Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 20. september 2006 7 tíðindi Fyrilestrar og heiðran av ársins virki eru nøkur av innsløgunum í ársins Vinnudegi. Undirtøkan er sera stór, og fólk standa á bíðalista. - Dagurin skal vera ein festligur dagur, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum VINNUDAGUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Aftur í ár skipar Vinnuhúsið fyri tí afturvendandi Vinnu­degnum. Tiltakið er vorðið ein fastur partur á kalendarinum hjá nógvum føroyingum, sum hava til­knýti til vinnuna. Jan Morten­sen er stjóri í Vinnu­ húsinum: - Vinnudagurin hevur verið á hvørjum ári síðani ár 2000. Hann verður hildin nøkunlunda á hesi tíðini hvørt ár. Undirtøkan fyri Vinnudegnum er vaksin fyri hvørt ár, og tiltakið er vorðið størri og størri, sigur Jan. Vinnudagurin er eitt gott høvi hjá fólki, sum reka eina fyritøku, at hitta hvønn annan. - Málbólkurin er serliga leiðslur í vinnuni. Onkrir leiðarar á einum almennum stovni verða eisini bjóðaðir við, men sum heild er tað fyri fólk, sum eru virkin í vinnuni. Dagurin er ein festligur dagur, og ikki nakað skeið. Vit skulu fáa høvi at hitta hvønn annan og fáa íblástur frá hvørjum øðrum. Vinnudagurin er eisini eitt gott høvi at hitta kundar ella samstarvsfelagar og skapa sær eitt netverk, sum er so týdningarmikið í dag. Nakrir fyrilestrar verða á Vinnudegnum. Guðfinna S. Bjarnadóttir, stjóri á lærda háskúlanum í Ís­landi, Jan Ziskasen, KT- stjóri, Emilia van Hauen, samfelagsfrøðingur og leiðsluráðgevi í Indalo Institute og Elin Heinesen, blaðstjóri á KIWI Magazine koma at hava fyrilestrar. Ársins virki Millum innsløgini á Vinnu­ degnum, verður ársins virki avdúkað og heiðrað eins og hini árini. Hendan heiðurin er nakað, sum virkini ganga uppí. - Fólk eru spent uppá, hvat ið verður valt til ársins virki. Tað verður dúgliga gitt og tosað um, hvør man fáa heiðurin í ár. Tað er eitt ávíst marknaðarvirði í at fáa hendan heiðurin. Summir av undanfarnu vinnarunum hava nýtt tað í teirra marknaðarføring. Tá ið ársins virki skal veljast, verður serliga hugt at úrslitinum hjá virkinum og menningini. - Virkini, sum hava vunn­ ið undanfarnu árini, eru sera ymisk. Felags fyri tey øll er, at tey hava fingið góð úrslit og hava ment seg væl. Tey hava dugað at lagt seg eftir einari grein og verið góð til tað, sum tey fáast við. Tað er eitt dómara­pall­ borð, sum velur vinnaran. Í pallborðinum sita tvey umboð fyri peningastovnar - eitt frá Føroya Sparikassa og eitt frá Føroya Banka -, eitt fyri Vinnumálastýrið, eitt fyri Menningarstovuna og tvey umboð fyri vinn­ una - Jan Mortensen fyri vinnuhúsið og vinnarin undanfarna árið, sum í ár er Eirikur á Húsamørk frá Faroe Marine Products í Leirvík. Vinnararnir hini árini vóru: - Havsbrún, 2000 - Skipasmiðjan, 2001 - Vónin, 2002 - Vaðhorn Seafood, 2003 - Reyni Service, 2004 - Faroe Marine Products, 2005 Undirtøkan er vaksin ár fyri ár, síðani Vinnuhúsið fyrstu ferð skipaði fyri vinnudegnum í ár 2000. - Fyrsta árið vóru 200 fólk. Nú eru 400 fólk teknaði til, og tað passa ikki fleiri inn í Norðurlandahúsið. Tí hava vit gjørt ein bíðilista. Vinnudagurin verður fríggjadagin 22. september í Norðurlandahúsinum. Vinnudagur fríggjadagin Ungdóms­ leiðara­skeið í Nesvík TRÚARLÍV Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Heimamissións­ung­dóm­ ur (HMU) skipar saman við KFS fyri einum ung­ dómsleiðaraskeið 29.-30. september. Skeiðið hevur verið afturvendandi í nøk­ur ár. Í ár hava tey fingið ein danskara, Frank Kristensen, at hava bíbliuundirvísingina, og ætlanin er, at undir­ vísingin skal vera sera intensiv. Frank Kristensen er lærari á LTC, sum er bíbliuskúlin hjá KFS (Kristiligt Forbund for Studerende). KFS ger evangeliserandi arbeiði á miðnámsskúlum og universitetum. KFS er eisini virkið í Føroyum, og tey skipa fyri andakt­ um á ymiskum mið­náms­ skúlum. Tað er KFS-Føroyar og HMU, sum saman skipa fyri skeiðnum. Á heimasíðuni hjá Heima­missiónini www. mission.fo stendur, at skeið­ið er fyri núver­andi og komandi ung­dóms­ leiðarar í einum missións- /meinigheitshúsi ella í KFS-arbeiði. Skeiðið byrjar fríggja­ kvøldið og endar leygar­ kvøldið. - Fólk eru spent uppá, hvat ið verður valt til ársins virki. Tað verður dúgliga gitt og tosað um, hvør man fáa heiðurin í ár, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Myndin er frá handanini eitt av undanfarnu árunum. - Hevði úrslitið av veljarakanningini víst, at føroyingar ikki taka undir við politiskum frælsi og sjálvræði og ynskja at varðveita