mikudagur 20. september 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 181 - 20. september 2006
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í menta
málum, hevur sett Andras Mortensen í starv sum
landsantikvar. Landsantikvarurin hevur sum
kunnugt ovastu embætisligu ábyrgd av okkara
fornminnum og mentanararvi sum heild – við
øðrum orðum eitt sera týðandi starv. Andras
Mortensen er maður í góðum árum og hartil
sera væl útbúgvin – søgufrøðingur og doktari
í sínum faki. Í 2001 vardi Andras Ph.D heitið
frá Fróðskaparsetri Føroya fyri ritgerðina “Hin
føroyski róðrarbáturin, sjómentir føroyingar í
eldri tíð”. Ritgerðin varð givin út í bók, og fyri
hana varð hann heiðraður við virðisløn M.A.
Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Landsstýrismaðurin hevur gjørt eitt gott val, tí
eingin ivi er um, at nýggi landsantikvarurin er
sera væl skikkaður og hevur teir akademisku
og leiðsluligu førleikar, ið krevjast til hetta
starvið. Hartil hevur hann stóra virðing í fak
liga umhvørvinum úti sum heima. Føroya
Fornminnissavn hevur uppiborið eina góða
leiðslu. Her er talan um stovn av sera stórum
týdningi fyri føroyska mentan og søgu, og
harvið hevur stovnurin avgerandi týdning fyri
okkara samleika sum tjóð.
Stovnurin umsitur og varðveitir okkara
mentanararv. Hetta er ein stór og ábyrgdarfull
uppgáva og synd er at siga, at stovnurin hevur
fingið góða viðferð av landsins myndugleikum
hesi seinastu árini. Men sum kunnugt fyllir
mentanararvurin nógv í Visjón 2015 og hetta
kundi týtt uppá, at landsins myndugleikar
nú eru vaknaðir og loksins hava skilt hvønn
týdning stovnurin hevur fyri okkara mentan
og samleika. Fornminnissavnið hevur havt tað
trupult seinastu árini og hava trupulleikarnir
ikki stavað frá stovninum ella starvsfólknum
men frá vánaligari politiskari leiðslu. Nú
hevur landsstýrismaðurin í mentanarmálum so
skorið ígjøgnum og sett ein persón við teimum
neyðugu førleikunum at leiða stovnin. Hetta er
eitt sera gott val og nú vóna vit øll, at stovnurin
fer at mennast og blóma til gagns fyri land og
tjóð.
Sosialurin
Eitt gott val
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Eg takið tí
undir við, at Løgtingi
beinanvegin tryggjar, at
ferjur verða undantiknar
at verða raktar av
møguligum streikum
Síðan 2002 er ferðslan um
Vestmannasund ikki rakt av
streiku. Men vit hava ikki
gloymt tað miðaldarligu
støðu, vit vóru blakaði í,
hvørja fer ferjurnar vórðu
raktar av streiku.
Tíðin er farin frá at lemja
ein part av landinum við at
blokera ferðsluna til og frá.
Føroyar eru eftirbátur á
hesum øki, so tað stendur
eftir. Tað er stór skomm,
at slíkt enn kann fyrikoma.
Virkir hava kanska bart
og strevast í fleiri ár fyri
at fáa ein sáttmála við ein
keypara. Síðan kemur ein
streika og oyðileggur alt.
Onkur hevur nevnt, at t.
d. matvøruvirki í Skálavík,
varð skotið niður av eini
streiku, beint eftir at tað var
farið á flog. Skaðin var so
stórur, at tað ongantíð aftur
floygdist. Virkið missir sátt
málan – og fólkið missir
arbeiði.
Niðurleggjan av sigling
um firðir og sund hoyrir
eini farnari tíð til - tí
hon rakar fyrst og fremst
arbeiðsfólkið, og har serliga
tey, ið hava við fiskivinnu
okkara at gera.
Um hetta ikki steðgar, so
má enn einaferð ásannast,
at vit saga greinina av, ið
vit sita á. Hendan óvissan
ger eisini, at mong virkir
ikki tora at binda seg til
sáttmálar, ið møguliga ikki
kunnu haldast. Tí ongin
veit, nær næsta streikan
bumbar virkini í sor.
Eg havi í mong ár hildið,
at samferðslan ímillum
oyggjarnar ikki eigur at
verða rakt av streikum. Eg
meti, at løgtingi eigur at
loysa hendan trupulleika
einaferð med alla.
