mikudagur 20. september 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 20. september 2006
9
tíðindi
fiskur
– Tað vísti seg, at
alt gekk, sum tað
plagdi, bæði tá ið vit
vórðu avskornin frá
dønum í 1940, og tá
ið føroyingar høvdu
valt loysing í 1946.
Samfelagið var ikki
so materialistiskt
tá sum í dag, segði
Petur Højgaard á 14.
Septemberhaldinum
á Eiði
Fólkaatkvøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Petur Højgaard í Saltangará
giftist seks dagar fyri fólka
atkvøðuna í 1946, og herfyri
náddi hann eisini aldurin til
diamantbrúdleyp.
Petur segði nøkur orð undir
14. Septemberhaldinum á
Eiði síðsta hóskvøld.
Hann vísti á, at sambands-
og samríkismenn, bæði í 1940
og í 1946, brúktu nógv tíð
upp á at fortelja fólki, hvussu
bundið føroyska samfelagið
var at Danmørkini.
Øgiligur ”skrekkur”
– Tað var ræðuligt fyri
hesi fólk, tá ið sambandið
við Danmark varð slitið
við týsku hersetingini
av Danmark í 1940 – og
bretsku hersetingini av Før
oyum sama ár. Jú, hetta var
ein øgiligur ”skrekkur” fyri
tey, sum hildu, at vit einki
forsmáddu okkum sjálvi.
Men, legði Petur Høj
gaard aftrat:
– Alt vísti seg at ganga,
sum tað plagdi. Hønurnar
vurpu, og kýrnar mjólkaðu
við sama lag – og torvið
fekst til høldar. Tað vísti
seg, at alt kom av sær sjálv
um. Skipini fóru – og tey
flestu komu tíbetur aftur.
Fiskaprísurin var góður.
Kostaði dýrt
Petur ásannaði, at tá ið sam
anum kom, kostaði kríggið
mongum føroyskum fiski
manni lívið.
– Eg haldi, vit høvdu eini
150 skip, tá ið kríggið byrjaði,
og vit mistu eini 20 skip og
manningar burtur av. Sjálvur
sigldi eg øll stríðsárini, legði
hann aftrat.
Hóast kríggið hevði sín
prís, var hýrurin góður á
fólki.
– Vit komu í eitt viðrák,
segði hann.
Petur Højgaard segði, at
føroyingar eisini upplivdu
nógv ”æti”, hóast samband
ið við Danmark varð slitið
í stríðsárunum.
Í frásøgnini á Eiði vísti
Petur á ymiskar hendingar,
sum honum og øðrum vóru
fyri í fiskiskapi undir krígn
um, og hann greiddi eisini
frá, tá ið ein mina sprongdist
undir afturskipinum og søkti
skipið, teir vóru við.
Búnaðist nógv
Hann helt, at frøroyska sjó
fólkið búnaðist nógv undir
krígnum.
– Vit vóru jú í ”eldinum”
alla tíðina.
Petur Højgaard segði, at
føroyski sjómaðurin ernað
ist rættiliga, tá ið teir fingu
føroyska flaggið.
– Stoltleikin gjørdi, at vit
tá tordu at leggja uppaftur
meira fyri, og eg minnist,
hvussu tað kendist á vera
á deksvakt við føroyskum
flaggi í toppinum, sum hann
tók til.
Hann greiddi frá, at tað
fall honum í lut at gerast ein
av skjúttunum umborð.
– Okkum varð álagt, at vit
skuldu skjóta, um flogfør
nærkaðust, og eg minnist,
at hetta var ein ógvuliga
spennandi uppgáva at fáa
– ikki minst, nú vit sigldu
undir føroyskum flaggi.
Hetta gav okkum undir
givnum umstøðum eina
velduga optimismu, og tað
var einki við at fara niður
við nakkanum, nú vit høvdu
fingið okkara egna flagg at
verja, segði Petur Højgaard.
Ivaðist ikki
Hann segði, at føroysk sjó
fólk ikki vóru í iva um, at
føroyingar fóru at velja
loysing.
– Líka so sannførdir, sum
vit vóru í hesum, vóru vit
harmir, tá ið úrslitið gjørdist
so tepurt.
Petur Højgaard helt fyri, at
tað vóru danir og føroyskir
undanstøkkingar, sum sab
oteraðu fólkaatkvøðuna í
1946.
– Seinni fingu sam
bandsmenninir vald, og tá
fóru teir at keypa gamlar
trolarar, sum vórðu keyptir
undir ongum eftirliti. Men
teir kendu jú onga ábyrgd
fyri hesum landi, og tí var
einki annað væntandi, segði
Petur Højgaard á 14. Sep
temberhaldinum á Eiði.
Hønurnar vurpu og
kýrnar mjólkaðu
hóast føroyingar
høvdu valt loysing
– Stoltleikin gjørdi, at vit tordu at
leggja uppaftur meira fyri, og eg
minnist, hvussu tað kendist á vera
á deksvakt við føroyskum flaggi í
toppinum, sum Petur Højgaard tók til
Mynd: Jens Kr. Vang
Æti í sjónum
Løgtingsmaður Sambands
floksins reisti eisini spurn
ingin, hvussu út hevði sæð í
Føroyum eftir loysingina.
– Vit kunnu passandi brúka
myndina í fiskivinnubygdini
Eiði, nú vit eru her. Eiðisfólk
vita, at er nógv æti í sjónum,
so verður nógvur fiskur eisini.
Hinvegin – er lítið æti, verður
lítil og eingin fiskur.
Hann vísti á, at æti hjá
fólki vísir seg nú á døgum
at vera peningur.
– Er nógvur peningur
at fáa, so flokkast fólk til.
Tey trívast og fjølgast, og
fólkatalið veksur.
Edmund Joensen segði, at
størsta og stabilasta “ætið”
síðan fólkaatkvøðuna í 1946
er komið úr ríkiskassanum,
bæði sum beinleiðis veiting
til rakstur av føroyska sam
felagnum og sum peningur
úr lánigrunnum við uppruna
úr ríkiskassanum.
– Sjálvt um føroyingar
hava verið óførir – og eru av
heimsins bestu sjómonnum,
hava strevað og stríðst í fiski
vinnu og øðrum vinnum, so
hevur í høvuðsheitum helvt
in av fruminntøkunum til
føroyska búskapin stavað frá
ríkiskassanum, segði hann.
Løgtingsmaður Sambands
floksins helt, at nøgdin av
“æti” hevði verið tilsvarandi
minni, um loysingin hevði
verið fram í 1946.
– Út frá hesum hevði verið
lætt at hugsað sær, hvat hevði
verið hent, um loysingarfólk
fingu sín vilja.
Hann helt, at vit høvdu
sæð eina stóra fólkaflyting
úr Føroyum til rík økir
aðrastaðni við meira “æti”.
– Undir kreppuni fyrst
i nítiárunum fingu vit ein
“forsmakk” upp á, hvussu
sárbart føroyska samfelagið
er fyri broytingum í “ætinum”.
Umleið 7000 føroyingar
rýmdu úr Føroyum – bara
tí, at nøgdin av æti í sjónum
sveik, og hetta var, meðan
vit fingu somu “ætinøgd” úr
ríkiskassanum.
Hyggja frameftir
Edmund Joensen helt, at tíðin
er komin til, at sambandsfólk
og loysingarfólk hugsa meira
frameftir og samstarva um at
veksa um nøgdina av æti til
føroyska samfelagið.
– Seksti ár eru liðin, síð
an pólarnir í føroyskum
politikki settu spurningin
knívskarpt upp, loysing ella
samband. Báðir partar vita
innast inni, at slíkar stórar
avgerðir mugu bara takast,
um fólkið stendur aftanfyri,
segði løgtingsmaður Sam
bandsfloksins og løgtings
formaðurin,
Edmund
Joensen.
kíkin í 1946
Olaf í Garði Joensen
er varamaður á
tjóðveldislistanum í
Eysturoy
Mynd: Jens Kristian Vang