Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Hvat hava Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze, Gestir og Go Go Blues til felags? Jú, hetta eru bólk- arnir sum hava drigið tað longsta stráið í Prix Føroyar finalum. Í hesum døgum fellur avgerð um, hesir seks bólkar fara í søguna sum teir einastu, ið hava vunnið hesa forkunnugu kapping. Í krókum verður tutlað um, at Prix Føroyar er farið í søguna. Spell, siga summi – onnur siga at tað er uppá tíðina. Men hvat er hent? Prix Før - oyar hevur síðan 1995 verið tann stóri sýnisgluggin hjá ókendum bólkum, og tann ultimativa gularótin hjá teimum meiri etableraðu bólk unum. Hví umhugsar man nú at jarða hetta tiltak? Jú, onkur metur at teir privatu pallarnir so sum festivalar og tiltøk sum GBOB & Planet Awards hava yvirtikið leiklutin, sum tann stóri sýnisgluggin. Tað er tó eingin loyna, at einki av hesum tiltøkum hevur eins nógvan áhuga millum útlendsk plátufeløg, fyriskiparar og miðlar sum Prix Føroyar hevur. Summi vilja vera við, at bólkar í dag ikki markn að ar- føra seg, sum bólkar gjørdu fyri fáum árum síð an. Við alnetinum kunnu bólkar gera sær profilar á eitt nú www. myspace.com, har ið ókendir sum kendir bólkar sýna sín tónleik fram. Og tískil er tað kanska ikki so alneyðugt, at hava eitt tiltak, sum vísir teir føroysku bólkarnar fram. Kom inn í stovuna hjá øllum føroyingum Men lat tað vera sagt bein- anvegin, at týdningurin á teimum undanfarnu Prix Før- oyar kappingunum ikki má undirmetast. Prix Føroyar loyvdi tí føroyska tón leiki- num inn í stovurnar hjá øll um føroyingum umvegis sjónvarpið og útvarpið, og fokus varð sett á bólkarnar. Knappliga vistu flestu føroyingar hvørjir bólkarnir vóru og vistu, hvat ið bólkurin stóð fyri. Av tí stóra áhuganum fólkaliga fyri Prix Føroyum, vóru fjøl miðlar skjótir at blandað seg í stríðið um at hava tær størstu og bestu lýsingar av tiltakinum, og hetta setti ein spennandi dám á tann føroyska tónleikapallin. Broytingar skaptu rok Sjónvarpið og útvarpið lut- tóku eisini í fyriskipan ini, og seinnu árini eru nógvar broytingar hendar, ið hesir miðlar tykjast at hava stað- ið aftan fyri. Í eini roynd at gera tiltakið til betri Sjónvarp, eru broytingar hend ar í avvikling og reglu- gerðum. Hetta hevur ikki í øllum førum spælt friðarliga av. Eitt nú vóru í 2003 kreppu- fundir millum umboð fyri finalubólkarnar og fyri skip- ararnar, eftir at dømingin av finaluni varð broytt. Partarnir komu ásamt um eina loysn, ið øll kundu liva við og hóttanir um ikki at luttaka vórðu tiknar aftur. Men hetta var ikki fyrstu ferð, at kreppufundir skuldu til, fyri at fáa avvikla eina Prix Føroyar finalu. Í 1999 mundi verkfall í sjónvarpinum og útvarpinum beint fyri Prix Føroyar fin aluni. Føroya Undirhalds tónleikarafelag og Norð ur- landahúsið hildu tó fast í, at finalan varð hildin til ætlaða tíð við ella uttan sjónvarpi og útvarpi. Lukku- tíð varð verkfallið av nóg tíðliga, og alt Føroya fólk kundi tí fylgja við í fin- aluni. Ivi um dømingina Frá fyrsta degi hevur nógv kjak verið um úrslitini. Tað munnu vera fá undanumfør, har ið friður hevur valdað aftaná at úrslitið er kunn- gjørt. Altíð eru nøkur og ofta nógv, sum hava verið ósamd við dømingini. Ofta hevur eitt beinleiðis mis- álit til dugnaskapin hjá dómarunum valdað. Hetta kemst helst av avgerðini hjá fyrireikarunum at halda nøvnini hjá dómarunum duld. Tankin “hvussu kunnu vit líta á ein dómarabólk, sum ikki kann koma til sjóndar og grundgeva fyri síni døming?” hevur verið van- ligur. Vit vilja við hesum ikki sáa iva um dugnaskapin hjá dómsnevndini, men staðfesta bert tað, at við at dylja nøvnini á dómarunum, biður kappingin um trupulleikar. Tað er heldur eingin ivi um, at nógva kjakið og sterku kenslurnar viðvíkjandi Prix Føroyum eru bygdar á stóra áhugan og kærleikan fyri tiltakinum millum fólk. Ikki tí, dómarnir høvdu nøkur konkret økir sum teir skuldu døma við eini kar ak- terskipan frá 0 til 5. Eisini vóru hesi økir ofta havd á loftið. Summi vildu vera við, at økini løgdu størri dent á handverkið enn tað listarliga element- ið, og harvið jarðaði alt tað nýggja og “fríska” við tónleikinum. Fyrstu árini var eisini nógv kjak um áskoðara at- kvøðurnar, og tað er eingin ivi um, at lokalpatriotisma sendi fleiri bólkar í Prix Føroyar finaluna, ið einki høvdu at gera har. Hetta varð tó broytt, og síðan 1999 hava áskoðararnir ikki luttikið