið blómar nú, men tað ger partur av út­jað­aran­um ikki. Tí er nú tíð uppá, at føroyingar við opnum sinni mugu venda eygunum móti tí partinum av landinum, sum ikki er væl fyri. Tíð er eisini pengar, verð­ur sagt. Eingin kann longur góðtaka, at bíðitíðin at sleppa til útjaðaran (her Suðuroynna) er hin sama sum fyri 20 árum síð­ani. Hetta kostar dýrt í kappingarføri. Samhaldsfasti hugburð­ ur okkara má gera, at tað ikki er munur á ferðakostnaði úr Vágum, úr Norðoyggjum og úr Suðuroynni. Stutt sagt: fleiri túrar og bílig 10- túrakort (ella kubbar, sum eru galdandi fyri undir­ sjóvartunlarnar og Smyril). Kundu vit funnið semjur um hetta, var nógv vunnið. Ber hetta ikki til, mugu vit ásanna, at solidaritetur – har vit bera byrðar í felag - bara er galdandi fyri nøkur. Skal Hoyvíksavtalan splintrast? Suðuroy, Sandoy og útoyggjar aftur hóttar av verkfalli Jaspur Vang suðuroyingur Marner Tausen Hilmar Simonsen Ferðing millum miðøkið og útjaðaran viðmerkingar