Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 21. september 2006 11 - Tað er beinleiðis skeivt, tá Kári P. Højgaard í blaðgrein sigur, at Løgtingið ikki hevur samtykt at krevja inn avgreiðslugjøld fyri fiskiloyvi. Heimildin hevur verið í lógini frá byrjan og varð víðkað í august 2005 til eisini at fevna um avhending av fiskidøgum og kvotum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður Í grein í bløðunum fyri kort­ um undir heitinum “Skal Fiskimálastýrið valda og fiski- og útróðrarmaðurin gjalda” gevur Kári P. Høj­ gaard ilt av sær, tí Fiski­ málaráðið nú er farið undir at krevja inn avgreiðslugjald fyri at avgreiða fiskiloyvi, og fyri at avgreiða av­hend­ ingar av fiskidøgum og kvotum. Gjaldið er 500 kr fyri fiskiloyvi og 800 kr fyri avhendingar. Løgtingið hevur sam­tykt at heimila, at av­greiðslu­ gjald skal kunna krevjast. Tað er gjørt í grein í lógini um vinnuligan fiskiskap, og kemur harafturat til sjóndar í fíggjarlógini, sum varð samtykt fyri árslok 2006. Har verður roknað við 500.000 kr í inntøku orsakað av avgreiðslugjøldum í sam­ bandi við fiskiloyvi og av­hending av fiskidøgum og kvot­um. Kári P. Højgaard er limur í Løgtingsins fíggjar­ nevnd og eigur tí at kenna til málið. Fyrisitingarliga verður mett, at arbeiðið er tað sama, tá fiskiloyvi verða avgreidd, líka mikið um báturin er lítil, stórur ella fiskar nógv, lítið ella einki. Tá um avhending ræður, eru tveir partar inni í myndini, og tí er ein avgreiðsla av slíkum slag meiri arbeiðskrevjandi og kostar meir. Skilji á ein hátt, at Kári P. Højgaard heldur, at bet­ ur hevði verið, um gjaldið ikki var eins fyri allar. Men so leingi talan ikki er um avgjøld ella skatt ber snøgt sagt ikki til at gera hendan mun, sum sóknast verður eftir. Verður munur gjørdur uttan sakliga grundgeving, er ikki longur talan um avgreiðslugjald. Tá tosa vit um avgjald ella eykaskatt. Slíkt mál átti Fíggjarmálaráðið at tikið sær av. Spurningurin er, um tað er hetta Kári P. Højgaard ynskir? Mær vitandi hevur Løgtingið ikki tikið støðu til tann spurningin. Fyri at lýsa spurningin, kann til samanberingar nevn­ast, at skal borgari hava pass, koyrikort, nummar­ spjaldur á bilin ella ein seyð fluttan í aðra oyggj, verða avgreiðslugjøld kravd inn av avvarðandi ráði ella stovni. Gjaldið er tá eins fyri allar borgarar. Hugt verður ikki eftir aldri, inntøku ella sosialari støðu annars hjá viðkomandi, ið ynskir tænastuna. Pen­ inga­stovnar krevja eisini avgreiðslugjøld fyri tæn­ astur. Fyri t.d. pen­inga­ flytingar verða kravdar 15 kr. uttan mun til, hvussu stór upphæddin er, sum flutt verður og uttan mun til, hvussu fíggjarliga støð­ an hjá kundanum, sum ynskir tænastuna annars er. Soleiðis kundu fleiri dømi um avgreiðslugjøld verið tikin fram. Hóast avgreiðslugjaldið er tað sama fyri allar av­greiðslur av fiskiloyvum, kann tó nevnast, at tað eru nógv skip, serliga tey størru, ið hava fleiri fiski­ loyvi. Okkurt uppí eini 12 – 15. Hesi gjalda sostatt einar 6000 - 7500 kr. í avgreiðslugjaldi fyri teirra fiskiloyvi. Flyta hesi skip harafturat fiskidagar ella kvotur sínamillum, kemur tann kostnaðurin omaná. Smáu útróðrarbátarnir hava oftast eitt fiskiloyvi og kunnu ikki flyta fiskidagar sínamillum. Teir sleppa tí við at gjalda 500 kr. Vónandi fara grunnarnir at geva so mikið av fongi til heystar, at flotin fer at knógva hesari byrðu. Avgreiðslugjald ella eykaskatt! landsstýrismaður Bjørn Kalsø Hans Pauli Strøm, lands­ stýris­maður í