Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 181 - 20. september 2006 ] VÍF endaði í tveimum finalum síðsta kappingarár. Bæði í steypafinaluni og í finaluni í landskappingini taptu teir, og teir blivu enntá eyðmýktir av einum vælspælandi kyndilsliði. Nú krevja venjararnir, at hugburðurin hjá spælarunum skal broytast í avgerðandi dystum. HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo VÍF hevur altíð verið millum fremstu liðini í føroyskum hondbólti, og síðstu 10 árini hava teir til tíðir vera einaráðandi. Síðsta árið hevur tó ikki gingist so væl. Hóast teir endaðu í báðum finalunum síðsta kappingarár, so endaðu báðar við tapi. Venjarin, Dia Midjord, og spælandi hjálparvenjarin, Ingi Olsen, siga, at vestmenningar fara at gera alt fyri, at teir aftur skulu gerast eitt sigursvant felag, men tað krevur, at spælararnir broyta hugburð. Teir skulu gerast sterkari í avgerandi dystunum, sam­ stundis sum teir mugu taka størri ábyrgd. Liðið ikki nóg gott enn Vestmenningar hava í nógv ár átt fleri av bestu leikarunum í landinum, og hetta árið er einki undantak í so máta, staðfesta venj­ar­ arnir eisini. – Hópurin er breiður, og vit hava ov mikið av góðum leikarum. Men síðsta árið hevur víst, at leikararnir ikki eru nóg stinnir í avgerðandi dystunum, og tí meta vit, at liðið kann gerast nógv sterkari, enn tað er í løtuni. Eftir hetta spurdu vit teir, um liðið kanska manglaði rutinu, tá Ingi ikki var við, ella um leikararnir kanska vóru mettaðir, men hetta helt Dia ikki vera orsøkina. – Ingi hevur havt stóran týdning fyri VÍF í nógv ár, men vestmenningar hava so nógvar góðar leikarar, at teir eiga at fáa betri úrslit enn síðsta kappingarár. Teir skulu bara tora at taka ábyrgd. Ingi Olsen legði afturat, at hann ikki trýr uppá, at ein leikari kann mettast, men at tað heldur hinvegin eru teir, ið hava vunnið mest, ið tola ringast at tapa. Hugburðurin skal broytast Dia heldur, at ein av høv­ uðs­trupulleikunum hjá vest­menn­ingum er hug­burð­ urin. – Hugburðurin hjá spæl­ arunum má broytast. Teir skulu tora nógv betur at taka ábyrgd, og teir mugu harafturat venja nógv sjálvir. Ikki endiliga kropsliga, men serliga sálarliga, tí teir mugu gerast nógv betri í avgerðandi løtum. Ingi Olsen er púra samdur við Dia. – Okkara spælarar mugu læra seg ikki at geva upp. Tað er ein trupulleiki, sum vit mugu arbeiða meir við. Stórur partur av okkara venjing í ár fer at vera á tí sálarliga økinum. Fáa vit tað í ordan, so verða vit ikki til at steðga. Teir ásanna tó, at tað er ein uppgáva hjá venjarunum, at fáa spælararnar betur fyri sálarliga. Men teir halda, at spælararnir eisini mugu gera ein innsats sjálvir. Teir eru heilt vísir í, at fara spælararnir at taka ábyrgd, so skal liðið nokk røkka langt, bæði í landskapping og steypakapping. Kappingin verður millum Kyndil, VÍF og StÍF At enda spurdu vit teir um teirra vónir til komandi kapp­ingarár. Teir hildu báð­ ir, at sjálvt um VÍF-liðið manglar eitt sindur, so verða teir heilt víst millum oddaliðini, tá kappingarárið fer at halla. Dia Midjord væntar harða kapping mill­ um vestmenningir, Kyndil og StÍF. – Kyndil bleiv føroya­ meistari síðsta kappingarár, og teir hava eitt ótrúliga gott