Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 181 - 20. september 2006 ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Todi spælir hálvfinalu í kvøld Todi Jónsson verður eftir øllum at døma millum teir fyrstu 11, tá Start í kvøld skal spæla hálvfinallu í norsku steypakappingini. Hendan verður á útivølli móti Fredrikstad, ið annars er felagið, sum helt seg hava fingið Toda í hópin fyri góðum ári síðani. Fyri knøppum mánaði síðani spældi Start á útivølli móti Fredrikstad, sum tá vann tryggan 4-0 sigur í landskappingini. Tann dystin sat Todi utt­ an fyri við lítlum skaða, men hann verður mest sum heilt víst við frá fyrsta bríksli hesaferð. David Nielsen, sum Todi vanliga kappast við um plássið frammi í álopinum, er nevn­liga leikbannaður. Í Start verður sagt, at talan nú er um týdningarmesta dystin á árinum. Hóast felagið enn kann røkka europiskum fótbólti um­vegis landskappingina, so er steypakappingin skjót­ari vegurin í so máta, og tí verður nógv lagt fyri í royndunum at vinna hesa, verður sagt. -mørk --- Nygaard skoraði men tapti Queens Park Rangers, har hálvi tvøramaðurin, Marc Nygaard, er yrkisspælari, tapti í gjárkvøldi 3-2 fyri Port Vale í lítlu ensku steypa­kappingini – the Carling Cup. QPR spældi á útivølli móti Port Vale, og Nygaard gav gestunum eina góða byrjan við máli til 1-0 eftir bara 9 minuttum. Tað eydnaðist tó Port Vale at koma upp á 3-1, áðrenn gestirnir aftur minkaðu um munin. Men við 3-2 tapi er QPR altso liðugt í steypakappingini á hesum sinni. -mørk Hóast ítróttahøllin í Kolla­ firði enn ikki alment er tik­ in í nýtslu, so hava vaksna­ mannadeildirnar í eina tíð vant í høllini, og komandi viku­skifti verður lagt til brots við eini spennandi kapp­­­ing millum trý føroysk 1. deildarlið í hondbólti og danska liðið Aab, sum kem­ur á vitj­an við sínum næst­besta liði. Um vikuskiftið kom­andi kemur lið úr hond­bólts­ felagnum Aab á vitjan í Kolla­firði. Talan er í høvuðs­ heit­inum um ungar leikarar hjá felagnum. Liðið er 2. lið hjá Aab, og tískil tað liðið hjá felagnum, ið er menn­ing­ arlið hjá ligaliðnum. Liga­ liðið hjá Aab hevur annars havt eina góða byrjan upp á kappingarárið. Teir hava spælt tveir dystir og vunnið báðar, ávikavist ímót Ajax úti og TMS Ringsted heima. Flestu leikararnir á før­ oya­ferðini eru føddur í 1987 og hava spælt sam­an øll ungdómsárini. Lið­ið hev­ur altíð verið mill­um fremstu liðini í Dan­mark, hev­ur vunnið eitt dan­marsk­ meist­araheiti og var í fjør nr. 2 í unglingadeildini. Fleiri av leikarunum, ið um viku­­­skiftið fara at kappast ímóti føroyskum liðum, eru leikarar, ið hava evni til at verða sáttmálabundnir at liga­ liðnum hjá Aab. Aab kemur til Føroya fríggjadagin, og skal spæla dyst ímóti 1. deildarliðnum hjá KÍF fríggjakvøldið kl. 20.00 í nýggju ítróttahøllini í Kollafirði. Leygardagin verður so kapping ímillum VÍF, Kyndil, KÍF og Aab, har øll liðini spæla ímóti øllum. Kappingin byrjar kl. 13.00 og endar kl. 19.00 Kári Mortensen, venjari hjá KÍF, hevur fingið danska liðið hendavegin. Hann hev­ ur havt samband við Rene Kristensen, fyrrverandi venj­ara í Neistanum, sum nú venur ungdómslið hjá Aab, og saman við honum fingið ferðina í lag. Rene Kristensen