Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 20. september 2006 5 tíðindi Stutt sagt Lítil undir­ tøka til Náttar­ravnar í Eysturoynni Fríggjakvøldið hildu Nátt­­arravnarnir úr Havn ein fund á Glyvr­um fyri foreldrum at tann­ áringum í Eysturoynni. Ætlanin var at stovna eitt lið av Náttarravnum í Eystur­oynni, men undir­tøkan var ikki nóg stór til, at eitt nýtt lið kundi stovnast. - Tað vóru bert 8 for­­ eldur á fundinum, og hetta er ikki nóg mik­ ið til at stovna eitt lið av Náttar­ravnum, sigur Ás­vør Høj­­gaard, for­ maður í Náttar­ravnunum í Havn. - Tað skulu í minsta lagi vera 12 vaksin, fyri at vit kunnu stovna eitt lið. Náttarravnarnir eru altíð tríggir saman, tá vit ganga úti í viku­ skiftunum, og um tað eru 12, skulu tey út eina­ ferð um mánaðin, og tað er ræðuliga tungt. Í Havn eru vit 43, og tað er nóg tungt hjá okkum. - Runavíkar kommuna stuðlar okkum, men vit fara ikki at hava ein fund í Eysturoynni aftur, fyrr enn foreldrini sjálv eru klár til tað, sigur Ásvør Højgaard. - ella Siga børnum frá Alzheimer Í morgin er Altjóða Alz­ heimerdagur og í tí sam­ bandi skipar Alz­heimer­ felagið fyri einum til­ taki fyri børnum í Miðla­ húsin­um. Búði Dam fer at lesa søguna “Hestið hjá ommu”, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út í morgin. Bókin er um Paulu og ommuna Annu, sum hevur fingið alzheimersjúkuna. Paula sigur frá, hvussu tað er at búgva saman við ommuni, sum er farina at gloyma so illa, og sum ger so nógv løgið. - Næstan allar familjur hava onkran sum hevur alzheimersjúkuna. Fyrr hevur tað verið eitt tabu, tí tað hevur verið flovisligt at sjúklingurin broytist og byrjar at blíva løgin, sigur Sigrun Mohr, formaður í Alzheimerfelagnum. - Tí halda vit, at tað er týdningarmikið, at upplýsa børnini um sjúkuna, tí tey skilja ikki hví omman ella abb­ in broytast, sigur Sigrun Mohr, formaður í Alz­ heimerfelagnum. - ella Í síðstu viku var eitt skeið á Háskúl­anum fyri fólk við sálar­ ligum trupulleikum. Luttakararnir á skeið­ inum hava stuðul í dagligdegnum og summi hava verið innløgd á psykiatriska deplinum. Endamálið við skeinum var at menna tey og at knýta vinabond Ella Larsen ella@sosialurin.fo myndir: Elin Lindenskov 14 luttakarar vóru á skeið­ inum, ein stórur partur av teimum líða av angist. Fleiri av teimum eru skisofren, hava depressiónir ella eru maniodepressiv. - Vit hava skipað fyri skeinum fyri at menna tey, við millum annað at gera ymiskt kreativt, tey hava fingist við leiður og glas. Tey hava eisini verið túrar og útferðir, til dømis vóru tey í grind hósnáttina, fleiri hava ikki sæð grind fyrr, sigur Oda Jóhansdóttir, leiðari í stuðulsskipanini fyri vaksin. - Men skeiðið hevur líka nógv verið fyri at menna tað sosiala, so tey kunnu læra hvønn annan at kenna uppá ein annan máta enn til dagligt. Her verða tey savnaði í eitt tíðarskeið. Nógv av teimum plaga at koma á kafé, har eru tey saman í nakrar tímar, og so fara tey heim til sín sjálvs, her eru tey saman alla tíðina. - Luttakararnir eru sera glaðir fyri skeiðið. Tey hava fingið kontaktir og knýtt vinabond. Tey tosa meir og tora meir. Tað eru nógv av luttak­ arunum sum goyma seg til dagligt, tí tey ikki dáma at vísa, at tey eru sálarliga sjúk. Men her góðtaka øll hvønn annan, tey skilja hvønn annan, tí tey hava øll okkurt, sum tey dragast við, greiðir Oda Jóhansdóttir frá. - Tey sita ofta og tosa saman, og tey eru øðiliga góð við hvønn annan. Hóskvøldið var eitt galla­ kvøld, har vinir og familja hjá luttakarunum vóru boðin við. Har var sangur, kaffi, kaka og mótasýning. Stuðlarnir høvdu skipað fyri mótasýningini, men tey sálarliga sjúku vóru eisini við í fyrireikingunum. Tey vóru sjálvi úti og valdu klæðini, og fimm av lut­ takarunum gingu modell á mótasýningini. - Fyri einum ári síðan høvdu vit ikki trúð, at nakar av teimum hevði torað at traðka fram á henda hátt. Tey hava vunnið á nøkrum greinsum hjá sær sjálvum. Tey komin stigið víðari, nú tora tey, sigur Oda Jóhans­ dóttir. - Tey vóru bangin fyrstu ferð tey fóru inn, men vit vandu áðrenn, og tá tey vóru komin í gongd, so fingu tey sjálvsálit, sigur Katrin Mikkelsen, stuðul, sum var við á skeiðinum. - Endamálið við mótasýn­ ingini er, at vit ikki skulu goyma tey sálarliga sjúku burtur, sigur Oda Jóhans­ dóttir. - Fyrr var tað eitt tabu, at vera sálarliga sjúkur. Familjan og samfelagið tordu ikki at siga, hvat feilti sjúklinginum. Men tað er við at blíva betri. Tað er týdningarmikið, at tey sálarliga sjúku fáa at vita, at tað er í lagi at hava sálarligar trupulleikar, og at tey vera góðkend soleiðis, sum tey eru. Á henda hátt kann teirra sjálvsálit verða uppbygt, og tá hendir tað ofta, at tey kunnu koma út at arbeiða aftur, greiðir Oda Jóhansdóttir frá. Í lagi at hava sálarligar trupulleikar Í síðstu viku var eitt skeið á Háskúlanum fyri at menna fólk við sálarligum trupulleikum, her eru tey ein túr í Sandágerði Sálarliga sjúk gingu mótasýning á Háskúlanum hóskvøldið. - Fyri einum ári síðan høvdu vit ikki trúð, at nakar av teimum hevði torað at traðka fram á henda hátt, sigur Oda Jóhansdóttir leiðari í stuðulsskipanini fyri vaksin