mikudagur 20. september 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Tað skal síggja gott út
– Tá ið vit í Clickhaze spældu í
Prix Føroyar finaluni í 2003,
minnist eg eina nokkso ørkyml-
andi hending. Tá ið vit høvdu
ljóðroynd, minnist eg, at fokus
bara var á hvussu myndatólini
skuldu stilla seg, og hvar ið vit
skuldu hyggja. Heldur enn at
leggja seg eftir at framføra
góðan tónleik, so tóktist tað sum
um fokus var á útsjóndini av
tiltakinum. Hetta gav mær eina
kenslu av, at prixið var farið heilt
út av kós, sigur ein bersøgin
Eivør Pállsdóttir.
– Men allíkavæl haldi eg, at tað
er øðiliga keðiligt um prixið nú
fer í søguna. Prixið hevur altíð
verið ein stórur íblástur fyri teir
yngru tónleikararnir. Tey ungu
vilja gjarna læra av teimum
tilkomnu, og tað er
týdningarmikið hjá einum ungum
bólki, at sleppa at standa á
einum palli, og at royna at spæla
ígjøgnum eitt ordiligt anlegg.
Eisini er tað ómetaliga læruríkt at
sleppa at spæla fyri eini stórari
og heitari fjøld, greiður Eivør frá.
Íslendska Grand Prixið
Eivør metir, at prixið spakuliga er
farin at líkjast einum røttum
Eurovision tiltakið. Tað snýr seg
ikki so nógv um tónleikin, men
meir um hvussu tað heila sær út,
og hvussu skjótt tað gongur.
- Tá ið eg luttók í tí íslendska
Eurovision kendi eg meg heilt
fremmanda. Eg visti ikki hvussu
eg skuldi uppføra meg á
pallinum.
– Eg kendi á mær, at fólk við hús
vildu síggja ein flottan kjóla og
hoyra eina komandi landaplágu,
heldur enn at hoyra dygdargóðan
tónleik. Hetta haldi eg vera heilt
løgið. Hóast hetta, so skilji
eg væl, at summum dáma
tílík tiltøk, men hetta er
bara ikki nakað fyri meg.
Eg haldi at dugnalig
tónlistarfólk skulu halda
seg burturfrá tílíkum.
Hvat er tú
kend fyri?
– Tað er týdningarmikið at
spyrja seg sjálva, havt ið
tað er man vil verða kend
fyri. Um tú vilt vera kend
fyri vakrar kjólar, og at
vera nógv í fjølmiðlunum,
so er tað ein erlig sak.
Men um tú veruliga vil satsa
uppá at skriva og liva sum
dygdargóður tónleikari, so mást
tú halda teg burtur frá tiltøkum,
sum ikki virða tónleikin. Tiltøk
sum leggja dentin á show, eru
tíanverri vorðin gerandiskostur
her á leiðum, og tað er stak
óheppið.
– Mítt lív og mín tónleikur skal
ikki dragast niður á eitt støði, har
ið tónleikurin kemur í aðru røð,
staðfestir Eivør.
– Tónleikurin er listin, sum eg
fáist við, og tí vil eg halda hann
so reinan sum til ber. Tónleikarar
kunnu í dag, skriva eitt “hit” og
leggja tað á netið. Um ein er
heppin kann ein gerast heims-
kendur, fáa plátusáttmála og alt
uttan nakrantíð hava staðið á
palli. Hetta er púra øvugt í míni
verð. Tað týdningarmesta hjá
mær er, at eg ferðist nógv og
spæli konsertir. Tað læri eg sera
nógv av, og eg haldi at eg
mennið meg.
– Men tá ið tú fer á pallin og
spælir “play-back” ella okkurt
sovorðið, so haldi eg at tiltakið er
fari ov langt. Tað lærir tú ikki
nógv av. Soleiðis var tað í tí
íslendska Eurovision. Tað var
bara eitt show, og prixið er
tíðanverri eisini fari tann vegin,
sigur hon.
Skal tað vera, so skal
tað vera ordiligt!
– Tað gevur onga meining at
gera eitt Prix Føroyar tiltak við
hálvum hjarta. Vit kunnu ikki
velja lættar og smartar loysnir.
Skal tað vera, so skal tað vera
eitt greitt fokus á tónleikin, og
ikki á hvussu tónleikarin er ílatin,
sigur Eivør greitt.
– Eg vóni at prixið hevur lív
lagað, men ikki til ein hvønn prís.
Tað skal vera fyri at stuðla upp-
undir føroyskum tónleiki, og tað
krevst eisini at sjónvarps hyggj-
arar skilja tað. Vit mugu standa
saman um tónleikin, og vónandi
verður Prix Føroyar aftur ein
dygdargóður karmur fyri okkara
tónleik, sigur Eivør at enda.
m
t
Tónleikur
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
g
øg
eg
tílík
bar
Eg
tón
seg
Hv
ke
– T
sp
ta
fy
fy
ve
so
Prixið lat okkara
eygu upp fyri Eivør
Pálsdóttir
– Verður onki Prix???, sigur Eivør næstan forfard, tá ið vit vilja vita, hvat hon heldur um at
avlívað prixið. Eivør hugsar seg um eina løtu, og sigur:
– Tað er kanska uppá tíðina. Tað er ongin ivi um, at prixið hevur havt stóran týdning fyri meg
og nógv onnur við mær, men tey seinastu árini, hevur tað ikki havt líka nógv uppá seg, sigur
Eivør.
Minnið show – meiri tónleik
Eivør Pálsdóttir – vinnari 2001