lið við nógvum góðum leikarum. Eisini StÍF tykist vera væl fyri, so har vænta vit eisini harða kapping. Hvat hinum liðunum við­ víkir, so vænti eg, at tey fáa tað ringt. KÍF hevur eitt spennandi lið, og teir kunnu yvirraska, men bæði Neistin og H71 byggja nýggj lið upp, og hetta fer at mynda teirra kappingarár nakað. Her eru teir tó ikki heilt samdir, tí Ingi væntar sær harða kapping frá øllum liðunum. - Spæligleðin var ikki tann sama hjá okkum í endanum av farna kappingarári, sum hon onkuntíð hevur verið, tí eydnaðist okkum ikki at vinna FM. Nú eru spælararnir allir klárir aftur, og málið hjá okkum er at fáa eitt betri úrslit enn í fjør. HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hetta sigur Regin Joensen, sum bleiv valdur til ársins stjørnuskot síðsta kapp­ ingarár. Hann sigur, at teir eisini hava vant hart og miðvíst, og spælararnir tykjast klárir at fara und­ ir eitt nýtt og langt kapp­ ingarár. – Vit hava eitt gott lið við tveimum góðum venjarum, og vit ætla okkum heilt víst meir, enn vit vístu ímóti endanum síðsta kappingar­ ár. Leikararnir skulu kenna sína uppgávu Hann heldur, at ein av trupulleikunum hjá VÍF ímóti endanum av síðsta kappingarári var, at leikar­arnir ikki kendu sína upp­gávu. – Fleiri av okkum kendu ikki okkara uppgávur á vøllinum nóg væl. Vit tóku ikki ábyrgd, tá á stóð, og hetta kostaði okkum at enda bæði meistaraheitið og steypakappingini. Regin heldur tó ikki, at hetta verður ein trupulleiki í ár. Hann væntar hinvegin, at leikararnir fara at kempa allir sum ein fyri at vísa, at VÍF er eitt oddalið í før­ oyskum hondbólti. Spæligleðin er vegurin til gullið Regin sigur, at fyri at VÍF skal gera sær vónir um at vinna nakað komandi kapp­ingarár, so krevst, at spælararnir finna spæli­ gleðina fram aftur. – VÍF hevur altíð havt eitt sera gott lið, og flestu av leikarunum eru vanir við at vinna. Men tá vit spældu teir týdningarmestu dystirnar síðsta kappingar­ ár, so spældu vit uttan vilja, og har var eingin spæligleði at hóma. Finna vit hetta fram aftur, so fer at síggja gott út hjá okkum í ár. Hann væntar tó eina harða kapping í ár. Ser­liga kyndilsmenn vera sterk­ir í ár, og vit skulu fyrst og fremst vinna á teim­um, um vit skulu fáa føroya­ meistaraheitið í hús. Hugburðsbroyting skal til hjá VÍF Spæligleðin skal finnast fram aftur Agnar neyvan við fyrrenn eftir jól Agnar Joensen, sum gjørd­ist ársins spælari næst­síðsta kappingarár, og sum gjørdist toppskjútti hjá VÍF í fjør, verður neyvan partur av liðnum hjá vestmenningum fyri jól. Hann hevur brotið økslina, og væntar ikki sjálvur, at hann verður førur fyri at spæla enn. – Eg skal kannast aftur 20.oktober, og um alt ikki er í lagi tá, so verði eg undir øllum umstøðum ikki klárur fyri jól. Hetta er stórur missur fyri vestmenningar, tí Agnar hevur í nógv ár verið ein av Føroya bestu strikuspælarum, sam­stundis sum hann er ein sera góður verjuleikari. Stovnað: 1939 Formaður: Jóngerð Nielsen Venjari: Dia Midjord FM-heiti: 21 FAKTA – VÍF menn – Hópurin er breiður, og vit hava ov mikið av góðum leikarum. Men síðsta árið hevur víst, at leikararnir ikki eru nóg stinnir í avgerandi dystunum. Tí meta vit, at hugburðurin hjá leikarunum má broytast