Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 182 - 21. september 2006 Síðani tað kom fram, at danska sjúkrahúsverkið hevur fingið botnkarrakter í mun til hini Norður­ londini, hevur ikki trotið á viðmerkingum í Føroyum. Støðan er nevniliga tann, at flestu før­ oyskir sjúklingar, sum mugu sendast av landinum, fara til Ríkissjúkrahúsið í Danmark. Spurnartekin verða sett við, hvussu rætt tað er bara at senda sjúklingar til Danmarkar. Hetta málið fekk drúgva viðgerð í tinginum í gjár, og tá varð eisini nomið við spurningin, hvussu er stætt við okkara egna sjúkrahúsverki og skotið varð upp at uttanveltað gera eina kanning av føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað er altíð rætt við jøvnum millumbili at gera kanningar av teimum tænastum, sum tað almenna letur borgarunum. Umframt av bygnaðinum á stovnum undir tí almenna. Um hesir eru tíðar­ hóskandi og fylgja menningini annars. Hetta verður eisini gjørt og finnast mangar frágreiðingar um føroyska sjúkrahúsverkið. Vit mugu bara ansa eftir, at tað ikki kemur inflatión í at seta nevndir og gera frágreiðingar, hvørjar ferð okkurt kemur undan kavi. Eisini mugu vit ansa eftir ikki at generalisera, hvørja ferð mál taka seg upp. Á henda hátt koma vit oftani at fella dómar yvir fólk og arbeiðaspláss, sum gera eitt fullgott arbeiði. Eru almennu tænastunar eitt nú á okkara sjúkrahúsum ikki nóg góðar, so má hetta eisini koma fram heldur enn at feiðast undir teppið. Tá hava vit skyldu til at tryggja, at tær ikki endurtaka seg, og í slíkum førum er neyðugt við kanningum. Vit eiga tó ikki at gloyma, at afturvendandi sparingar gera eisini umstøðurnar hjá starvsfólki torførari og verri, soleiðis at tað kann ganga út yvir tænastuna. Vit eru vitni til, at almenn starvsfólk verða tvungin til at renna skjótari og tað ómenniskjansliga verður kravt av teimum – sum ein sjálvfylgja. Tá vit siga hetta, so er tað fyri at vísa á, at einki er svart ella hvítt, antin ella. At tá politikarar seta spurnartekin og finnast at almennum starvsfólki og stovnum og krevja kanningar, so eiga teir eisini at hava við í hesum avleiðingarnar av teimum sparingum, sum teir sjálvir hava sett í verk. Er tað so at føroyska sjúkrahúsverkið ikki lýkur krøvini til eitt nútímans sjúkrahúsverk, so eigur tað at verða kannað – eisini spurningurin um játtaninar røkka til at fremja eina nøktandi tænastu. Sosialurin Kanningar – eisini av sparingum Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Í Sosialinum í gjár er leið­ arin á Tórshavnar Kunn­ ingarstovu saman við øðrum ónevndum eitt sindur firtin um tær viðmerkingar, sum Richard Grimsdale, stjóri fyri stórsta camping operatørin í UK, hevði um góðskuna á føroyskum campingplássum. Hon vís­ir m. a. á, at hon veit um campingpláss í UK, sum eru verri enn tey vit hava í Føroyum, og at camparaferðafólkini hjá Tórshavnar Kunningarstovu eru so mikið væl nøgd við campingplássið í Tórshavn, at tey koma aftur ár undan ári. Smyril Line er einasti “leverandør” til føroysk camp­ingp­láss, og eg taki neyv­an munnin ov full­ an tá eg sigi, at vit eru tey, sum gera mest við marknaðarføring av Før­ oyu­m sum camping ferða­ mál í útheiminum. Okkara 5 útlendsku kontór og 9 aðalsøluumboð arbeiða dag­liga við at selja camp­ araferðir til Føroyar í Europa og Skandinavia, og tessvegna loyvi eg mær at pástanda, at vit kenna rættiliga væl tey ynski, hesin málbólkurin hevur. Tí undrar tað meg stórliga at lesa viðmerkingarnar hjá Ingigerð á Trøðni. Her tykist at vera lítil hugur at taka kritikkin hjá Richard Grimsdale til