Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 182 - 21. september 2006 tíðindi Fyrr í vikuni framdu herleiðarar statskvett í Thailandi. Samstundis var forsætisráðharrin, Thaksin koyrdur frá. Ein thailendsk kvinna á Strondum sigur her frá síni hugsan um spentu politisku støðuna í heimlandinum Thailand Snorri Brend Kvettroynd: Hjá United Seafood í Runavík arbeiðir ein 46 ára gomul thailendsk kvinna í fiski. Hetta arbeiðið tykist henni dáma væl. Her eru nógv fólk til arbeiðis og úr mongum ymiskum londum. Øll hava tey sítt at hugsa um, og tað hevur henda kvinnan, Somwang Anthoniussen eisini. Meðan hon arbeiðir í fram­leiðsluni hugsar hon sjálvandi um tað, sum hon fremur í verki. Men tað man kortini vera eitt heilt annað mál, sum hugsan hennara í størri mun snýr seg um: Heimlandið og politiska støðan í landinum. Fyrr í vikuni gjørdist nevniliga greitt, at fleiri herleiðararar við Sonthi Boonyaratglin á odda høvdu gjørt kvettroynd ímóti forsætisráðharranum í Thailandi, Thaksin Shina­ watra. Hetta visti Somwang alt um. Á middegi í gjár var kort­ ini ógreitt, um kvett­royndin fór at eydnast, tí kongurin Bhumibol Adulyadej enn ikki hevði boðað frá, hvønn hann stuðlaði - teir ið framdu kvettið ella for­ sætisráðharran. - Eg kenni ikki hesar her­ leiðararnar, og kann tí einki siga um teir. Men Thaksin, - hann hevur í øllum førum verið góður fyri fólkið, sigur Somwang, sum hevur búð í Føroyum síðani 1989 og eigur trý børn á Strondum. Vit hittu hana beint eftir døgverða í gjár, tá politiska støðan í heimlandinum framvegis var spent - og ógreið! Gott við sjónvarpi Tað loypti sum vera man hvøkk á umheimin, tá tíðindi bórust um at støðan ikki var sum hon plagdi í Thailandi. Hesi tíðindini høvdu eisini áhuga í einum heimi á Strondum, sum fram um nógv onnur heim var merkt av støðuni í hesum fjarskotna landi. Nútíðar tøknin hevur nevniliga verið til fyrimuns og gang fyri Somwang: Hóast fjarstøðan í kilo­ metrum er long til Fjar­ eystur, so kann hon hvørt kvøld seta seg við sjón­ varpið og síggja somu tíð­ indasendingar sum fólkið í heimlandinum. Heima í stovuni kann Somwang tí fylgja við í tí sum fyriferst á tí polit­ iska leikvøllinum og í gøtunum í heimlandinum. Henda møguleika hevur hon á besta hátt umvegis sjónvarpsrásirnar. Hon hevur sjálvandi hugt eftir tíðindunum sum eru borin í føroyska sjón­ varpinum. - Eg fái ikki so nógv burtur úr Degi & Viku. Antennan er ikki so góð, og tí er skermurin heldur myrkur!, sigur hon. Men einki er kortini sum at kunna fylgja við í tí, sum sjónvarpið í heimlandinum sigur um støðuna ella tí hon kann lesa á alnetinum. Tey hava parabol á Strond­ – Thaksin var góður við Thailand Alment navn: Kongsveldið Thailand Høvuðsstaður: Bangkok Størstu býir: Bangkok, Chiang Mai, Nakhon Rachasima, Ubon Rachathani Mál: Thai Stødd: 514.000 ferkilometrar Fólkatal: 62 mió. thai, 3 mió. innflytarar Fólkavøkstur: 0,6 % FAKTA Thaksin Shinawatra Kemur upprunaliga úr eini kinesiskari familju sum handlaði við silki í Norður-thailandi. Hann starvaðist sum løgreglumaður fram til 1973, tá hann flutti til USA at lesa kriminologi. Kom aftur fimm ár seinni fyri at undirvísa á politiakademi’inum. Tann nú 56 ára gamli Thaksin fór inn í telduvinnuna í 1981 og stovnaði eitt lítið felag, sum seldir telduútbúnað til løgregluna. Fyritøkan menti seg til telesamskiftisfyritøkuna Shin Corp, sum tekur sær av sølu av fartelefonum, fylgisveinum, alneti og miðlum. Alt hetta virksemið hevur, sambært amerikanska tíðarritinum Fortuna gjørt Thaksin til ein av heimsins 100 ríkastu fólkum. Í 1998 stovnar Thaksin sín egna flokk, Thai Rak Thai (Thai’ar elska thai’ar). Flokkurin vinnur parlamentasvalið í 2001 við 248 av íalt 500 sessum. 6. februar í ár endurvinnur Thaksin valdið við enn størri meiriluta, tá flokkur hansara fær 373 sessir av teimum 500. Uppskriftin uppá framgongdina verður serliga tilskrivað endurreisn hansara av búskapinum í Thailandi. Hesin varð hart raktur av fíggjarligu kreppuni í Asien seinast í 90’unum. Thaksin setti sjálvur gongd aftur í búskapin við hjálp av stórum almennum prosjektum, og gjørdist vælumtóktur breitt í fólkinum, við at hjálpa teimum milliónatals fátæku í landumráðunum við bíligum lánum og heilsurøkt. Thailendski forsætisráð­ harrin Thaksin er væl dámdur av fólki úti á landinum, men kanska ikki eins væl í høvuðsstaðnum Bangkok FAKTA Herurin hevur tikið valdið í Thailandi, men ætlar at skipa demokratiskt val um eitt ár - Eg gjørdist sera kedd, tá eg frætti um statskvettið í heimlandi mínum, sigur 46 ára gamla Somwang Anthoniussen av Strondum Mynd: Jens Kr. Vang