Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Hvat hava Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze og Go Go Blues í felag? Allir hava teir vunnið Prix Føroyar og eingin av bólkunum er til longur. Einasti bólkur, ið higartil hevur yvirlivað sigurin í Prix Føroyum er vinnarin í 2003 Gestir. Bólkurin hevur júst givið sína fyrstu fløgu út, og tykist raknaður við aftur eftir eitt heldur stilt tíðarskeið. Tað er ikki so, at allir bólkarnir eru givnir beint eftir Prix Føroyar sigurin, Moirae gav tvær fløgur út, áðrenn bólkurin gavst nøkur ár seinni, Mark No Limits, Taxi og Clickhaze góvu hvør sína EP út og spældu rættiliga fitt bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini fyribils seinasti Prix Føroyar vinnarin Go Go Blues er nú dottin niður fyri, tó so bólkurin hevur síðan Prix- sigurin givið aðru fløguna hjá sær út, umframt at hann hevur verið sera virkin bæði innan- og uttan lands. Eingin av hesum fimm bólkunum hevur havt nakað langt lív, Moirae var tann bólkurin, ið helt longst og var til í beint yvir trý ár eftir sigurin. Gestir vunnu í 2003, tá var bólkurin heilt nýggjur, so hesin bólkur er heldur ikki nakar gamal bólkur enn. Men tað er greitt, at fyri hvønn dag bólkurin er til, skrivar hann Prix Føroyar søgu, við bara at vera, tí hann hevur nú yvirlivað longur enn Moirae gjørdi. nud PRIX FØROYAR HEVUR GIVIÐ OKKUM ÚT VIÐ 900 NÝGGJ FØROYSK LØG Í sambandi við eitt av undanumførunum í Prix Føroyum 2003 lýsti formaðurin í Føroya Undirhaldstó nleikarafelag Kaj Johannesen tað, ið hendir á føroyska tónleikapallinum, tá Prix Føroyar er, sum eitt slag at grindamentali- teti. Nógvir bólk- ar liggja í dvala til onkur rópar PRIX FØROYAR, og so leypa menn upp skóleysir og venja sum eitt ørt, til Prix Føroyar er liðugt, so er aftur stilt í tvey ár. Hetta er ein sera beinrakin lýsing, og eingini ivi er um, at nógvir bólkar bert vakna í sambandi við Prix Føroyar og detta síðan niður fyri, eisini eru nógvir bólkar stovnaðir til hesa kapping. Tó vísir tað seg, at hóast fleiri bólkar, ið hava henda grindamentalitet eru komnir í finaluna, hevur eingin av hesum bólkum vunnið Prix Føroyar. Allir Prix vinnararnir hava verið rættiliga virknir bólkar frammanundan Prix Føroyar. Gestir vóru tó ein rættiliga nýggjur bólkur, hevði einans 3 mánaðir á baki, tá hann fór á pall í Prix Føroyum. Men bólkurin varð ikki stovnaður í sambandi við Prix Føroyar. ÁLENDINGAR HAVA SÍTT EGNA PRIX FØROYAR Meðan fyrireikararnir av Prix Føroyum um hugsa at kippa tiltakið, so hava álendingar í ár á fyrsta sinnið skipað fyri stórari tónleikakapping, ið eitur musik.ax og sum byggir á royndirnar við Prix Føroyum. Í fjør var Ulrika Lind úr Álandi í Føroyum og vitjaði Norðurlandahúsið, fyri at savna íblástur til teirra kappping. Tað er Nordens Institutt saman við álendsku lands parta stjørnini, býráðnum í Mariehamn og felagskapinum fyri ung í Álandi ið hava tikið stig til, at menna rútmiska tónleikin í Álandi. Musik.ax var skipað við innleiðandi umførum trý vikuskifti í mars og finalu um miðjan mai. Bólkarnir kappaðust um vinningar, ið mintu nógv um Prix Føroyar vinningarnar. Høvuðsvinningurin var tíð í upptøkuhøli uttan fyri Áland, av øðrum vinningum kunnu nevn- ast tvær konsertir í Føroyum. Harumframt vóru um boð fyri festi- valar í Norðanlondum til musik.ax. Á einum øki breyt hendan kapping nógv frá før oysku systirkappingini. Skipað varð fyri tón leika verkstøðum, har bólkar og einstak lingar vórðu vegleiddir og fingu lagt lag á fram førslu og annað, hetta varð gjørt longu áðrenn innleið- andi umførini. nud Grindamentalitetur í Prix Føroyum Gestir skriva hvønn dag Prix Føroyar søgu Ulrika Lind høvuðs- fyriskipari av musik. ax var í Føroyum og savnaði íblástur til tiltakið v e f h s f u v i Ei Mo y b n d b g Gestir er einasti bólkur, ið hevur yvirliva Prix Føroyar sigurin. Mark No Limits hevði sína síðstu framførslu á Prix Føroyum 1999, júst tvey ár eftir sigurin í 1997 Hatespeech luttók í Prix Føroyum 1997 og 2003, liggur annars í long tíðarskeið stillur, men kemur so afturíaftur av og á. Prix Føroyar hevur øll árini vakt stóran áhuga millum fólk og hesi seks prixini hava út við 22.000 fólk verið til Prix Føroyar tiltøkini. Hetta er umframt øll tey, ið hava fylgt við í útvarpi og sjónvarpi, og hesi eru uttan iva fleiri ferðir so nógv. Hesir nógvu túsund áskoðarar hava uppliva 170 bólkar framført í stóran mun egnan tónleik. Fyrstu árini kundi okkurt lánilag vera á skránni, men bróðurparturin hevur øll árini verið nýskrivaður føroyskur tónleikur. Sambært fyrireikarunum eru umleið 150 løg skrivaði til hvørja Prix Føroyar kapping ella tilsamans 900 løg. Áhugin hjá bæði føroyskum og útlendskum miðlum fyri Prix Føroyum hevur verið stórur, og tiltakið hevur fingið sera gott pláss í bæði elektroniskum og tryktum miðlum. nud