mikudagur 20. september 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Ein kreativ veking
– Fyrst av øllum haldi eg, at vit
skulu minnast við virðing, hvønn
týdning prixið hevur havt fyri
føroyskan tónleik. Aftaná
kreppuna haldi eg at ein nýggj
tjóðskaparlig tilvitan í fólkinum
stakk seg upp, (hetta skal ikki
skiljast flokspolitiskt) sum setti
eina nýggja skapandi kraft í
gongd á so nógvum økjum.
Prixið var ein týðandi partur av
hesum ráki, og umboðaði tann
tónlistarliga partin, sigur Jón
Tyril.
– Áðrenn prixið, var tað so at
siga ógjørligt hjá einum bólki,
sum spældi egnan tónleik at
sleppa framat nakrastaðni. Um tú
ikki spældi til dans, so vóru í
nógv ár bara Ólavsøkukonsertinar
og síðan "Futti á Ferð" eftir, har
nýggir og ambitiøsir bólkar kundu
spæla sítt egna tilfar, vísur Jón á.
– Vit sóu eina kreativa veking, tá
ið Prixið av fyrstan tíð fór av
bakkastokki. So stóran týdning
leggur Jón Tyril í Prix Føroyar.
Jón hevur vunnið Prix Føroyar
sum tónleikari saman við bólki-
num Clickhaze og sum við fram-
leiðari saman við bólkinum Gestir.
Jón arbeiðir nú m.a. við at skipa
fyri GBOB kappingini.
– Men hóast Prix Føroyar hevur
havt ein sera týdningarmiklan
leiklut fyri føroyska tónleikin í
einum tíðarskeiði, so trúgvi eg at
vit eru komin í eitt nýtt tíðarskeið
og at tíðin helst er farin frá
Prixnum. Vit kunnu sammeta tað
við "Radio Luxenbourg", sum var
sera týdningarmikið í eitt tíðar-
skeið, men nú eru MTV, VH1,
Myspace og mangt annað komin
í tess stað. Á sama hátt kunnu
vit siga, at onnur tiltøk eru komin
í staðin og fylla út leiklutin hjá
Prixnum.
Samanumtikið vil Jón vera við, at
við festivalunum, GBOB, Planet
Awards og mongu konsertunum
kring landið er leikluturin hjá
Prixnum yvirtikin av øðrum pørt-
um av føroyskum tónleikalívi.
– Prix Føroyar skapti virðing fyri
og ein eftirspurning eftir nýgjørd-
um tónleiki, og hetta hevur sett
gongd á onnur ting, eisini í
privatum høpi. Tískil síggjast so
mong tónleikatiltøk kring allar
Føroyar nú – og útboðið er nú so
stórt, at tað ikki er sami tøvur á
Prix Føroyum longur.
Fokus varð flutt
Hóast Jón er góður við Prixið, so
heldur hann, at tiltakið spakuliga
fór longur og longur skeiva vegin.
– At byrja við var Prix Føroyar
eitt tiltak sum setti fokus á tón-
leikin og talentmenning, men
seinasta Prixið/AME tóktist meira
at hava sum endamál at skapa
sjónvarpsundirhald til familjuna
Føroyar. Tað var spell tí tiltakið
misti fokus og úrslitið var
óheppið.
Sambært Jón var prix finalan í
2005 tann keðiligasta av øllum.
– Prixbólkarnir duttu fullkomiliga
ímillum tí sjónvarpsshowið var
tað mest týðandi. Tað er fínt við
sjónvarpi og øðrum miðlum til
slík tiltøk, men tað má bara ikki
ganga útyvir hini endamálini við
kappingini. Tað má haldast fast
um endamálið við kappingini og
at tónleikurin og tey sum skapa
hann er í miðdeplinum, og tey
atlitini eiga at vinna, tá ið tað er
stríð um áhugamálini Annars
missur tiltakið seg sjálvt burtur.
Og tað var tað, sum eg haldi
hendi við seinasta AME/Prix FO.
