Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 181 - 20. september 2006 ] Kvinnurnar hjá Neistanum hava til komandi kappingarár fingið nýggjan venjara. Hann ætlar at fáa unga neistaliðið at varðveita plássið í oddinum. HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Dieter Eigemann er nýggi venjarin hjá Neistanum. Hann er týskari, men hevur síðstu árini vant í Danmark. Hann sigur seg kenna sera lítið til føroyskan hondbólt, men sigur, at málið hjá honum og Neistanum er at enda millum oddaliðini. Mugu nýta ungu leikararnar Hann ásannar tó, at tað kann gerast ein trupulleiki, at fleiri av royndu kreftunum eru givnar. – Fleiri av teimum eldru leikarunum eru ikki við í ár, og hetta kann gerast ein trupulleiki. Men eg ætli mær at geva ungu leikarunum álit, og so vóni eg, at tær klára at halda eitt høgt støði alla kappingina. Hann leggur afturat, at tað er av týdningi, at man ikki leggur ov stórt trýst á ungu leikararnar, men í staðin letur tær koma spaku­liga inn í hitan í besta deildini. Mugu royna at steðga Stjørnuni At enda sigur hann seg vóna, at Neistin fær eitt gott úrslit í ár. Hann vísir tó á, at tað verður ringt at steðga Stjørnuni. – Stjørnan hevur eitt ótrú­ liga gott lið, og tær eru at meta sum stórur favorittur at vinna meistaraheitið. Vit skulu sjálvandi royna at steðga teimum, men tað verður ringt við okkara ungu liði. Vit skulu tó í øllum førðum vera tað liðið, sum liggur í hølunum á Stjørnuni, tá kappingin byrjar at halla. Neistin hevur mist størsta partin av sínum royndu leikarum. Ungir og óroyndir leikarar skulu nú í staðin føra liðið allan vegin upp í oddin. HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ein av ungu leikarunum hjá Neistanum, sum veruliga hevur gjørt um seg, bæði í heimligu kappingina og á landsliðnum, er Ása Dam á Neystabø. Sjálvt um hon bert er 18 ára gomul, so telist hon í komandi kappingarári millum royndu leikararnar á neistaliðnum. Hon skal eisini vera ein av teimum, sum skal halda liðnum uppi í oddinum komandi kappingarár. Neistin skal halda fast um góðu gongdina Síðstu árini hevur Neistin verið millum tey sterkastu liðini í landinum. Liðið er framvegis sterkt, men stóra frágongdin fer at merkjast, heldur Ása. – Vit hava mist fleiri av okkara royndu leikarum, millum annað Katrin Dam á Neystabø, Biritu Wardum, Manuelu Stan og Káru á Dunga. Hetta ger, at ungu leikararnir mugu fáa eitt sindur av tíð at venja seg við bestu deildina. Hon heldur tó fram og sigur, at sjálvt um tær spæla eitt nýtt lið til, so ætla tær sær ein av oddasessunum í bestu deildini. – Sjálvt um vit hava mist fleiri týðandi leikarar, so er málið altíð at vinna. Tað verður ringt við okkara ungu manning, men eg meti, at hópurin er so sterkur, at vit uttan iva kunnu gera okkum galdandi í oddinum. Nýggjur venjari Ása heldur, at Ingi Olsen gjørdi eitt sera gott arbeiði við kvinnunum farna kapp­ ingarár. Ingi er blivin hjálp­ ar­vejnari hjá besta mansliði hjá VÍF, og hetta harmast Ása um. Hon gleðist tó um, at tær hava fingið ein nýggjan venjara, sum veru­ liga trýr uppá liðið, og hon heldur, at hann fer at fáa nógv burtur úr ungu leikarunum. – Vit hava fingið ein nýggjan venjara úr Týsk­ landi, Dieter Eige­mann, og eg haldi, at hann hevur gjørt eitt gott arbeiði. Hann trýr upp á okkum og vísir, at hann vil hava allar við. Eg haldi tað vera týdningarmikið, at venjarin gevur ungum leikarum møgu­leikan, og hetta er júst, hvat Dieter ger. Verður ringt at steðga Stjørnuni At enda sigur Ása, at sjálvt um neistakvinnurnar fegnar vilja heilt upp í oddin í føroyskum hondbólti, so er hetta lættari sagt enn gjørt. - Vit fara at gera alt fyri at koppa Stjørnuni, men tað verður ringt. Tær hava eitt heilt ótrúliga gott lið, og eru stórir favorittar at vinna meistaraheitið. Um vit ikki klára Stjørnuna, so skulu vit í øllum førum hava annað plássið. Har fer kappingin at standa millum okkum, VB og Kyndil, og um vit spæla upp til okkara besta og klára at steðga Daivu, so er ikki óhugsandi, at okkara ungu leikarar fara at røkka øðrum plássi. Yngri kreftir mynda oddin – Vit miðja móti oddinum Stór frágongd hjá Neistanum Komandi kappingarár kann gerast tyngri hjá Neistanum, enn undan­farin ár. Tær hava mist fleiri av royndu leik­ar­unum, og hetta kann fara at merkjast. Málverjin, Manuela Stan, Katrin Dam á Neystabø, Biritia Wardum og Kára á Dunga eru bert fýra av royndu leikarunum, sum eru givnir. Nú skulu yngri kreftir taka yvir, og her verða serliga Ása Dam á Neystabø, Unn Kragesten og Rakul Augustinussen týðandi leikarar. Hvussu fer at ganga hjá ungu leikarunum, er ilt at meta um, men tað er einki ivamál, at stórur saknur fer at vera í royndu leik­arunum, sum fyribils hava lagt skógvarnar á hillina. Stovnað: 1931 Formaður: Jón Kragesten Venjari: Dieter Eigemann FM-heiti: 36 FAKTA – Neistin kvinnur – Tað verður ringt við okkara ungu manning, men eg meti hópin vera so sterkan, at vit uttan iva kunnu gera okkum galdandi í oddinum.