Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 21. september 2006 3 Tey næstu 50 árini Ein sjálvsøgd broyting av at eldast 1906 Alzheimersjúkan verður uppdagað 1960-árini Alzheimersjúkan verður viðurkend sum sjúka 1970-árini Vísindaligi áhugin fyri Alzheimersjúkuni vaknar 1978 Fyrsta Alzheimerfelagið verður stovnað 1980-árini Granskingin avmarkar seg til at kanna blettir og fløkjur í heilanum 1992 Týdningarmikið vandaevni funnið 1997 Fyrsti heilivágurin verður atkomiligur 1990-árini Eitt risalop frameftir 2000 Neyvari avmynding av tí livandi heilanum 2001 Føroyska Alzheimerfelagið stovnað 2004 Nýggjur heilivágur góðkendur Altjóða Alzheimerdagur 21. septembur 2006 Vit fara at finna svarini Vit hava tikið stór lop fram ímóti at basa Alzheimersjúkuni í teimum báðum júst farnu 10-árunum. Gjøgnumbrot – so sum vaksinur, nýggir heilivágir og viðgerðir, nýggj diagnostisk amboð eru í sjónarringinum. Granskararnir eru vónríkari enn nakrantíð áður Men skuldi tað ikki eydnast at basa sjúkuni, fer talið av persónum við Alzheimersjúku at økjast ógvisligt tey komandi árini um allan heimin. 1906 - 1999 „Í gjár“ 1906 Dr. Alois Alzheimer, ein týskur neuro logur og psykiatari, lýsir sjúk- una, sum seinni kom at bera navn hansara: ein líðandi nerva kyknu- oyðileggjandi heilasjúka við ongari kendari orsøk ella heilsubót. Tá ið hann kannaði heilavevnaðin á ein um sjúklingi gjøllari, varn aðist hann broyt ingar í vevn aðinum, ið mintu um blett ir og fløkjur, ið eru sermerki fyri Alzheimersjúkuna. 1960-árini Avdúkingin av einum sambandi millum kognitiva viknan (minnis- viknan) og nøgd ina av blettum og fløkj um í heilanum fær lækna- vísindina til at enda at við ur kenna Alzheimersjúkuna sum eina „sjúku“ og ikki bara sum eina sjálvsagda fylgju av at eld ast. 1970-árini Vísindalig framstig skapa nýggj amboð, tøkni og kunnleika fyri granskingina og vit anina um mannakroppin. Sjúkan gerst áhugaverd fyri vísindaliga gransking. 1980-árini Granskararnir kýta seg at kanna evna frøð ina í teimum eitrandi prote inunum, ið vórðu eyðmerkt sum „amyloid“ í blett un um og sum „tau“ í fløkjunum. Hend an granskingin hevur stuðlað undir tað arvfrøðiliga (genetiska) frambrotið í 1990-árunum. 1990-árini Toymi av vísindamonnum upp daga arv frøði lig sambond til Alzheimersjúkuna. 1992 Tað fyrsta veruliga arvfrøðiliga sambandið til sjúkuna er avdúkað: Ein ílega, ið bregð ur frá (muterað gen), sum finst aft ur í meirlutanum av familjum við Alz heimersjúku, og sum økir um vandan fyri at fáa sjúkuna. Hóast hetta slagið av sjúkuni er sjáldsamt – á leið 7% av fólki við Alzheimersjúku – so er tað ein avgerandi avdúking. 1993 Leikluturin hjá apoE íleguni í heil- anum verð ur ávístur 1997 Tann fyrsti heilivágurin – kolinesterasutálmari – kendur undir navn inum Aricept, kemur á markn aðin sum ein heilivágur, ið lættir um sjúkueyðkennini hjá persón um við lættari til moderata Alz heimer sjúku. Tveir aðrir kolinesterasutálmarar, Exelon og Reminyl, komu so aftrat tey kom andi árini sum alternativir viðgerð ar møguleikar. 1999 Tann fyrsta Alzheimersjúku vaks- inan verður ment og roynd á mýs – eitt avgerandi framstig. Arbeiðið við vaksin um heldur fram og gevur góðar vónir. 2000 - 2005 „Í dag“ 2000 Tøknilig framstig í avmynding gevur nýtt innlit í tann livandi heilan. Myndir vísa, at broytingar kunna koma fyri í heil anum, langt áðrenn persónurin vísir tekin upp á Alzheimersjúku. 2004 Eitt nýtt evni, ein „NMDA- reseptorblokkari“ – Ebixa – ætlað til at viðgera fólk við moderatum til tungum sjúkueyðkennum upp á Alzheimersjúkuna, kemur á marknaðin. Kanningar vísa, at Ebixa stabiliserar og seinkar afturgongdini av teimum kognitivu funktiónunum. 2006 og framyvir „Í morgin“ sansir.fo WWW.ALZHEIMER.FO 1906 - 2006 EIN ØLD SÍÐAN ALZHEIMERSJÚKAN VARÐ UPPDAGAÐ -ÁRA TÍÐARSKEIÐ 100 2006