Ongan praktiskan
týdning at vinna Prix FO
Tá ið Clickhaze spældi í finaluni í
2001, var tað lítil ivi um, at hetta
var bólkurin sum fór at strúka
avstað við gullheiðursmerkinum.
Og so var. Saman við einum
vælleikandi rútmubólki sannførdu
Petur & Eivør dómarar og áhoyr-
arar um at hetta var tann besta
framførslan tað aprílkvøldið í
2001. Men hvønn týdning hevur
tað fyri ein bólk at vinna Prix
Føroyar?
– Tað at vinna, hevði í sær
sjálvum lítlan og ongan praktisk-
an týdning. Eg meini, vit vunnu
ikki eina rúgvu av pengum ella
fingu plátukontraktir ella nakað
tílíkt. Vit fóru við fyri at vísa
okkara tónleik fram og nýttu tað
sum motivatión, at skula spæla
til eitt so flott og stórt tiltak við
so nógvum fokus rundan um seg.
Tað týdningarmesta var helst, at
vit fingu høvið at framføra í
góðum umstøðum, frammanfyri
týdningarmiklum fólkum, sum
vóru til staðar í Norðurlanda-
húsinum. Eg haldi ikki, at vinning-
arnir í sær sjálvum góvu okkum
so nógv. Tað var meira tey
sambond, sum vit skaptu okkum
umvegis Prix Føroyar. Og tað
høvdu vit møguliga kunnað hóast
vit t.d. blivu nr 2 ella 3, sigur Jón
Tyril.
GBOB er framtíðin
Alt meðan Prixið sær út til at
verða fortíð, so er altjóða tón-
leika kappingin GBOB á veg fram.
GBOB varð hildið fyri fyrstu ferð í
Føroyum í fjør, og tiltakið eydn-
aðist væl. Bólkurin Marius vann
føroysku tjóðarfinaluna, og stóð
seg heilt væl í altjóða finaluni í
London.
– Tað er faktiskt góður møguleiki
hjá einum føroyskum bólki at
vinna altjóða GBOB”, sigur Jón.
“Marius var millum teir allarbestu
í London í fjør, og um teir høvdu
verið eitt sindur meira ósmædnir
ella pallvandir er stórur møguleiki
fyri at teir høvdu farið allan
vegin, sigur Jón. Vinningurin er
$100.000 (ella á leið 600.000 kr)
og ein heimsturné, so hetta er
ikki smávegis vinningur.
Fyri føroyingin er tað kanska
serliga áhugin millum fjølmiðl ar-
nar, sum ger Prix Føroyar tiltakið
so stórt. Men hvussu er fjølmiðla-
áhugin fyri GBOB?
– Áhugin er sera stórur og vit
hava longu fingið váttan frá Út -
varpinum, at teir senda beinleiðis
frá tjóðarfinaluni í Føroyum. Vit
høvdu eisini eitt gott samstarv
við miðlarnar í fjør, men um so
er, at Prix Føroyar, sum jú kravdi
sera stóra orku frá Kring varpi-
num, ikki verður aftur, so vóna
vit sjálvandi at nakað av tí leys-
givnu orkuni verður lagt í at
fylgja serliga væl við eitt nú
GBOB. Tað hevur nógv at siga
fyri at skapa áhuga fyri tiltakinum
og harvið luttakandi bólkum
millum fólk, sigur Jón.
GBOB verður í tíðarskeiðum 12-
14. oktober í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði.
Jón og hini í
Clickhaze settu
føroyskan tónleik
í eitt heilt nýtt
gear
Hóast Prix Føroyar hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri føroyskan tónleik, so er
tíðin búgvin, til at tiltakið verður lagt niður. Tónleikapallurin er nógv mentur og onnur
tiltøk hava yvirtikið leiklutin hjá prixnum, heldur Jón Tyril
Jón Tyril –
Prix Føroyar
vinnari 2001
og GBOB
fyriskipari
Tíðin er
kanska
farin frá
Prixnum
Tónleikur
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo