mikudagur 20. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 20. september 2006
11
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Okkara holla og bókliga
vælútbúna fólk eigur
framvegis at koma við
ráðum, men givið er,
at hugsast skal um, at
visjónir bert geva úrslit,
um tær samfelt eru
tengdar at strategi og
arbeiðsmentanarligum
veruleikum.
Tað er við ávísum spenn
ingi fylgt hevur verið við
frágreiðingum frá strategi
bólkum í samband við visjón
2015. Ein visjónsætlan er
altíð bæði viðkomandi og
neyðug.
Menning av einum landi,
kanska serstakliga lítlum
landi, er samansjóðing
av visjón, strategi og ikki
minst arbeiðsmentan við
royndum. Hetta verður okk
ara vinnu- og handilslív
konfronterað við hvønn
einasta dag.
Hesir tríggir grundstólpar
gera samfelt, at nýhugsan
við visjón hevur botn í
veruleika, at strategi verður
bygd á traditión og, at
arbeiðsmentan fylgir hesum
upp.
Tað vit eru góð til
Fyri nú mongum árum
síðani fór stóra oljufelagið
Exxon at selja og marknaðar
føra teldur, so meira kundi
fáast burturúr. Hetta gav satt
fíggjarligt bakkast. Teir vóru
noyddir at gevast. Orsøkin
var, at teir ætlaðu at reka
teldufyritøkuna á sama hátt
sum oljufyritøku. Um somu
tíð fór kenda amerikanska
elektronikkfelagið
RCA
at ráðgeva í fíggjarátøkum
og at leiga bilar út. Úr
slitið segðist, at stjórnar
skrivstovurnar
fingu
nakrar løgnar musikalskar
skrivstovustólar, ónøgdar
meðarbeiðarar og vinning
urin fekk álvarsamt skot
niðureftir. Her var betri at
flýggja enn at falla.
Føroyar hava seinastu
árini fingið fólk við holl
ari bókligari útbúgving
aftur úr útlond-um, úr t.d.
Keypmannahavn og Lond
on. Mong hava fingið føst
størv á almennum skriv
stovum. Hesi fólk eru
komin landi okkara væl við
á meiri enn ein hátt.
Hinvegin er tað kent
um allan heim, at tað eru
einstaklingaavrikini, sum
gera munin. Her kundi
verið nevndir eitt ótal av
einstaklingum, sum full
komiliga broyttu okkara
lívsmynstur. Liðavrik er
ikki júst tað, ið hevur hepn
ast best hjá okkum.
Eingin veit alt
Fyri 40 árum síðani var
sagt av einum kapasiteti
innan fiskivinnuna, at “salt
fiskur er ein saga blot”,
aðrir fiskimenn, sum eg
hevði og framvegis havi
stóra respekt fyri, søgdu
um somu tíð, at “útróður
verður eingin eftir um 20
ár”. Hesar útsagnir eiga
at siga okkum nakað, tær
kunnu ikki bara kveistrast
til viks.
Fyri stuttum las eg grein
í danska blaðnum Eksport
fokus um menningina í
Estlandi á KT-økinum,
at røturnar til projektið
Skype, sum varð selt fyri
tvítals milliarda upp-hædd
til USA, júst vóru í hesum
landi. Hyggur tú víðari eftir
orsøkini, vísir tað seg, at
við hollari útbúgving saman
við eini traditión innan KT-
vinnuna heilt aftur í sovjet-
tíðina, hava hesir lagt seg
í oddin. Traditiónin telur
meira enn vit mangan
hugsa.
Lurti eftir Óla
Umráðandi er, at vit byggja
á ta traditión vit hava, at
vit kanna og granska innan
fiski-vinnu,
samstundis
sum vit brúka tíð til at víðka
okkum til aðrar tættir. Tí
taki eg so hjartaliga undir
við Óla Jacobsen, formanni
í Fiskimannafelagnum, at
skulu broyting-ar gerast,
skulu tær gerast við skili
og yvir ikki einans trý ár,
men yvir eitt nógv longri
tíðarskeið. Avtøka av ymisk
um afturberingum til fiski
vinnuna er ikki einføld.
Nú veit eg ikki, hvussu
harðliga Jan Mortensen,
stjóri
í
Vinnuhúsinum
meinti tað sum hann segði,
tí ein kann fáa varðhugin
av, at sum skjótast “fáa
studningin avtiknan, før
oyingar í land so hesir
gera annað arbeiði og
útlendingar at manna skip
og bátar”, tí samstundis
er komið fram, at fáa ein
opnan
arbeiðsmarknað
millum Føroyar og ES. Vit
skulu hava í huga, at um
kanska ikki so nógv ár,
verður Turkaland limur ES.
Við hesum landinum koma
trupulleikarnir at økjast í
stórum. Latið okkum vera
varðin.
Jan Mortensen segði fyri
tíð síðani, at “føroyingar
hava tað, at teir fara fram
til krossveg, hyggja báðar
vegir men fara hvørgan”.
Hetta er væl sagt. Møguliga
tí vil hann koma við nøkrum,
sum fullkomiliga brýtur av
frá hesum veruleika. Men
haldi, at Jan er farin nakað
langt í sínum útsagnum, tí
er tað hetta hann meinar, er
tað harmiligt, vandamikið
og veruleikafjart.
Sjálvandi skal okkara
holla og væl útbúnað fólk
koma við ráðum, men
givið er, at hugsast skal
um, at visjónir bert geva
úrslit, um tær samfelt
eru tengdar at strategi og
arbeiðsmentanarligum veru
leikum.
Visjón og traditión
Fólkaflokstingmaður í
Norðoyggjum
Jógvan við
Keldu
Loyalur, sambært orðabók
ina merkir hetta, trúgvur,
ærligur, heiðurligur, hollur
ella dyggur.
Loyalitetur merkir trú
skapur. Ískoytið il- er
útlendskt fyri føroyskt ó-.
Hvørki orðabókin ella
grundlógin
siga
nakað
um, hvørjum ein skal vera
loyalur móti, ei heldur
verður nevnt, um loyalitetur
merkir óavmarkaður trú
skapur móti ávísum persóni
tí at persónurin, hevur ta
valdsstøðuna, hann hevur,
ella um ein letur trúskap
sín eftir sínum egna morali
og sannføring. Helst er tað
soleiðis, at flestøll í okkara
parti av heiminum meta
seg, at hava frælsi til at
velja hvørjum fólkum ella
hvørjum idealum ein er
loyalur ímóti, og í hvussu
so er, gera flestokkara
sjálvi av, hvussu langt
loyaliteturin røkkur, uttan
at hesin loyalitetur afturfyri
rakar okkara livibreyð.
Tó sýnist, sum spurning
urin ikki er heilt greiður tá
á stendur. At vísa seg ber
til, at reka fólk av garði
vegna illoyalitet, um ein
gongur yvirvøldini ímóti.
Søgan, sum hon varð søgd
um dagarnar, sýndi annars
ein sera loyalan skattaborg
ara, sum ikki hevur gjørt
annað enn at verja støðu
skattaborgarans ímóti eyð
ráni yvirvaldsins.
Skattaborgarin sá dagsins
ljós einaferð í fornøldini tá
onkur snildur herhøvdingi
fann uppá, at fáa bøndurnar
at fíggja krígsførslu sína,
soleiðis at hann sjálvur og
hermenn hansara kundu
tíggja sær, sum teimum
lysti
uttan
fíggjarligar
avmarkingar.
Meginreglan við skatta
útskriving nú á døgum er
hin sama sum tá. Sjálvt um
herførarin fór higani fyri
fleiri túsund árum síðani,
so hevur eftirtíðin støðugt
fostrað nýggjar skatta
uppkrevjarar, og nýmótans
herførarin skal eisini nýta
pening til at tryggja valds
støðu sína. Hansara kríggj
verða enn fíggjað við
skattapeningini, alt fyri at
menna og betra umstøður
skattaborgarans
verður
sagt, men ikki minst fyri at
tryggja teir sjálvar.
Í
okkara
nýmótans
fólkaræði róptu høvdingar
nir annars nógv um gjøg
numskygni og opinleika,
men tað var beint áðrenn
valið, og átti, sum so mangt
annað skattaborgarin hevur
lagt oyrað til, ikki at takast
fyri fult.
Gjøgnum øldirnar er
skattaborgarin vorðin gam
al, blindur og deyvur, nær
um málleysur, men tó ikki
heilt býttur. Onkuntíð rakar
hann við okkurt, sum hann
veit ikki er, sum tað eigur
at vera.
Nútíðar herhøvdingin er
ikki verjuleysur, minni enn
so. Men hjá okkara ávísa
høvdinga má bland vera
komið í vápnini, at nýta
loyalitet var tápuligt, hóast
tað sýnist sum høvdingin
hugsaði seg eitt sindur um,
tí hann tordi ikki at nýta
føroyska orðið trúleysur,
men segði illoyalur, kanska
so at skattaborgarin ikki
skuldi skilja tað, ið sagt
varð.
Eftir stendur at søgan
kann ikki enda her, um
vit nú ímynda okkum at
skattaborgarin
umsíður
hevur fingið áhuga fyri
hvussu eitt opið og gjøg
numskygt rættarsamfelag
loysir sínar ivaspurningar.
Tí er bert eftir at vóna, at
ÚF, sum segði søguna, ikki
verður sløkt vegna illoyalan
tíðindaflutning.
Landbúnaðurin hevur hóast alt megnað
tað sum tað almenna enn ikki hevur
megnað:
At rinda blokkin aftur
haðani hann kemur
Eingin er fegin um at taka ímóti studningi. Og flestu
eru samd um, at studningur er ikki besta loysnin í
vinnuligum høpi. Men soleiðis, sum struktururin og
skipanirnar í landbúnaðinum eru vorðnar, kann ikki
krevjast at føroyski landbúnaðurin skal klára seg í
kappingini við innfluttar landbúnaðarvørur, sum í
flestu førum fáa fleirfaldt tann stuðul, sum føroyski
landbúnaðurin fær úr landskassanum.
Hetta hava vit fleiri ferðir áður víst, á og hetta er
neyvan nakað nýtt fyri flestu. Men tað sum higartil bert
hevur verið ein pástandur er nú prógva-, nevniliga at:
Landbúnaðurin rindar allan studningin aftur haðani
hann kemur, til landskassan!
Hetta er nú prógv svart upp á hvítt
Hetta hevur óhefti búskaparfrøðingurin Magni Laksaf
oss nú prógvað. Við øðrum orðum kann sigast, at
føroyski landbúnaðarstuðulin fyri tað mesta er stuðul,
ið kemur føroyska brúkaranum beinleiðis til góðar, tí at
matvørurnar eru bíligari at keypa.
Netto gjaldstreymurin kortlagdur
Av tí at landbúnaðarstudningurin í fleiri førum er
skorðin niður ella hevur staðið í stað er støðan broytt
frá at landbúnaðurin í 1990 fekk (netto) 12,5 mill. kr
í studningi, til at landbúnaðurin í 2005 (netto) so at
siga, rindaði allan studningin aftur í landskassan haðani
hann kom.
Støðan broytist alla tíðina og eg eri sannførdur um,
at vóru talvurnar í kanningini hjá Magna Laksafoss
dagførdar við tølum frá 2006 høvdu vit sæð, at
landbúnaðurin rindar meir til landskassan enn hann
fær.
Ungar váðafúsar familiur taka við
Landbúnaðurin stendur fyri lutfalsliga stórum struktur
broytingum í hesum døgum. Krøvini til matvøru
framleiðslu bara herðast, og trýstið á matvøruprísirnar
gongur bert ein veg. Skulu tey sum starvast innan hesa
vinnu megna at fylgja við tøkniliga og fíggjarliga er
avgjørt ikki brúk fyri slíkum hóttanum og óstabiliteti
sum hesin strategibólkurin borðreiðir við. Heldur
hinvegin. Skulu vit rokna við at ungar kreftir vísa
landbúnaðinum áhuga, er avgjørt neyðugt at karmarnir
um vinnuna eru stabilir og dagførdir soleiðis at ábyrgd,
váði og rættindir fylgjast at.
Hvør er illoyalur, nær?
Súsanna
Dam
nevndarformaður,
Bóndafelag Føroya
Bjørn
Patursson
-14
-12
-10
-8
-6
-4
-2
0
Mill kr
1990
1995
2000
2005
Ár
Netto gjaldstreymur til ta_ almenna frá landbúna_inum
viðmerkingar