mikudagur 20. september 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 181 - 20. september 2006
tíðindi
Á 14. September-
haldinum á Eiði
seinasta hóskvøld
samanbar løgtings
maður Sambands
floksins, Edmund
Joensen, ríkisstuðulin
við æti í sjónum.
– Eiðisfólk vita, at er
nógv æti í sjónum,
verður eisini nógvur
fiskur, segði hann
Fólkaatkvøðan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað vóru tjóðveldisfeløgini í
Eysturoy og Norðstreymoy,
sum høvdu boðið Edmundi
Joensen at vera við til
haldið á Eiði, nú seksti
ár vóru liðin, síðan føroy
ingar
á
fólkaatkvøðu
høvdu høvi at atkvøða um
danskt stjórnaruppskot ella
loysing.
Millum tey umleið 100
tjóðveldisfólkini, sum høvdu
leitað sær í EB-húsið hetta
kvøldið, helt løgtingsmaður
Sambandsfloksins fyri, at
søgan altíð er áhugaverd,
men samstundis er søga
eisini afturlítandi.
– Meira áhugavert er at
hyggja frameftir og spyrja,
hvussu út hevði sæð í Før
oyum, um loysingin hevði
verið framd – og um loysing
arfólk høvdu fingið sín vilja
í 1946.
Hann helt kortini, at hin
allarfyrsti spurningurin í hes
um sambandi átti at verið,
hvussu tað í heila tikið ber til
at taka slík stig við tvíbýttum
føroyingum – helvtin fyri og
helvtin ímóti, sum hann tók
til.
– Mítt svar er, at hetta
hevði ikki borið til. Neyðugt
er, at fjøldin av fólki stendur
aftanfyri eina slíka avgerð.
Skalt tú taka so stórar
avgerðir, sum at melda land
ið hjá tær úr einum ríki,
krevst, at fjøldin av fólki
stendur saman um tað. Er
avgerðin framd í verki, vend
ist ikki aftur, segði Edmund
Joensen.
Hann legði aftrat, at politik
arar eiga ikki at útnytta, sum
hann tók til, eina uppøsta
støðu, sum tíðin uppundir
fólkaatkvøðuna í 1946 var,
eins og bankamálið var tað
í nítiárunum.
Klandrast enn
– Á fólkaatkvøðuni í 1946
høvdu føroyingar tveir val
møguleikar, stjórnarupp
skotið ella loysing. Tveir
triðingar av fólkinum vildu
ikki hava stjórnaruppskotið,
og tveir triðingar vildu ikki
hava loysing. So, líka mikið
hvør vann fólkaatkvøðuna,
gjørdist talan undir ongum
umstøðum um eitt úrslit,
sum fjøldin av fólki tók und
ir við.
Edmund segði, at summi
settu krossin við tað, sum
tey vildu hava; onnur settu
krossin við tað, sum tey hildu
vera tað frægara av tveimum
ringum møguleikum. Ein
triðingur av veljarunum sat
heima – og nógv skrivaðu
“nei” á atkvøðuseðilin fyri at
undirstrika sína frustatión.
– Taparin gjørdist Føroya
fólk, og tí sita vit her í dag
– seksti ár seinni og eru
ikki liðug at klandrast um,
hvussu úrslitið í 1946 skal
skiljast.
Løgtingsmaðurin vísti
á, at fullveldislandsstýrið
var í ferð við at gera sama
“brølara”, sum hann tók til,
fyri fáum árum síðan.
– Meðan stór ósemja
var ímillum ríkispartarnar,
var ætlanin at skunda eina
fólkaatkvøðu ígjøgnum, har
50% av atkvøðunum skuldu
roknast sum nóg stór undirtøka
fyri at verða avgerandi. 49,9%
av fólkinum kundu so vera
ónøgd tey næstu seksti árini.
Edmund Joensen helt
fyri, at soleiðis ber ikki til
at “handla” í politikki.
– Vit kunnu vera ósamd
um politisk mál, men vit
mugu altíð finna breiðar
semjur um spælireglurnar,
legði hann aftrat.
Edmund Joensen, løgtingsmaður:
Er einki æti í sjónum er heldur eingin
– Vit kunnu vera ósamd um politisk mál, men vit mugu altíð
finna breiðar semjur um spælireglurnar, segði Edmund Joensen
á 14. September-haldinum á Eiði
Mynd: Jens Kr. Vang
– Hvat hendi fyri
seksti árum síðan her
í Føroyum. Jú, sera
nógv. Hetta árið vóru
nógv, sum sóu ljós
fyri fyrstu ferð, nógv
søgdu farvæl fyri
síðani at vera fjald
undir moldum. Har,
ið hendur sleptu, tóku
aðrar við, segði Olaf
í Garði Joensen á 14.
Septemberhaldinum
á Eiði
Fólkaatkvøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Olaf í Garði Joensen, sum
er varamaður á listanum
hjá Tjóðveldisflokkinum í
Eysturoy, helt eisini røðu,
tá ið 14. Septemberhald var
á Eiði síðsta hóskvøld.
Hann vísti á, at undir
fólkaatkvøðuni fyri seksti
árum síðan fóru føroyingar
í tveir partar.
– Bestu vinmenn fóru
næstan í hornatøkur. Teir
høvdu sitið á sama bekki
og lagt mangan harðan and
róður aftur um.
Olaf segði, at tey, sum
vildu hava loysing, løgdu all
ar árar í sjógv; adrenalinið
fekk
blóðæðrarnar
at
bólgna.
– Men tað vóru eisini
tey, sum fyri ein hvønn prís
vildu hava verandi støðu við
dønum sum evsta valdi í
Føroyum. Hetta var trygdin,
tí við hesum vistu tey, hvat
tey høvdu, men vistu ikki,
hvat tey fingu í staðin.
Hann segði, at hesi fólk
meintu tað í rámasta álvara
– og speiskliga varð so mót
parturin spurdur, um tað
var gott tarapláss á Eiði,
Tjørnuvík, Haldarsvík og
so framvegis.
– Hetta var maturin, sum
føroyingar skuldu liva av,
um teir valdu at klára seg
sjálvar. Tveir vóru kostirnir,
men hvørgin var mjúkur at
strúka fyri tey, sum ikki
høvdu tikið støðu.
Olaf segði, at á hinari síð
uni søgdu loysingarfólk, at
æran stóð upp á spæl.
– Hvørji mundu seinastu
orðini vera hjá manninum,
sum fall fyri bakka. Mundu
tey vera søgd á donskum
máli - ella segði hann ikki
“Gud hjálpið mær?”.
Jú, tað leikaði hart á, vísti
hann á.
– “Eg atkvøddi fyri bónd
anum” – ella “Sjálvandi valdi
eg lista B”. “A stendur fyri
Andrass Samuelsen; tí valdi
eg A”, varð aftursvarið.
Olaf vísti á, at soleiðis
vilja summi vera við, at fólk
hugsaðu.
– Men kanska er svarið
nakað heilt annað, kanska
vóru tað tey fáu, sum søgdu
sína hjartans meining. Tann
tigandi fjøldin segði einki,
men tey ivaðust ikki.
Hann segði, at í Hald
arsvík rak rættiliga hart á
kíkinum.
– Andrass Samuelsen
var jú víkamaður, og væl
hevði hann tjóðra síni við
haldsfólk. Bróðurin, Pól,
var eins og Andrass, sam
bandsmaður, so tað brakaði
eftir í, hittinorðaður var
hann, og ikki minst vóru teir
fróarmenn.
Olaf segði, at øll í Hardars
vík høvdu kortini ikki somu
áskoðan, sum teir báðir.
– Hans Pauli á Bø var
loysingarmaður um háls og
herðar, keypmaður var hann
og tiltikin fyri styrki, hann
var annars abbi til tiltiknu
listamennirnar, brøðurnar
Torbjørn og Hans Paula
Olsen.
So kom fólkaatkvøðan.
– Á Eiði atkvøddu 102 fólk
fyri stjórnaruppskotinum
(samband), 117 atkvøddu
fyri loysing, og 16 valdu
blankt. Í Haldarsvík valdu
107 samband og 45 valdu
loysing, tvær vóru blankar.
Fólkið hevði talað.
Olaf segði, at Hans Pauli
á Bø og viðhaldsfólk høvdu
vunnið, føroyingar høvdu
tikið loysing.
– Snarur var Hans Pauli í
vendingini. Føroyska Merkið
varð vundið í húnar hátt,
og tann reyði, hvíti og blái
liturin runnu í ástarleik við tí
mjúka frælsisvindinum, sum
fekk Merkið at veitra.
Olaf segði, at um hetta
mundið kom Poul Samuelsen
fram við. Hann var á veg út á
kaiuna, og so spyr hann Hans
Paula, hví hann flaggar?
– Vit hava vunnið svarar
Hans Pauli. Tá skuldi Pól
svara: “Fanin var eisini glað
ur langafríggjadag, men tað
kom ein páskamorgun!” Tá
Pól kemur aftur av kaiuni,
er Merkið tikið niður hjá
Hans Paula á Bø. Alt varð
nú til einkis gjørt, sjálvt um
ein meiriluti var fyri loysing,
segði Olaf í Garði Joensen
m.a. í røðu síni.
Olaf í Garði Joensen:
Tað rak hart á k
Fólkaatkvøðan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú seksti ár eru liðin, síðan
føroyingar á fólkaatkvøðu,
14. september í 1946,
atkvøddu um stjórnarupp
skot øðrumegin og loysing
hinumegin, hava tjóðveld
isfeløg kring landið gjørt
burtur úr degnum.
Eini 100 fólk vóru til
tiltakið í EB-húsinum
á Eiði síðsta hóskvøld
við fyrilestri, røðum, frá
sagnum, fólkasangi og
felagssangi.
Tiltakið vardi í tríggjar
tímar.
Sosialurin var við
til tiltakið, bæði við tíðinda
manni og myndamanni.
Vit fara at taka burtur úr
ymiskum av tí, sum borið
varð fram, og vit fara eisini
at prenta fleiri myndir.
Umframt tilfarið, sum
vit hava á hesum báðum
síðunum í dag, hava vit tað,
sum Annfinnur í Skála,
søgufrøðingur og Tórbjørn
Jacobsen, løgtingsmaður,
søgdu, enn til góðar.
Tjóðveldisfeløgini, sum
skipaðu fyri tiltakinum,
høvdu boðið Edmundi
Joensen, løgtingsmanni
og løgtingsformanni, við,
og tað er einki at taka seg
aftur í, at hann setti sín dám
á løtuna.
Tað var Annfinnur í Skála,
søgufrøðingur, sum legði
fyri, og hann greiddi frá
støðuni í Føroyum undan,
undir og eftir fólkaatkvøðuna
í 1946. Annfinnur samanbar
eisini støðuna í 1946 við
støðuna síðst í nítiárunum, tá
ið føroyingar aftur fóru undir
fyrireikingar til samráðingar
við danir um fullveldi.
Tórbjørn Jacobsen, løg
tingsmaður, helt, at tá ið
frælsishugsjónin ikki longu
er jarðløgd í Føroyum, so
verður hon tað ongantíð.
– Kanska hevur føroy
ingurin bara havt politiskt
krím hesi seksti árini – og
er við at koma fyri seg aft
ur, segði hann.
Seksti ár
eru liðin