verður við á ferð­ ini, og er hann tann einasti í hópinum, sum hevur verið í Føroyum áður. Danska liðið fer av stað aftur mánadagin. Umframt at spæla hond­ bólt er ætlanin at leikararnir eisini skulu síggja annað enn hondbólt, meðan teir eru í Føroyum, og tí verður farið ein túr niðan á Skæling sunnu­ dagin, um veðrið verð­ur til vildar. Ligaliðsleikari kemur leygardagin Ein av leikarunum hjá Aab, Mikkel Ibsen, verður ikki við hópinum, sum kemur til Føroya fríggjadagin. Hann hevur nevniliga júst skriv­ að sáttmála við liga­lið­ið hjá Aab og skal spæla dyst fríggjakvøldið. Hann vil tó ógvuliga fegin til Før­oya og kemur tí í staðin leyg­ardagin, og hann verður við til dystirnar í sjálvari kappingini. Royndir leikarar á liðnum Flestu leikararnir á Aab-liðn­ um, sum kemur til Før­oya um vikuskiftið, eru ungir leikarar. Tó er onk­ur eldri leikari eisini við. Nevnast kunnu 32 ára gamli Ole Kuhr, sum í fjør var fastur málmaður á ligaliðnum og 2,04m høgi vinstrahándsbakkurin, Pet­er Nørregaard, sum júst er komin til Aab úr KVIK Humlebæk av Sælandi. Hondbóltur á høgum støði Finn Christensen, venjari hjá liðnum, sum kemur til Føroya, sigur, at liðið er eitt sera spennandi og evnaríkt lið.”Leikararnir eru góðir og evnaríkir, og málið er fyrst og fremst at menna hesar leikarar til at koma inn á ligaliðið og at finna útav, hvørjir kunnu fáa sáttmála við besta lið hjá felagnum. Kappingin leygardagin 23. sept. Kappingin í ítróttahøllini í Kollafirði leygardagin 23. september er skipað sum ein kapping ímillum trý føroysk 1. deildarlið, VÍF, Kyndil og KÍF og danska liðið Aab. Dystarskráin er henda: Kl. 13.00 KÍF – VÍF Kl. 14.00 Aab – Kyndil Kl. 15.00 VÍF – Kyndil Kl. 16.00 KÍF – Aab Kl. 17.00 Aab – VÍF Kl.18.00 Kyndil - KÍF Forkunnug útlendsk hondbóltsvitjan til Kollafjarðar Róðrarsambandið hevur nú gjørt av, hær úttøkukappingin til NM-kappingina í innan­ durarógving verður. Hendan verður í Havn tann 25. nov­em­ ber, og sleppa bestu føroysku rógvararnir soleiðis við til NM-kappingina. Hendan verður í Gladsaxe í Danmark í døgunum 27. og 28. januar komandi. -mørk Í dystinum móti Skála sunnudagin, var Bárður Olsen hjálptur av vøllinum, tí knæið hjá honum vildi ikki sum hann vildi. Tað bar illa til at staðfesta beinanvegin, hvat trupulleikin hjá Bárði var, men eftir at hava verið til kanningar á Landssjúkrahúsinum týs­dagin er greitt, at hann skal undir eina minni skurðviðgerð fríggja­ dagin. Hetta merkir, at hann ikki verður tøkur til lands­ kappingardystin móti B68 sunnudagin, og ei heldur til seinnu hálvfinaluna komandi mikudag. Talan er um so mikið lítlan skurð, at Bárður sum onki kann ganga eftir skurðviðgerðina, og helst kann byrja at venja tíðliga í næstu viku. -mørk Bárður undir skurð Úttøkukappingin verður 25. november – Síðsta árið hevur víst, at leikararnir ikki eru nóg stinnir í avg­erð­ andi dystunum, og tí meta vit, at liðið kann gerast nógv sterkari, enn tað er í løtuni Dia Midjord, venjari hjá VÍF - Leikararnir eru góðir og evnaríkir, og málið er fyrst og fremst at menna hesar leikarar til at koma inn á ligaliðið og at finna útav, hvørjir kunnu fáa sáttmála við besta lið hjá felagnum. Hetta sigur venjarin Finn Christensen