Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Spell um prixið dettur niðurfyri 5 tey bestu prixløgini við Rúna Jákupssyni Rúni Jákupsson hevur arbeitt við føroyskum tónleiki seinastu nógvu árini, fyrst sum sølumaður hjá plátufelagnum TUTL, og síðan í 1997 í útvarpinum fyrst sum free lansari, og síðan 1999 í føstum starvi. Hann hevur í starvinum í útvarpinum arbeitt í sam- bandi við nógvar Prix Før- oyar kappingar og hevur fylgt væl við í tí, sum hend- ur á føroyska tón leika palli- num. Hann hevur sum út - varpsmaður í nøkrum av best dámdu sendingunum í Útvarpinum, eisini verið við til at velja hvørji løg føroyski útvarps lurtarin hevur lurta eftir hesi árini. Prixið setti gongd í Rúni Jákupsson er ikki í iva um týdningin, ið Prix Før oy- ar hevur havt fyri før oysk an tónleik. – Eg helt kappingina vera ótrúliga góða, tá hon kom fram. Hon setti gongd í nøkur ting, og man sær eisini í dag, hvussu nógv liggur eftir, tað er ein ótrúlig nøgd av tilfari, sum er gjørd til prixið. – Tó so, so eri eg partvíst samdur við teimum, ið siga, at prixið kanska hevur út - spælt sína rollu. Men eg haldi ikki, at tú kanst lasta prixnum fyri tað. Tað er komið so nógv annað, bløðini hava sínar egnu heiðurslønir, GBOB er komið og so nógv annað. Fyrr kundu tað væl ganga eini 2 ár ímillum, at tú hoyrdi nakað frá einum bólki, men soleiðis er ikki longur, sigur Rúni, men heldur fram: – Men tá tað er sagt, so hevði tað verið spell, um prixið dettur niðurfyri. Tí prixið hevur nakað, ið verður trupult at fáa aftur í nøkrum øðrum tiltaki, og tað er eginleikin at vera savnandi. Næstan hvørt menn iskja í Føroyum fylgir við í eini Prix Føroyar finalu. Hetta er eitt tiltak, sum fær ommur og abbar at sita eitt leygarkvøld og lurta eftir Hate speech. Tað trúgvi eg verið torført at endurskapa í einum øðrum tiltaki. Fimm tey bestu prixløgini Rúni er úr tónlistarligari familju, pápin er Jákup Jakobsen úr Teimum á Kamarinum, og beiggi Rúna, Rókur er Prix Føroyar veteranur og hevur sungið 4 ymiskar bólkar víðari úr Prix Føroyar undan kapp- ingum. Vit hava spurt dámliga útvarps mannin, um hvørji løg hann metur vera fimm tey bestu prixløgini, altso hvørji fimm løg úr teimum seks Prix Føroyar kapp ing- unum sambært honum eru tey bestu. - Næstan hvørt menniskja í Føroyum fylgir við í eini Prix Føroyar finalu. Hetta er eitt tiltak, sum fær ommur og abbar at sita eitt leygarkvøld og lurta eftir Hatespeech, sigur útvarpsmaðurin Rúni Jákups- son, ið heldur at tað verður trupult hjá nøkrum øðrum tiltaki, at hava sama savnandi eginleika, sum Prix Føroyar hevur. Vit hava práta við Rúna og biðið hann um at velja fimm tey bestu prixløgini Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Moirae Vátir logar Prix ’95 Moirae hevði eina framúr- skar andi framførslu á fyrstu Prix Føroyar finaluni. Terji Rasmussen var, hóast hann ikki rakti allar tónarnar, ein uppliving fyri seg. Sera liv- andi og kensluríkur. Emi nent- ur frontmaður. Fyri meg var hæddarpunktið í settinum hjá Moirae Vátir logar. Hann byrjar eitt sindur ófrættakent við toru- og regnljóði og klagandi sangi um áhaldandi ódnarveður. Sum sangurin líður, batnar veðrið og huglagið í sanginum. Alt endar væl í einum flottum crescendo undir bláum himni. Taxi Góða Prix ‘99 Árið var 1999, og Taxi vann kappingina. Eg var tá partur av sendingini Náttarravnar. Eftir finalunu valdu vit at lata telefonirnar upp fyri at fáa reaktiónir frá fólki. Tað var telefonstormur í útvarpinum tað leygarkvøldið. Fleiri førdu fram, at kapp- ingin var púra burtur við, tí blaðungu tónleikararnir ikki høvdu nakran møguleika móti teimum meiri royndu. Onnur hildu uppá, at tað var skeivt dømt, og at dómar ar- nir vóru inkompetentir. Hetta lívliga kjakið fekk sum kunn- ugt ongan enda. Eftir stend- ur tó ein rúgva av góðum tónleiki frá kanska bestu Prix finaluni nakrantíð. Góða hjá Taxi er ein vøkur ballada, sum er eld væl. Hon heldur framvegis. Clickhaze Indigo Brow Prix 2001 2001 var árið hjá Clickhaze. Bólkurin, sum vísti stórt po - tenti ali tvey ár framman- undan, hevði nú veruliga funnið seg sjálvan. Glógv- andi stjørnan var Eivør Pálsdóttir, men hinir limirnir stóðu eisini sterkir. Kenslan var, at hetta tað sama kundi verið ein kendur útlendskur bólkur, sum var á vitjan. So sannførandi var framførslan. Eitt av fleiri hæddarpunktum var Indigo Brow. Týr Ormurin langi Prix 2001 Ormurin langi er Prix Føroy- ar slagarin yvir øllum, og hann hevur kveikt áhugan fyri føroyska dansinum hjá mongum. Sangarin Poul Arni Holm syngur seinastu herðing í orðinum "hildarting" eitt sindur hægri enn gamalt var. Hesin varianturin hoyrist framvegis týðiliga aftur, tá Ormurin verður kvøðin á ólavsøku. Tað sigur nakað um, hvussu væl fólk hava tikið sangin til sín. Makrel Forever and Beyond Prix 2005 Forever and Beyond er Makrel, tá bólkurin er bestur. Droymandi og sveimandi. Sangurin er væl longri enn miðal, men tað ger einki. Lurt arin verður spakuliga men trygt drigin við. Røddin hjá Ára Rouch, sum fer gjøg- num eitt serligt sangtól, er sum skapt til Forever and Beyond. Harumframt riggar tað fantastiska væl visuelt at hava tvær mikrofonir á pallinum við ljósketum rundan um. Einfalt men flott. Gittaristurin Rasmus Ras- mussen er altíð spennandi at lurta eftir, og á Forever and Beyond brillierar hann enn einaferð. Solo’in telist, eftir mínum tykki, millum hansara allar bestu, og tað sigur ikki so lítið. Mær dámar serliga væl live útgávuna av sanginum. Hon hevur hasa serligu nervuna, sum sjáldan kemur fram á eini studioupptøku.