pengarnar úr Danmark, hevði nakar tá funnist at veljarakanningini, spyr Høgni Hoydal, nú ivi verður sáddur um kanningina, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri Tjóðveldisflokkin VELJARAKANNING - Tjóðveldisflokkurin hevur umbiðið eina veljarakann­ ing frá Gallup Føroyar, har vit eisini hava orðað teir spurningar, sum vit ynskja svaraðar. Júst sum slíkar kanningar verða gjørdar dag og dagliga, tá fjølmiðlar, fyritøkur ella feløg ynskja Gallup-kanningar av yms­ um viðurskiftum, sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sum als ikki er skelkaður av – og sum hevði roknað við – at ávís fólk fóru at finnast at kanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldisflokkin. Hann sigur víðari, at Gall­up síðani hevur gjørt arbeiðið eftir sínum vanligu kriterium og hevur latið okkum úrslitini við teirra viðmerkingum. - Vit hava sent úrslitini út við viðmerkingunum hjá Gallup Føroyar, har tey siga greitt, hvussu kann­ing­in er gjørd og hava sínar viðmerkingar til spurningarnar. Vit hava ikki sent nakað út við okkara viðmerkingum. Høgni Hoydal vísir eis­ ini á, at eitt fakligt orða­ skifti um kanningina og spurningarnar eiga Gallup Føroyar ella onnur við fak­ ligari bakgrund um veljara­ kanningar at viðgera. Tað heldur hann ikki vera teirra uppgávu. - Politiskt hevur enda­ málið hjá okkum við kann­ ingini verið at fáa eina meting um, hvussu føroyski veljarin svarar, tá hann skal taka greiða støðu til mál, ið hava við loysing og politiska sjálvræðið at gera. Júst sum um at støða skuldi takast á eini fólkaatkvøðu. Vit hava ynskt svar uppá, hvørja støðu føroyski veljarin hevur til teir politisku sjálvræðisspurnginar, sum í dag liggja uttan fyri føroyska fólkaræðið. Tað vil siga, eiga føroyingar sjálvir at reka sín uttanríkispolitikk, hernaðarpolitikk og út­lend­ ingapolitikk? Eiga vit hava evsta avgerðarættin í øllum málum hjá føroyska fólkinum, eigur føroyska málið at verða altjóða við­ur­kent sum tjóðarmál í Før­oyum, og skulu vit hava ognarrættin til undir­ grundina? Og ikki minst: Eiga vit at gera okkum leys av peningaligum veitingum úr Danmark? Høgni Hoydal heldur, at hetta eru heilt sakligir spurningar, sum leggja dent á okkara rættindi og tað fólkaræðisliga grundarlagið í Føroyum og á okkara leik­ lut í altjóða heiminum. - Spurningarnir eru sjálv­sagt ikki gjørdir eftir teimum ræðumyndum og tí uttanumtosi, sum teir politisku sam­bands­flokk­ arnir í Føroyum vanliga borð­reiða við, har teir royna at billa fólki inn, at fullveldi merkir avbyrging og tap og tannagrísl. Spurningarnir leggja dent á kredit-síðuna og á debet-síðuna (tí spurt verður beinleiðis um peng­ arnar úr Danmark), meðan føroyskur politikkur og tann vanligi retorikkurin í kanningum og politiskum orðaskifti bara leggur dent á debet-síðuna, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at tey sjálv­ andi hava roknað við, at álop fóru at koma um spurn­ ingarnar, og at ivi fór at verða sáddur um trúvirðið. - Men ein og hvør kann hyggja at úrslitin­um á heima­ síðu Tjóðveldis­flokins - og ein skal veruliga verða politiskt forbeinaður og blindur, um ein ikki sær, at úrslitini eru rættiliga greið og samsvarandi, sigur Høgni Hoydal. - At halda uppá, at føro­ yski veljarin ikki skal skilja ella hava sett seg inn í so greiðar spurningar, er ein djúp undirmetan av føroyska veljaranum, sum váttar, at politisku flokk­ arnir og teirra verjar, halda seg hava patent upp á at tulka fólkaviljan í Føroyum, heldur Høgni Hoydal. Formaður Tjóðveldis­flok­ sins sigur eisini, at ein og hvør kann eisini spyrja seg sjálvan: Um nú úrslitið hevði víst, at føroyingar ikki taka undir við politiskum frsælsi og sjálvræði og ynskja at varðveita pengarnar úr Danmark, høvdu so teir, sum nú finnast at, sagt eitt orð um spurningarnar og kanningina? - Og hevði kann­ingin tá ikki fingið eins nógva - ella væl størri - pressuumtalu? - Hetta vísir enn einaferð, at hjálandastøðan í Føroyum hevur vent so nógv upp og niður upp á veruleikan og sunna fornuft, at tað verður gjørt illgrunavert og ræðuligt, at ein stórur meiriluti av føroysku veljarunum vil hava ræðið í egnum landi og vil standa á egnum beinum. Áttu vit ikki øll at fegnast um tað? - Vit skulu fáa høvi at hitta hvønn annan og fáa íblástur frá hvørjum øðrum. Vinnudagurin er eisini eitt gott høvi at hitta kundar ella samstarvsfelagar og skapa sær eitt netverk, sum er so týdningarmikið í dag, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Høgni Hoydal: Úrslitini eru rættiliga greið og samsvarandi