í dømingini í inn- leiðandi umførunum. Áhugin var ovurstórur Hóast nógvar atfinningar, so hevur Prix Føroyar verið tað, sum øll tónleikaáhugaði í Føroyum gleddu seg til. Alt tónleikalívið í landinum hevur verið í sonnum blóma rundanum tiltakið. Nýggir bólkar hava stungið seg upp, nýggjur tónleikur er skriv aður, og øll hava fing- ið høvið at kappast á jøvn- um føti. Bólkarnir hava vunnið sær fjepparar, og tónleikurin er fluttur úr venjingarhøli- num og uppá ein stóran pall. Hetta eru alt sera jalig árin. Ein serligur dámur yvir prixnum Tað hevur altíð verið ein ser ligur dámur yvir prix- num. Tað er sera sjarmeran- di at fylgja við prixnum – kanska serliga tá ið tað ferðaðist kring landið. Tað er ikki oftari enn so, at rokkkonsertir verða hildnar í Miðvági, á Sandi ella á Strondum. Eitt slíkt ferð- andi tiltak gav íblástur til nógvan ungdóm, og tón- leikurin rakk enn longur út. Fyri mong var tað ein stórur missur, tá ið fyri- reikararnir valdu at halda øll undanumførini á sama staðið. Hinvegin vóru tað eisini mong, sum gleddust yvir hetta, tí umstøðurnar fyri tónleikin gjørdust munandi betur, og áskoð ara- talið vaks munandi. Lata fólk koma til orðanna Hvussu er og ikki, so hevur Prix Føroyar eina stolta søgu aftanfyri seg. Um tað ikki var fyri prixnum, hevði tónlistarliga lands- lagið sæð sera øðrvísi út í Føroyum. Vit skulu ikki her taka støðu til um Prix Føroyar eigur at halda fram ella ikki, men á komandi síðunum, hava vit tosað við fólk, ið á onkran hátt eru vorðin rørd av prixnum, og latið tey borið fram sína meining um tiltakið, ið hevur savnað so nógvar føroyingar um tónleik, og sum hevur givið okkum so nógva nýggja føroyska ment- an. 15 tær bestu 1 The Dreams Sasa Sa, Sa 2 Eb/Streymur E/B Streyma Sangurin 3 Marius The Sky Is Our Home 4 Rihanna Unfaithful 5 Outlandish I Only Ask Of God 6 Nelly Furtado Maneater 7 Nik & Jay Boing 8 Gestir Hvørt Fótafet 9 Nelly Furtado ft. Timbaland Promiscious 10 Justin Timberlake SexyBack 11 Teitur Hitchiker 12 200 Graceland 13 Juanes La Camisa Negra 14 Evanescence Call Me When You’re Sober 15 Fergie London Bridge (Oh Shit) Eykaløg Eamon (How could you)Bring Him Home Young Jibbs Chain Hang Low Muse Starlight P. Diddy Come To Me Leann Rhimes ft. McFadden Every Body’s Someone Tjeklisten 1 Scissor Sister I Don’t Feel Like Dancin’ 2 Basshunter Boten Anna 3 Outlandish I Only Ask Of God 4 Red Hot Chili Peppers Tell Me Baby 5 Justin Timberlake SexyBack 6 Nik & Jay Boing 7 Robbie Williams Rudebox 8 Rihanna Unfaithful 9 Gnarls Barkley Smiley Faces 10 Sandi Thom I Wish I Was A Punkrocker 11 Nelly Furtado Maneater 12 Michael Simpson Jeg sidder fast 13 Broken Beats Essentials 14 Peter Sommer 8-6-6-0 15 Lily Allen Smile 16 Arctic Monkeys Leave Before The Lights Come On 17 Pussycat Dolls ft. Snoop Dogg Buttons 18 TV2 ft. Anne-Stine Kontoret Lukker Nu 19 Junior Senior Can I Get Get Get 20 Alphabeat Fascination Top of the Pops 1 Scissor Sister I Don’t Feel Like Dancin’ 2 Justin Timberlake SexyBack 3 Fergie London Bridge (Oh Shit) 4 Nelly Furtado ft. Timbaland Promiscious 5 Killers When You Were Young 6 Robbie Williams Rudebox 7 Shakira ft. Wycleaf Jean Hips Don’t Lie 8 Snow Patrol Chasing Cars 9 The Feeling Never Be Lonely 10 Jamelia Something About You 11 Lemar It’s Not Easy 12 Cascada Everytime We Touch 13 Fratellis Chelsea Dagger 14 Chamillionaire ft. Krazy Bone Ridin’ 15 Pink U & Ur Hand 16 David Guetta vs The Egg Love Don’t Let Me Go(Walking Away) 17 Beyonce ft. Jay Z Deja Vu 18 Cassie Me & You 19 Muse Starlight 20 James Morrison You Give Me Something Billboard 1 Justin Timberlake SexyBack 2 Fergie London Bridge 3 The Pussycat Dolls Ft. Snoop Dogg Buttons 4 Gnarls Barkley Crazy 5 Sean Paul Ft. Keyshia Cole (When You Gonna) Give It Up To Me 6 Snow Patrol Chasing Cars 7 Ne-Yo Sexy Love 8 Nickelback Far Away 9 Hinder Lips Of An Angel 10 Nelly Furtado Ft. Timbaland Promiscuous 11 Young Jibbs Chain Hang Low 12 Beyonce Ring The Alarm 13 Chingy Ft, Tyrese Pullin' Me Back 14 Panic! At The Disco I Write Sins Not Tragedies 15 Ludacris ft. Pharrell Money Maker 16 The Fray How To Save A Life 17 E-40 Featuring T-Pain & Kandi Girl U And Dat 18 Young Dro Ft. T.I Shoulder Lean 19 Yung Joc ft. Brandy Ms. B. I Know You See It 20 Cassie Me & U PRIX FØROYAR FARIÐ Í SØGUNA? Rókur Jákupsson Jakobsen, rokur@sosialurin.fo Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo