Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 21. september 2006 5 tíðindi Loyvini eru langt síðani komin upp á pláss, projekteringin er komin undir land og tað verður klárt í hesi vikuni, og so er bara at fáa arbeiðið boðið út. Fjósið er omanfyri 2000 ferkilometrar stórt og gongst sum ætlað verður tað klárt at taka í nýstlu komandi summar FELAGSFJÓS Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fyri eini tíð síðani kom fram, at fýra bøndur høvdu tikið stig til at sláa seg saman, um at byggja eitt stórt felagsfjós, heldur enn at hava fleiri smá hvør í sínum lagi. Tað eru teir fýra Poul Müller, Jóhan Petur Brekk­ stein, Páll Djóna á Steinum og Tórfinnur Dalsgarð, sum nú fara undir hetta nýggja felagsfjósið í Havnardali. – Loyvini er langt síðani komin upp á pláss, og pro­ jekteringin er somuleiðis eisini komin undir land, og har er klárt at byrja í vikuni. So er bara at fáa arbeiðið boðið út, greiðir Tórfinnur Dalsgarð frá. Tekningar eru gjørdar av fjósinum og er tað Uni Pat­ursson, ið stendur fyri tí arbeiðinum. Enn er ikki alt endaliga liðugt har, men á síðuni síggja tit, hvussu nýggja fjósið ætlandi kemur at síggja út. 2000 fermetrar Tá fýra mans eru um eitt fjós, so verður eisini talan um eitt fjós, sum er eitt sindur størri enn tey vit kenna í Føroyum í dag. – Har vera pláss fyri 130 mjólkineytum, 50 ungneytum og so skulu vit eisini hava tríggjar kálvingarbingjur, greiðir Tórfinnur Dalsgarð frá. Kálvingarbingjurnar hann tosar um, skulu virka sum eitt slag av føðideild til kýrnar, har tær koma at vera dagarnar fyri og eftir, tær hava kálvað. Aftrat tí eru so tíggju smærri básar til ungar kálvar. Fjósið kemur at vera 85 metrar langt og 24 metrar breitt, og tilsamans verður tað omanfyri 2000 fermetrar til støddar. Mjólkirobottar At fýra mans leggja seg sam­an og byggja eitt stórt fel­agsfjós, er í sjálvum sær rættiliga áhugavert og slóðbrótandi í Føroyum. Eitt annað, sum er minst líka óvanligt, eru tólini, ið teir ætla at brúka í fjósinum. – Vit skulu hava tveir mjólki­robottar, har neytini sjálvi koma inn at vera mjólk­ að. Neytini verða lokkað inn av kraftfóðri, og á vegnum inn verður vektin skrásett soleiðis, at vit síggja hvat fyri kúgv talan er um. – Meðan hon so stendur og etur kemur ein armur undir hana. Hesin vaskar og turkar fyrst júguri og síðani verður mjólkað, meðan hon stendur, greiður Tórfinnur Dalsgarð. Tórfinnur Dalsgarð sig­ur, at hetta er spildurnýtt við hesum í Føroyum, men í Danmark leggja tey all­ar flestu um til hesa skip­an­ina. Fullautomatisk fóðring Fóðringin kemur heldur ikki at ganga fyri seg á vanligan hátt. Talan verður um fulla­ utomatiska fóðring, har tað einasta teir skulu gera er, at fóðra ein fóðurblandara, sum blandar fóðuri. Úr fóðurblandaranum fer fóðuri niður á eitt band, sum førir tað inn í fjósið og so koyrir tað runt á bandinum, sum kýrnar so kunnu eta av. Skipanin er klokkustýrd, og fóðurblandarin fyllir sjálv­ur á fóðurbandið fastar klokku­ tíðir, og so kunnu kýrnar eta, tá tær hava hug. Klárt komandi summar Í næstum verður byggi­ar­ beiðið so boðið út, og um ikki okkurt heilt óvæntað kemur í vegin, so stendur fjósið klárt seint í komandi summar. Tórfinnur Dalsgarð roknar við, at tað heila fer at fella munandi lættari, tá nýggja teir fara í nýggja fjósið. – Tá verður tað heila ikki so bundið sum tað er nú. Vit eru fleiri saman um tað, og fáa tí lagt arbeiði væl til rættis, og eisini verður meiri frítíð nú, sigur Tórfinnur Dals­garð, sum leggur aftrat, at eisini fyri neytini verður tað nógv betri, tí nýggja fjós­ið verður heilt øðrvísi har kýrnar sleppa at ganga leysar, sigur Tórfinnur Dals­ garð at enda. Klárt at byrja felags- fjósið Ein støðumynd yvir 2000 fermetrar stóra felagsfjósið í Havnardali Tekning: Uni Patursson Vestursíðan á felagsfjósinum er 85 metrar lang Tekning: Uni Patursson Fjósið er 24 metrar breitt og suðurendin sær soleiðis út Tekning: Uni Patursson