Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 21. september 2006 7 tíðindi List á Skipasmiðjuni Heystframsýningin 2006 letur upp leygardagin 23. september kl. 15. Eins og í fjørð verður framsýningin á Rundingi, í stóra grøna smiðjubygninginum hjá Tórshavnar Skipasmiðju Á framsýningini verða málningar, høggmyndir og grafikkur. Listafólkini ið standa aftanfyri eru And­rias Andreassen, Hanni Bjar­ta­ líð, Zacharias Heine­sen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Anker Morten­ sen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson og Bjarni W. Sørensen. Hesi listafólk hava tikið seg úr felagnum Føroysk myndlistafólk, og hava tí skipa fyri síni egnu lista­ framsýning á Skipasmiðj­ uni. Í fjørð høvdu tey fyrstu heystframsýningina á Skipa­smiðjuni, og halda at høllin, ið fyrr var nýtt til at tekna skip, egnar seg sera væl til listaframsýning. Í samband við upp­lat­ing­ ina spæla limir úr Aldu­ báruni brot úr konsert. Aldubáran fer eisini at hava konsert í framsýning­ar­ hølinum leygardagin 30. september kl. 16. Fram­ sýningin er opin til 15. oktober. Heystframsýning Ella Larsen ella@sosialurin.fo Anker Mortensen er í ferð við at hanga síni listaverk upp til Heystframsýningina Mynd: Jens Kristian Vang Reinar gitingar um olju Norska blaðið »Dagens Nær­ingsliv« skrivar, at Statoil hevur funnið olju við Føroyar. Blaðið skrivar »at Statoil skal ha fått ferten av olje« og aðrastaðni: »Stena Don skal nå ha støtt på hydrokarbonoer under Brugdan- boringen, men det skal likevel være for tidlig å slå fast om det er utvinnbare mengder av olje eller gass i Brugdan.« Altjóða leitistjórin hjá Statoil, Gregory Himes sigur við blaðið, at hann hevur ongar viðmerkingar, meðan talsmaðurin hjá Statoil, Kaj Nielsen sigur, at tað ganga ryktir alla­ staðni, men slík skal man vera varin við at trúgva. Sosialurin hevur eisini roynt at fáa hesi tíðindi váttað ella avsannað, men hjá Statoil í Føroyum er sama svar: vit hava ongar viðmerkingar í løtuni. Væl­ vitandi keldur í oljuverðini, sum Sosialurin hevur tosað við, siga annars, at tað er ov tíðliga enn at siga nakað um kolvetni, tí boringin er als ikki liðug enn. Talan er tí um gitingar og ikki um fakta, tá eitt nú norskt blaðið er so avgjørt. Blaðið hevur áður frá keldum fingið at vita, at boringin higartil hevur verið áhuga­ verd, og hevur tað nakað við sjálva jarðfrøðina at gera. Hugsast kann at bor­ ingin hevur staðfest, at jarð­ frøðiligu viðurskiftini eru tey røttu til at kunna goyma møgulig kolvetni. Eftir øllum at døma mugu vit brynja okkum við toli. Statoil hevur so eisini fyrr víst á, at ongir upplýsingar um úrslitið av boringini koma út fyrr enn fyrst í oktober tvs. um einar tvær vikur. At tað hevur gingið væl at bora gjøgnum basalt hevur so einki við eitt møguligt oljufund at gera. Norskt blað skrivar, at olja er funnin í Brugdu­brunnin, men keldur siga við Sosi­al­ in, at hetta eru reinar gitingar. Vit verða noydd at brynja okkum við toli til fyrst í oktober. Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Upplýsa um epilepsi Temadagurin verður hildin á Hotel Hafnia, og neuro­ logarnir Bjarki á Rógvi Hansen og Joan Højgaard halda fyrilestrarnar. Fyrra­ partin verður greitt frá grundleggjandi upplýs­ing­ um um sjúkuna, so sum hvat epilepsi er, hví man fær tað og hvør kann fáa epilepsi. – Vit, sum hava verið við leingi, vita nógv av tí, sum kemur fram fyrrapartin, men tað koma nýggir sjúk­ lingar til alla tíðina, og tey skulu eisini hava møguleika at fáa alla hesa vitan, so tey kunnu kenna seg tryggan, sigur Randfríð Sørensen, formaður í Epileptikara­ felagnum. Seinnapartin verður greitt frá teimum ymisku við­ gerðar­hættunum, sum eru fyri epilepsi, bæði um ta medisinsku viðgerðina, sum kann fáast í Føroyum og um aðrar viðgerðarhættir uttanlands. – Vit skipa fyri hesum temadegnum, tí vit halda, at tað er tørvur á, at fólk verða upplýst um sjúkuna, sigur Randfríð Sørensen. – Tað eru komnir nógvir nýggir limir í felagið, og vit vilja fegin geva teimum meira innlit í sjúkuna. Men dagurin er eisini ætlaður teimum, ið dagliga umgangast fólk ið hava epilepsi. Hetta kann til dømis vera lærarar, peda­ gogar, stuðlar og starvsfólk á sambýlum, so tey kunnu læra seg at fara um sjúk­ lingin á rættan hátt. Epileptikarafelagið hevur fingið stuðul frá Kiwa­nis­ felagnum Rósan, sum hevur gjørt tað møguligt at halda henda temadag. Fríggjadagin 29. sep­ tember hevur Epilep­ tikarafelag Føroya ein temadag um epilepsi. Endamálið við tema­ degnum er at upplýsa nýggjar sjúklingar og fólk, sum dagliga hava við epilepsi at gera, um sjúkuna Heilsa Ella Larsen ella@sosialurin.fo Epilepsi – Epilepsi vísir seg, við at sjúklingurin fær til- ella ótilvitað herðindi. Herðindini koma av knappligari órógv í nervalagnum í heilanum. – Í Føroyum eru umleið 400 fólk, sum hava epilepsi. Umleið 130 limir eru í Epileptikarafelagi Føroya. – Nærum tríggir fjórðingar av fólki við epilepsi kunnu sleppa undan herðindum við røttum heilivági, og nógv kunnu verða lekt. FAKTA Lesið -so eru tit við! veitst tú ikki tað?