eftirtektar, heldur verður framhevjað, hvussu einastandandi gott campingplássið í Havn er. Man fær næstan kensluna av, at tað einasta sum manglar á campingplássinum er ein turkitrumla - annars er alt perfekt. Tað er gott at vera errin av sínum egna, men eg kann vissa Tórshavnar Kunn­ing­ar­ stovu um, at um vit vilja økja talið av camparaferðandi í Føroyum (og tað vóni eg at vit vilja), mugu stórar ábøtur gerast á tey føroysku campingplássini - eisini tað í Havn. Smyril Line hevur hvørt ár selt ferðaseðlar til camparaferðafólk úr lond­um sum Týsklandi, Fraklandi, Benelux londunum og Italiu sum dámdu væl í Før­oyum, men vóru illa nøgd við umstøðurnar á camp­ing­plássunum runt land­ið, eisini í Havn. Ric­ hard Grimsdale er langt frá einsamallur, hóast hann er meira bersøgin enn flest onnur. Hetta merk­ir ikki at vit á Smyril Line ikki eru glað fyri sam­ starvið við eigararnar av campingplássunum. Tey gera øll eitt sera gott arbeiði, men vit mugu tí­verri staðfesta, at ábøtur mugu til. Hartil tykist, sum um Ingigerð á Trøðni heldur, at camping ferðafólkini bara koma til Føroyar, nærm­­ast av sær sjálvum, tí her er so vakurt og camp­ ingumstøðurnar eru so góðar. Hettar er ikki rætt. Kunningarstovan í Havn veit vónandi, at tað liggur hart søluarbeiði aftan fyri hvørt einasta camp­ing­ferða­ fólk, sum vitjar Føroyar – og hettar søluarbeiði inni­ber tíverri, at Smyril Line’sa útlendsku sølufólk dagliga royna at sannføra potentiellar camparakundar um, at tey ikki skulu leggja so stóran dent á umstøður­nar á campingplássunum, men skulu hugsa um frálíka land okkara ístaðin. Onkuntíð eydnast tað, onkuntíð ikki, og tá missa vit kundan. Hettar er ikki nóg gott, tí tað ger søluarbeiði torført, og minkar um talið av camparaferðandi í Føroyum. Tí verða vit noydd at betra um umstøðurnar, skulu vit gera okkum vónir um at økja talið av campingferðandi stórvegis. Eg fari at minna á, at í dag eru flestøll camp­ araferðandi sum vitja Før­oyar ávegis til Íslands – tey steðga í Føroyum frá mánadag til mikudag, tí Smyril Line hevur lagt summarrutuna so, at vit noyða øll íslandsferðandi at steðga her í tvær nætur. Hetta eru vit á Smyril Line sjálvandi ikki nøgd við. Heldur enn at verða ein tvungin steðgur ávegis til Ísland, eiga vit í felag at bera so í bandi, at Føroyar verður camping attraktión í sær sjálvum. Tað ber eisini til. Men skal tað eydnast at økja talið av camparaferðandi í Føroyum, mugu vit sam­ starva um at betra um um­støðurnar á føroysku campingplássunum runt landið. Og hartil skulu vit framhaldandi gera alt fyri at fáa týdningarmiklar framtíðar kundar sum The Camping & Caravanning Club at selja Føroyar sum ferðamannaland mótvegis teirra 400.000 limun í UK. Samanumtikið má sig­ ast, at reaktiónin hjá Kunn­ ingarstovuni í Havn og hin­um, sum Sosialurin hev­ur tosað við, ikki er menn­andi fyri føroyska ferða­vinnu. Latið okkum, tvs. Smyril Line, eigarar av campingplássum og av­varðandi myndugleikar, heldur taka við læru av tí kritikki vit fáa – og ikki bara avvísa kritikkin við onkrum um at “tey skulu bara tiga tí eg veit um campingpláss í UK sum eru verri enn okkara” og at øll sum vitja eru væl nøgd, tí hettar er tíverri ikki sannleikin. Vit kunnu øll gera tað betri - Smyril Line, Kunningarstovan í Tórshavn og øll hini sum dagliga hava við ferðavinnuna at gera. Men fyri at finna útav, hvar vit skulu betra okkum, er neyðugt, at vit lurta eftir konstruktivum kritikki frá fólki sum Richard Grims­ dale. At duga at grípa í egnan barm Sølu & Marknaðar­ stjóri, Smyril Line Hendrik Egholm