Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 182 - 21. september 2006 tíðindi Um ein mánað koma pólendingar til Føroya at hjálpa til við skipabyggingini á Skála Skipasmiðju. Menninir á Skipasmiðjuni hava úr at gera við at rudda og gera klárt i byggihøllini. Skipabygging er ein møguleiki, sum teir á Skála Skipasmiðju ætla sær at troyta framyvir SKIPABYGGING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Í hesum døgum liggja ikki nógv skip við kaj ella í dokk á Skipasmiðjuni á Skála. Allir mans rudda og gera klárt inni í byggihøllini, sum skal takast í nýtslu fyri fyrstu ferð síðani síðst í 80´unum. Tað er ikki sørt, at fólkini kring Skipasmiðjuna eru spent uppá byggingina. – Byggingin byrjar síðst í oktober. Skipið verður smíð­að fyri Thor í Hósvík. Talan er um eitt sokallað Chase/Standby-skip, sum er hjálparskip hjá einum seis­ mikkskipi. – Hetta fer við mestsum allari arbeiðsorkuni. Ein tílík bygging bindir orkuna frá nú og eitt ár fram. Hetta er ein sera spennandi og krevjandi uppgáva, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni. Pólendingar hava fakliga vitan Dánjal Andreasen, leiðari á Skipasmiðjuni á Skála, met­ ir, at skipabygging er nak­ að, sum Skipasmiðjan kann endurtaka í framtíðini. Tó mugu føroyingar fáa eina vitan innan økið. Hesa vitan skulu teir millum annað fáa frá pólendingunum, sum koma upp at arbeiða á Skipa­ smiðjuni. – Pólendingarnir koma síðst í oktober. Tá koma um 30 pólendingar. Seinni koma fleiri, og tá ið tað verða flest, verða 50 pólendingar til arbeiðis á Skála. Vit hava tørv á pólendingunum, tí at teir hava eina vitan og eina ekspertisu, sum føroyingarnir ikki hava. Tað er ikki tann bíliga arbeiðsorkan, sum er avgerandi, men heldur teirra fakliga vitan, sum vit hava tørv á, sigur Dánjal. Nógv arbeiði verður í sam­band við byggingina, og tað kann væl henda, at fleiri fólk koma at arbeiða á Skipasmiðjuni næsta árið. – Byggingin gevur meira ar­beiði. Summir verða bundn­ ir at byggingini, meðan aðrir fara at arbeiða á bedingini og so framvegis. Vónandi koma fleiri fólk til Skipasmiðjuna, men tað er ikki lætt á finna fólk á arbeiðsmarknaðinum í dag, sigur Dánjal. Troyta møguleikan Spurdur, um hetta er ein leið, sum Skipasmiðjan fer at ganga framyvir, svarar Dánjal: – Skipabygging er heilt vist ein møguleiki. Eg haldi, at tað er rætt at troyta tann møguleikan. Men vit mugu fyrst fáa royndir innan økið og arbeiða upp eina vitan. Nógv er broytt. Fyrr vóru tað føroyingar, sum bygdu skip og lærdu onnur um hetta fakið, men nú eru tað pólendingar, sum læra okkum. Gunnar Mohr er samdur við Dánjali í hesum. Hann leggur dent á at fáa arbeiðið í eina støðuga legu, so at teir kunnu gera seg galdandi innan skipabygging. – Seinast, eitt skip varð bygt á Skála,var, tá ið Teist­ in í 2001 varð sjósettur av Skála Skipasmiðju. Tá var skrokkurin tó bygdur í Pó­landi. Seinast, eitt heilt skip varð bygt, er heilt aft­uri síðst í 80´unum. Skipabygging er ein spenn­ andi møguleiki, og nú fara vit at arbeiða við at fáa ar­beiðið støðugt. Síðani kunnu vit fara at hugsa um, í hvønn mun vit skulu satsa uppá hetta økið, sigur Gunnar Mohr. Beint nú liggur einki skip við kaj ella í dokk á Skála Skipasmiðju. At síggja til, er lítið virksemi á størsta arbeiðsplássinum á Skála, men inni í høllini stríðast teir við at gera klárt til bygg­ ingina. – Í næstu viku kemur okk­ urt skip í dokk, so øll orkan fer ikki til byggingina. Men hon fyllir ein stóran part, sigur Dánjal Andreasen at enda. Møguliga fleiri skipabyggingar í framtíðini Teir 48 portørarnir, sum hava meldað seg burturúr Havnar Arbeiðsmannafelag eru