Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 21. september 2006 9 tíðindi um, og umvegis henda ber til hjá Somwang og hinum í húsinum at hyggja eftir heimligu sjónvarpsrásini Thai TV. - Vit hava fylgt væl við gongdini í Thailandi hesar síðstu dagarnar. Eg kann sjálvandi ikki hyggja alla tíðina, tí eg havi eitt arbeiði at passa her á fiska­ virkinum. - Men eg fylgi spent við, hvat hendir har, sigur Somwang, nú vit hitta hana eina løtu í arbeiðstíðini á United Seafood. Nógv at takka Thaksin fyri Á middegi í gjár var støð­ an framvegis ógreið í Thai­ landi. Men Somwang og allar hinar milliónirnar av thai­ lendingum bíðaðu tá bert eftir svarinum uppá tann eina og avgerandi spurn­ ingin: Hvat sigur kong Bhumibol Adulyadej til støð­una? Hansara støðutakan fór at avgera, hvørt henda kvett­royndin fór at eydnast ella ikki. Stuðlaði hann kvett­monnunum kundu teir halda fram. Um ikki, so kundi helst alt henda í landinum. Men fyri Somwang er eingin ivi um, at tann førdi politikkurin hevur verið góður fyri landið. Hann hevur verið til stóra hjálp og mikið gagn fyri nógv av tí fólkinum sum býr har norðuri í landinum, hagani Somwang sjálv er ættað. - Har hevur nógv fólk fingið hjálp. Her er ikki gjørdur munur á, um talan var um børn, ung ella gom­ ul. Thaksin hevur í øllum førum hjálpt nógvum, greiðir Somwang frá. Teir m.a. soleiðis hjálpt nógvum ungdómi til víðari lestur. Hava foreldrini ikki havt ráð at senda ta ungu gentuna í skúla, hevur hann hjálpt teimum við tí. Á henda hátt hava í hópa­ tali av ungum fólki fingið ein lærdóm, sum tey annars ikki høvdu havt møguleika at fáa. Orsøkin Tá slík kvett henda verður altíð gitt um, hvør orsøkin er til eitt slíkt stig. Henda spurningin hevur Somwang eisini sett sær. Kvettið hendir í øllum førum meðan forsætis­ráð­ harrin Thaksin var stadd­ ur á ST-aðalfundinum í New York, har Jóannes Eidesgaard løgmaður eisini er. Sum skilst, sleppur hann ikki til heimlandið við tað fyrsta. - Eg veit ikki hví, hesir fimm menninir gjørdu hetta kvettið. Eg veit bara so mikið, sum at Thaksin er væl dámdur har norðuri í landinum, har nógvur bøndur búgva. - Hann hevur gjørt nógv fyri okkum. Men helst eru tað fólk í Bangkok og runt um har, sum ikki dáma hann so væl. Eg veit ikki rættiliga hví kvettið kom, sigur hon. Sum nevnt aðrastaðni á síðuni hevur verið ófriðar­ ligt í Thailandi hetta sein­ asta árið. Og kvettið kann tí síggjast sum eitt úrslit av teirri spentu og lutvíst ótryggu støðuni í land­ inum. Kedd Somwang er gift á Strondum og ber tí eftirnavnið Anthon­ iussen. Hon hevur búð í nærum 18 ár í Føroyum, og tosar og skilir føroyskt. Hon hevur við millumbilum vitjað aftur í Thailandi, seinast fyri trimum árum síðani. Hóast henda kvinnan hevur búð ein stóran part av lívi sínum í Føroyum, ber hon framvegis alsk til heimlandið. Tá so tíðindini bórust um kvettroyndina var reaksjón hennara har beinanvegin: - Eg gjørdist kedd, - ja, sera kedd, tá eg hoyrdi tað. Slíkt er ongatíð gott fyri eitt land. Eg haldi sjálv, at Thaksin hevur verið góður fyri okkara land. - Hann hevur so í øllum førum gjørt sítt til, at fólk sum ikki høvdu tað gott, hava tað gott í dag. Men onnur halda opinbart okkurt annað, sigur Somwang. Um kvøldið ætlaði hon sær at sita frammanfyri sjón­varpið fyri at vita, hvat kongur fór at siga til kvettið. - Thaksin, - hann hevur so bara gjørt gott móti mínum fólki, sigur henda thailendska flakakvinnan. Politiska støðan Thailand gjørdist kongsveldi í 1932 og hevur síðani verið stjórnað bæði av herinum og sivilum stjórnum. Ein nýggj stýriskipan varð sett í gildi fyri júst 9 árum síðani, og var her roynt at minka um muturið innan landsins leiðslu, eins og ein vildi styrkja rættindini hjá borgarunum, og styrkja demokratisku gongdina í landinum. Thaksin hevur serliga stóran stuðul í landumráðunum, meðan mótstøðan móti honum finst serliga í økinum kring Bangkok og í sunnara parti av landinum. Parlamentavalið í februar 2005 gav greiðan meiriluta til mið-høgra stjórnina undir leiðslu av Thaksin. Tá Thaksin fyrst í hesum árinum seldi telefelag sítt til eitt felag í Singapore byrjaðu mótmælini móti honum. Hesi førdu til at hann skrivaði út nýval, sum andstøðan boykottaði. Valið varð seinni skírt ógildugt, og Thailand er í dag í eini politiskari kreppu, har flokkurin hjá Thaksin stendur á odda fyri eini fyribilsstjórn, nú hann eftir øllum at døma er settur frá. FAKTA fólkið Seinasta: Kongurin stuðlar kvettinum Spenningur hevur allatíðina verið um, hvat kongurin fór at siga til kvettroyndina. Ígjárkvøldið var generalurin, Sonthi Boonyaratglin í audiens hjá tí sera væl umtókta konginum. Og eftir henda audiens er greitt, at kongur stuðla kvettinum. Í eini frásøgn, sum varð lisin upp í thailendska sjónvarpinum í gjárkvøldið segði hann: - Við atliti til frið og landaskil, hevur kongurin útnevnt general Sonthi Boonyaratglin sum leiðara fyri hernaðarliga ráðið fyri politiskar nýskipanir. Ein veljarakanning sum varð gjørd í gjár vísti, at kvettmenninir hava stuðul frá 84% av fólkinum í Thailandi. Hetta hendir samstundis sum USA og onnur lond í vesturheiminum óttast støðuna í landinum, og biðja um at fólkaræðið aftur verður sett í gildi. - Eg veit ikki hví kvettið varð framd. Thaksin, hann hevur verið góður fyri landið, sigur Somwang Mynd: Jens Kr. Vang