mikudagur 20. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 181 - 20. september 2006
tíðindi
Tað er ongin loyna,
at tá Tjóðveldis
flokkurin bíleggur
nakrar spurningar
frá okkum, so fáa teir
tað, teir biðja um.
Teir avgera hvat teir
vilja hava við. Tað
sigur stjórin í Gallup
Føroyar, Ellindur
Egilstrøð, um
kanningina Gallup
Føroyar hevur gjørt
fyri Tjóðveldisflokkin
VELJARAKANNING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
- Veljarakanningin er gjørd
sum allar aðrar veljara
kanningar. Har hava tey á
Gallup Føroyar ein fastan
frymil at ganga eftir, og er
hon ikki petti øðrvísi enn
aðrar veljarakanningar.
Tað sigur stjórin á Gallup
Føroyum, Ellindur Egils
trøð, tá vit spyrja hann um
kanningina, tey hava gjørt
fyri Tjóðveldisflokkin.
Men flestum kunnugt,
so var ikki bert talan um
eina veljarakanning. Velj
arakanningin var bert partur
av eini størri kanning, har
spurt var í millum mangt
og hvat. Millum annað
ríkisrættarligu støðuna og
blokkstuðulin.
Aðrastaðni á síðuni eru
brot
úr
lesarabrøvum,
sum hava verið prentað í
Sosialinum, og sum seta
fram hvassar atfinningar
mótvegis Gallup Føroyum,
og Helgi Abrahamsen spyr
enntá, um Gallup hevur selt
sítt trúvirði.
Vit hava tí spurt stjóran
í Gallup Føroyum, um teir
kunnu standa inn fyri og
góðtaka spurningarnar, sum
teir eru í kanningini?
- Tað er ongin loyna, at tá
Tjóðveldisflokkurin biður
um nakrar spurningar frá
okkum, so fáa teir tað, man
biður um. Teir avgera hvat
teir vilja hava við, sigur
Ellindur Egilstrøð.
Merkir tað so, at tú kanst
spyrja um hvat sum helst?
- Nei, er tað, sum spurt
verður sum, heilt hol í høvd
ið, so siga vit sjálvandi
bums-nei, sigur Ellindur
Egilstrøð avgjørdur. Hann
sigur eisini, at orðingarnar
í mun til ríkisfelagsskapin
altíð eru ymiskar, alt eftir
hvør spyr, og nevnir dømi
sum: ynskir tú tættari sam
band og so hetta við evsta
avgerðarrætti.
Gallup góðkent
spurningar
Bæði Helgi Abrahamsen og
Johan Samuelsen undrast
báðir í sínum viðmerkingum,
at spurningarnir eru orðaðir
sum teir eru. – Sum spurn
ingarnir eru orðaðir, er
einki at ivast í, at tað er
Tjóðveldisflokkurin,
og
ikki Gallup, sum hevur
ført pennin, sigur Helgi
Abrahamsen millum ann
að, og tað gera vit Ellind
Egilstrøð hjá Gallup Før
oyum vart við, og spyrja
hann, hvør hevur góðkent
spurningarnar?
- Tá vit ringja út og seta
fólki spurningarnar, so
eru tað væl vit, sum hava
góðkent teir, sigur hann.
Ikki loysing
Høgni Hoydal hevur í lesara
brævi sagt, at nýggjasta
veljarakanningin,
sum
Gallup hevur gjørt fyri
Tjóðveldisflokkin,
vísir,
at ein stórur meiriluti av
fólkinum tekur undir við
einum frælsum Føroyum.
Hesa
niðurstøðuna
kemur hann fram til, eftir
at Tjóðveldisflokkurin í
kanningini hevur spurt
um, hvør skal hava evsta
avgerðarrættin í Føroyum
– danskir myndugleikar
ella føroyska fólkið?
- Strangt tikið, so kunnu
teir ikki siga annað enn
avgerðarrætt, tá teir spyrja
um avgerðarrætt, og soleiðis
sum spurt verður um, so
kann tað ikki tulkast sum
loysing. Men spurningurin
er, hvat eru einar frælsar
Føroyar og hvat er evsti
avgerðarrættur, sigur Ellind
ur Egilstrøð.
Leyslig tulking
av blokkinum
Johan Samuelsen hevur
undrast á, hví Gallup ikki
hevur spurt, um tú vilt
hava loysing ella samband.
– Hetta hevði verið erlig
tala, og hetta hevði verið í
samsvari við spurningarnar,
tá fólkaatkvøðan varð hildin
í 1946. Onki uttanumtos,
ongin fjald, ullint ætlan,
segði hann millum annað
í lesarabrævi sínum, og
sipar til, at onkrir av spurn
ingunum
kundu
verið
orðaðir greiðari.
Eitt, ið spurt verður um,
er: Eiga Føroyar at gera
seg leysar av peningaligum
veitingum úr Danmark?
Til
tann
spurningin
søgdu 52 prosent ja, 33
prosent og 15 prosent siga
seg ikki vita. Út frá tí
kemur Tjóðveldisflokkurin
so til tað niðurstøðu, at
bert ein triðingur av øllum
føroyingum vil varðveita
blokkin.
- Ja tað er ein øgiliga
leyslig tulking, tí vit vita
ikki hvat tey 15 prosentini,
sum ikki hava svarað halda.