komnir í eina óhepna støðu. Lønardeildin vil einans samráðast við eitt felag um sáttmála á portør- økinum, og Havnar Arbeiðsmannafelag hevur samráðingarrættin. „Her ræður meirilutin ikki“, sigur Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini FAKFELAGSSTRÍÐ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teir 48 portørarnir, sum hava meldað seg burturúr Havnar Arbeiðsmannafelag, fara ikki at gerast virknir limir í Starvsmannafelagnum. Lønar­deildin hjá Fíggj­ ar­­málaráðnum vil ikki samráðast við Starvs­manna­ felagið, tí at teir eru longu í samráðingum við Havnar Arbeiðsmannafelag um nýggj­an sáttmála innan økið. Tað er ikki gjørligt hjá løn­ardeildini at gera tveir sáttmálar innan sama øki. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur í nógv ár umsitið sátt­ mála­økið hjá portørunum. Teir hava ein sáttmála við lønar­deildina og hava tí samráðingarrættin. HA hevur samráðingarrættin – Vit fara at endurnýggja sátt­málan við Havnar Ar­beiðsmannafelag fyrsta dagin. Teir hava fyrsta samráðingarrætt, og tí hava vit eisini boðað Gunnari Dals­garð, formanni í Starvs­ mannafelagnum, frá, sigur Snorri Fjallsbak, leiðari á Lønardeildini. Hendan støðan ber so við sær, at teir 48 portørarnir, sum hava meldað seg burturúr Havnar Arbeiðsmannafelag, framvegis verða løntir eftir sáttmálanum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Snorri Fjallsbak viðurkennir, at støðan er trupul: – Fyrst og fremst hava teir sjálvir frælsi og rætt til at velja fakfelag. Men vit kunnu ikki samráðast við tvey fakfeløg um sama sátt­málaøki og gera tveir sátt­málar. Eg havi skilt á lagnum, at teir 48 portørarnir fara at gerast hvílandi limir í Starvsmannafelagnum og gerast eisini partur av lívs­tryggingini hjá Starvs­ mannafelagnum. Meirilutin ræður ikki 48 portørar vilja gerast limir í Starvsmannafelagnum, og teir vilja hava Starvs­manna­ felagið at samráðast fyri teir. 8 portørar eru fram­vegis í Havnar Ar­beiðsmannafelagið. So­statt er ein greiður meiriluti fyri, at Starvsmannafelagið skal samráðast fyri port­ør­ar­ nar. Spurdur, um tað ikki eigur at vera meirilutin, sum ræður í einum slíkum føri, svarar Snorri noktandi. – Her ræður meirilutin ikki. Tað eru altíð ónøgdir bólkar í einum fakfelag. Vit kunnu ikki laga okkum eftir tí. Í hesum førinum hevur Havnar Arbeiðsmannafelag samráðingarrættin, og tí gera vit sáttmála við teir. Um vit skulu gera sáttmála við annað fakfelag á portør-økinum, mugu allir portørarnir verið samdir. So mugu formenninir í fak­fel­ øgunum samráðast og koma til eina semju. Sum nú er, kann Starvsmannafelagið ikki samráðast vegna teirra nýggju limir, sigur Snorri Fjalsbak at enda. Portørarnir fáa einans ein sáttmála Teir 48 portørarnir, sum hava meldað seg burturúr Havnar Arbeiðsmannafelag, fara ikki at gerast virknir limir í Starvsmannafelagnum. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum vil ikki samráðast við Starvsmannafelagið, tí at teir eru longu í samráðingum við Havnar Arbeiðsmannafelag um nýggjan sáttmála innan økið. Hetta staðfestir Snorri Fjallsbak, leiðari á Lønardeildini 48 portørar vilja gerast limir í Starvsmannafelagnum, og teir vilja hava Starvsmannafelagið at samráðast fyri teir. Her standa tríggir teirra. Gunnar Hjelm er formaður í bólkinum. Hann heldur skjalið við undirskriftunum frá teimum 48 portørunum í hondini Mynd: Heini S. Kristiansen Dánjal Andreasen, leiðari á Skála Skipasmiðju, fer skjótt at leiða arbeiða við at byggja eitt skip. Beint nú verður arbeitt við at gera høllina klára. Hon hevur ikki verið nýtt til skipabygging síðani síðst í 80´unum. Mynd: Jens Kr. Vang