Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Ein fatalur brølari at gevast við Prixnum Við Teiti og Eivør er fokus byrjað at verða sett á før- oyskan tónleik í altjóða høpi, ella í øllum førum í Íslandi og Dan- mark, og eg merki á mínum starvs- feløgunum, at teir eru byrjaðir at tosa um, hvat tað er, ið hendur har uppi, tí er hetta eitt sera óheppið tíðspunkt, at lata besta sýnisgluggan hjá føroyskum tón- leiki aftur, sigur danski plátufelags- stjórin Jens Ove Friis. Samrøða Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Jens Ove Friis er stjóri í plátu felagnum RecArt Music. Hann hevur síðan Prix Føroyar finaluna í 1999 vitjað sum dómari, og hann sigur, at sjálvt um fyri reikar- arnir ikki høvdu bjóðað hon- um sum dómara til eitt kom- andi Prix, so hevði hann álíkavæl farið til Føroyar í sambandi við prixið og um hann so skuldið goldið fyri at sloppið inn. Ein gluggi til føroyska tónleikalívið – Fyri okkum uttanlands er Prix Føroyar ein gluggi inn til føroyska tónleikalívið. Vit fáa á ein lættan hátt yvir- blikk yvir tað, ið hendur á føroyska tónleikapallinum. Hetta er gull vert fyri okkum. Tí hevði eg veruliga verið keddur, um Prix Føroyar gavst, og hetta hevði verið ein stórur missur fyri før- oyska tónleikalívið, sigur Jens Ove Friis. – Eg havi vitjað ymisk onnur tiltøk í Føroyum, eitt nú G!Festivalin. Men hesi tiltøk geva okkum ikki somu mynd av tí nýggja og spenn- andi, sum prixið gevur. Á festivalunum er meira talan um tey, ið longu eru sprott- in. Ein festivalur kann ikki á sama hátt vísa okkum tað, sum vit í ídnaðinum leita eftir. Tit skulu heldur ikki gloyma, at Prix Føroyar er kanska týdningarmesti liðurin í føðiketuni hjá festi- valunum og at kuta hendan burtur hevði verið ein fatalur brølari, fyri føroyska tónleikalívið, sigur Jens Ove Friis og heldur fram: Burturvið at gevast júst nú – Eg síggi Prix Føroyar sum eina messu, eitt sindur á sama hátt sum Spot Festi- valurin í Århus. Eitt stað har framtíðin og nýggjasti parturin av nútíðin verður sýndur fram, og hetta er tað, ið er áhugavert fyri tónleikavinnuna. – Tað hevði eisini verið ómetaliga ergriligt, um man valdi at gevast júst nú. Við Teiti og Eivør er fokus byrja at verða sett á føroyskan tónleik í altjóða høpi, ella í øllum førum í Íslandi og Danmark, og eg merki á mínum starvsfeløgunum, at teir eru byrjaðir at tosa um, hvat tað er, ið hendur har uppi. Vit upplivdu tað sama í Danmark við Aqua, uttan nakra samanbering annars. Tá tey gjørdust heimskend, byrjaði umheimurin at geva donskum tónleiki ans. Her er Prix Føroyar heilt rætti sýnisgluggin, og tað tykist tí burturvið at lata hann aftur nú, sigur Jens Ove Friis. Prixið er vorðið professionellari Jens Ove Friis er annars væl nøgdur við tær broyt- ingarnar, ið Prix Føroyar hevur verið ígjøgnum síðan 1999. – Eg haldi, at Prix Føroyar er farið frá at vera ein hugna lig eitt sindur bygda- kend føroysk kapping til eitt show, ið hevur altjóða dám. Sjálvandi eru tað ting, ið kundu verið broytt. Eftir AME seinast bað Fróði okkum, ið vóru gestir um at senda honum viðmerkingar. Eg sendi honum ein langan mail við hugskotum. M.a haldi eg, at man í nógv størri mun, átti at tikið býar- lívið í Havnini við í tiltakið. Tá man hevur savnað so nógvar útlendingar í Før oy- um, átti man at nýtt høvið til at vísa nøkur onnur nøvn fram. Eitt nú bólkar, ið eru vrakaðir í innleiðandi um - førum, teir kunnu í veru- leikanum vera júst tað, ið vit leita eftir. Her áttu til- dømis pallpassini hjá út lendsku gestunum givið atgongd til tónleikatiltøk kring allan býin. Soleiðis at AME umfataði alla Havnina alt vikuskiftið, greiður Jens Ove Friis frá. Sjálvt AME tiltakið helt Jens Ove Friis annars rigga sera væl, tí fyri hann hevur kappingarelemtið ongantíð verið tað týdningarmiklasta. – Kappingin hevur skapt ein ávísan spenning, og er gott fyri áskoðararnir, men tað er ikki tað týdningarmiklasta fyri okkum, ið vilja hava eina mynd av hvussu føroyski tónleikapallurin sær út, greiður hann frá. Kanska bert ein samandrátt – Viðvíkjandi sjónvarpinum, so dugi eg at síggja, at nú - verandi leistur kann vera ein trupulleiki, sjónvarp er fiktión og er ikki altíð líka væl egnað til at vísa veru- leikan. Kanska skuldi sjón- varpið ístaðin fyri at senda alt beinleiðis, sent ein samandrátt kvøldið eftir, við einum lagi við hvørjum bólki, sigur Jens Ove Friis. Prix Føroyar er ein orsøk til at fara til Føroyar At enda spurdu vit Jens Ove Friis, hvørt hann kundi ímynda sær, um hann hevði valt at fari til onnur tiltø fyri at hildið á við at hava innlit í føroyskan tónleik, um Prix Føroyar varð tikið av skránni. – Ja, í ein ávísan mun, men eg hevði ikki farið upp bara til ein festival ella okkurt tílíkt. So skuldi tað passað saman við onkrum øðrum eisini. Festivalar og annað líkjast nógv tí, ið vit síggja í Danmark, og kunnu ikki á sama hátt geva mær yvirblikkið, so tí eru teir ikki á sama hátt sum Prix Før oy- ar ein orsøk at fara til Før- oyar. Jens Ove Friis er plátufelagsstjóri og hevur vitjað í Føroyum í sambandi við seinastu 4 Prix Føroyar kappingarnar