Tað kann vera, at tey ikki
svara, tí tey ikki vita ella
kanska tí, at tey halda at
spurningurin átti at verið
øðrvísi orðaður, greiður
Ellindur Egilstrøð frá.
Spurdur um, tað so ikki
er skyldan hjá Gallup, at
rætta ta niðurstøðuna, tá
talan er um eina øgiliga
leysliga tulking frá Tjóð
veldisflokkinum?
- Tað er so nakað eg má
taka støðu til og umhugsa,
sigur Ellindur Egilstrøð,
stjóri í Gallup Føroyar.
Ikki selt trúvirði
Í bløðunum hevur eisini ver
ið spurt, um Gallup hevur
selt sítt trúvirði, tá teir hava
gjørt hesa kanningina, men
tað heldur stjórin í Gallup
Føroyum ikki.
- Nei, tað haldi eg ikki vit
hava gjørt, sigur hann.
Í sínum viðmerkingum
í blaðnum týsdagin sigur
Helgi
Abrahamsen,
at
størsta
endamálið
hjá
Tjóðveldisflokkinum
við kanningini helst var,
at tryggja sær pláss í
fjølmiðlunum, og tað sær
út til at hava eydnast, segði
hann.
- Eg fari tí at spyrja útvarp,
sjónvarp og tíðindabløð,
um aðrir flokkar kunnu
eisini kunnu rokna við
at fáa líka nógv pláss í
tíðindunum, um teir gera
eina slíka kanning. Um so
er so fara vit á skrivstovu
Sambandsfloksins at biðja
um at fáa eina “veljara
kanning” gjørda stutt undan
komandi løgtingsvali, og eg
rokni við, at hinir flokkarnir
eisini fara at gera tað sama,
sigur Helgi Abrahamsen í
sínum viðmerkingum.
Vit spyrja tí Ellind Abra
hamsen, um Gallup ikki
hevur
ein
trupulleika,
um
Sambandsflokkurin
bíleggur eina kanning nú,
og um tvær vikur kunngerð
nøkur heilt øðrvísi úrslit
enn Tjóðveldisflokkurin.
- Jú, vissi tað verður
úrslitið, so hava vit ein
trupulleika, ásannar Ellind
ur Egilstrøð at enda.
Síðani Tjóðveldis
flokkurin
kunngjørdi sína
veljarakanning,
sum hann hevði
gjørt í samstarvi
við Gallup, hava
úrslit úr henni fylt
tíðindaflutningin
í onkrum av miðl
um okkara. Men í
vikuni hava atfinn
ingarsamar røddir
verið frammi og
funnist at bæði Tjóð
veldisflokkinum
og Gallup fyri hesa
kanningina, og
atfinningarnar eru
ikki lítlar
VELJARAKANNING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Johan Samuelsen hevði
í mánadagsblaðnum við
merkingar og atfinningar
mótvegis Gallup og Tjóð
veldisflokkinum, í einum
lesarabrævi hann kallaði
júst “Gallup og Tjóðveldis
flokkurin”.
Hann
segði
millum
annað soleiðis:
“Men hyggja vit eftir,
hvussu
spurningarnir
eru orðaðir, og hvat teir
merkja í veruleikanum,
so er talan ikki so greið,
sum Høgni mælir fyri
munni! Hesin spurningur
merkir onki annað enn
loysing frá Danmark...
Hví verður ikki spurt av
Gallup, um tú vilt loysing
ella samband...Ikki so
frægt, at Tjóðveldið torir
at spyrja um fullveldi.”
Og Helgi Abrahamsen
segði millum annað soleið
is:
“Tað undrar meg til
dømis, at hóast kanningin
er gjørd í samband við
at 60 ár eru liðin síðani
fólkaatkvøðuna, so fáa
vit einki at vita um, hvat
fólk siga um spurningin
um samband/loysing...Í
staðin fyri at fáa henda
spurningin lýstan, verða
aðrir torskildir spurningar,
sum fólk ikki hava so
sterka meining um, brúktir
til at geva eina ábending
um, at føroyingar helst
vilja hava loysing. Ja,
Tjóðveldisflokkurin
og
Gallup
fara
so
langt sum at pástanda,
at 60% av veljarum
Sambandsfloksins vilja
hava loysing frá Danmark.
Her burdi onkur klokka
farið at ringt (í hvussu
so er hjá Gallup). Og her
er tað at eg havi hug at
spyrja, um Gallup hevur
selt sítt trúvirði”, segði
Helgi Abrahamsen.
Gallup Danmark eisini
kanningar fyri flokkar
Í útheiminum er ikki óvanligt, at Gallup og aðrar
fyritøkur gera kanningar fyri politiskar flokkar. Tað vísir
Høgni Hoydal á í blaðnum í dag, og tað váttar Lasse
Hjort Madsen, sum arbeiðir við veljarakanningum hjá
Gallup Danmark.
Hann sigur tó, at teir ikki ganga við til at spyrja um
hvat sum helst, og at teir altíð tryggja sær, at teir kunnu
standa inn fyri spurningarnar soleiðis, at spurningarnir
ikki eru leiðandi ella villleiðandi.
-rwd
Fáa tað teir biðja um
Hvassar atfinningar
mótvegis Gallup og
Tjóðveldisflokkinum
- Tá Tjóðveldisflokkurin biður um nakrar spurningar frá okkum, so fær hann tað,
ið biðið verður um