Útjaðari, útoyggjar og streikur
løgtingsmaður
Marjus
Dam
Eg meti, at Fiskirannsóknar
stovan er ein stovnur, ið ikki
dugir at seta sær sjálvum
rættar og viðkomandi spurn
ingarnar, og tað er har skeiv
leikin stavar frá.
Tað er trupult at vera
fiskimálaráðharri í hesum
døgum, nú grundarlagið
fyri hansara tilmælum er til
ummælis dag og dagliga.
Tað nýggjasta er, at Hjalti
í Jákupstovu ikki tolir
trýstið longur, og vil hava
uttanveltaði fólk at kanna
mannagongdirnar á stovni
sínum. Hann leggur upp til,
at hansara samstarvsfelagar
uttan úr heimi skulu keyp
ast heim at kanna, um
Fiskirannsóknarstovan
arbeiðir rætt út frá einum
heimsgeniraliseraðum og
bókligum vinkli.
Góði Bjørn, lat teg ikki
verða førdan bak ljósið av
einum vísindastjóra, sum
ikki tekur væl orðaðan kritik
til eftirtektar, men hinvegin
fer í verjustøðu og biður
fólk við somu hugsan, sum
hann sjálvur hevur til vís
indini, koma inn at forsvara
eina haltandi og mangul
fulla teori.
Tað, sum eftir míni bestu
sannføring hevur størsta
týdning fyri alt Føroya
land, er, at vit hava eina
nágreiniliga og framkomna
fiskigransking, soleiðis at
vit í ein ávísan mun hava
tamarhald á, hvat fiski
mynstur vit kunnu vænta
okkum komandi árini.
Grundarlagið
undir
granskingini er, at spurn
ingar, sum svarast skulu,
eru viðkomandi. Eru spurn
ingarnir skeivir, verður
svarið eisini skeivt. Tað er
hetta, sum eg vil vísa á.
Fiskimaðurin, sum árliga
er á fiskifeltinum, kann
ikki verða yvirsæddur av
granskingini. Tað er júst
fiskimaðurin, sum situr við
teimum meira viðkomandi
spurningunum.
Vit hava í alt ov langa tíð
verið vitnir til bæði eina og
aðra teori, sum ikki hongur
saman, men sum stjórin á
Fiskirannsóknarstovuni
kortini velur at nýta sum
grundarlag undir sínum
tilmælum. Hetta stríðir
móti sunnum viti og skili.
Eg dugi at síggja, at tað er
umráðandi, at vit royna allar
teoriir og fylgja teimum
upp, men tá samsvar ikki
er millum teori og praksis,
mugu nýggir spurningar
setast.
Tað er eitt ótal av fak
torum í ávirka okkara
náttúrutilfeingið,
sum
fiskifrøðingar als ikki taka
hædd fyri, faktorar sum eru
alt avgerandi, og sum geva
spurningar, sum byggja
millum annað á tilfar, sum
fiskirannsóknarstovan sjálv
er komin við. Skulu vit
fáa svar á hesum spurning
um, krevur tað, at Fiski
rannsóknarstovan kemur at
arbeiða sum ein Fiskirann
sóknarstova og ikki sum
nú er, har stovan útilokandi
arbeiðir sum ein Fiskiveiði
rannsóknarstova, enntá við
skeivt samansettum veiði
hagtølum. Hetta krevur
hugsunarbroytingar bæði
politiskt, men ikki minst
frá stovuni sjálvari. Eg meti
ikki, at vit kunnu liva við
núverandi skipan. Tilmælini
eru so illa undirbygd, og tí
velur stovan at binda um
heilan fingur við at skerja
fiskidagarnar í ríkiligt mát.
Hetta sama hevur Fiski
málaráðharrin valt at gera,
og kostar tað Føroyalandi
á hvørjum ári stórar upp
hæddir.
Fari til síðst at heita á
fólk, sum hava skil fyri
jarðbundnum
búskapi,
um veruliga at vísa teim
um yvirordnaðu fiskarí
fanatisku búskaparfrøðing
unum, at vit framvegis
liva av fiskivinnuni. Til
inntøkan í framtíðini møgu
liga kemur aðrastaðni frá,
kunnu vit ikki liva við, at
landið letur peningaligan
stuðul til fólk, ið vilja fiski
vinnuni illa.
Lat okkum ikki byrja
at bróta niður, áðrenn vit
hava tryggjað okkum nakað
nýtt.
Hvat vilja vit við Fiskirannsóknarstovuna?
Eyðstein
Poulsen