al­manna­mál­ um kolldømdi mikudagin í tinginum øll sambýli í Havn til menningartarnað. Hann segði, at øll sambýlini til tey menningartarnaðu í Havn eru lappaloysnir og óverdugir og ómenn­ iskjasligir bústaðir. Hetta segði hann m.a., tá hann vardi, at Serstovnadeildin hevði valt, av sínum ein­ tingum og uttan at ráðføra seg við nakran, at flyta fýra fólk av einum sambýli og út aftur á Eirargarð 14-16. Til tess at rættvísgera hesi famøsu og ógvusligu orð vísti landsstýrismaðurin til eina tvey-trý ára gamal blaðgrein, sum fyrrverandi leiðarin á Serstovnadeildini hevði skrivað. Í hesi grein vóru øll sambýli til menningartarnað í Havn koll­dømd og skýrd sum ónýti­ligar lappaloysnir. Í hvussu er sambært lands­ stýrismanninum. Lands­ stýrismaðurin segði eisini, at Eirargarður 14-16 var eitt meira heimligt, meira menniskjasligt og tí eisini eitt betri bútilboð til menningartarnað, enn sambýlini í Havn eru. Ein skilti tað soleiðis, at núver­ andi leiðsla á Ser­stovna­ deildini er av júst somu fatan, sum landsstýrismaðurin í hesum máli. Við hesum orðum hevur landsstýrismaðurin koll­ dømt alt tað útflytingar- og menningararbeiði, sum fólk innan Andveikraverndina og Serstovnadeildina hava útint seinastu gott 20 árini. Ein flott og virðilig heilsan frá einum landsstýrismanni, sum veit alt, sum veit nógv betur enn øll onnur um alt. Flyta aftur á Eirargarð Orðini hjá Hans Paula Strøm um sambýlini í Havn fullu, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá undir­ritaða um tað, at Ser­stovnadeildini, uttan at spyrja hvørki menning­ artarnað, teirra avvarð­andi ella starvsfólkini um nakað sum helst, hevur valt at flyta búfólkini á sambýlinum Sundsvegur 22 út aftur á Eirargarð. Ein avgerð, sum bert kann metast sum eitt risa afturstig fyri tey fýra búfólkini. Ein avgerð, sum beinleiðis tekur støði í peningaligum sparingum og als ikki í nøkrum atlitum til støðuna ella umstøðurnar hjá búfólkunum. Sær sjálv­ um líkt, so valdi lands­ stýris­maðurin, treytaleyst at verja umsitingarligu avgerðina. Hetta kanska tí, at avgerðin í seinasta enda kemur honum og játtan hansara væl við. At fýra menningartarnað, familjur teirra og starvsfólkini koma at líða undir avgerðini, ja, tað tykist ikki at nerva landsstýrismannin tað nógva. Hann velur, sær sjálv­um líkt, at finna okkurt, í hesum føri eina 2-3 ára gamla blaðgrein, sum hann so tulkar soleiðis, at hon verður nýtt sum endaliga sannleikstilfarið. So leggur hann vertin á, hvat tey menningartarnaðu halda og vita, hvat tey avvarðandi halda og vita og hvat starvsfólkini halda og vita. Nógv trýst á Nú veit undirritaði ikki, hvat fyrrverandi leiðarin á Serstovnadeildini sigur til, at hann soleiðis verður nýttur sum sannleiksvitni í einari so ivasamari søk. Sum leiðari á Serstovnadeildini var hann undir støðugum trýsti frá avvarðandi og myndug­leikunum. Hann var at kalla sum lús mill­ um negl. Fólk, í slíkari støðu, koma við­hvørt við onkrum hjarta­suffi. Skal ikki gera sama mistak sum landsstýrismaðurin, sum tulkar blaðgreinina til egnan fyrimun. Men av tí at ein hevur rættiliga gott innlit í viðurskiftini hjá menningartarnaðum í Før­oyum, kann eg siga somikið, at hóast alt ikki er optimalt, og nakað so langt frá tí, so er ómetaliga nógv gott at finna í arbeiðinum og tilboðunum til okkara menningartarnaðu. Leiðarin á Serstovna­ deild­ini er sum sagt undir støðugum trýsti. Tí har er ein langur bíðilisti, sum tykist vera ómøguligur at fáa bilbukt við. Tí, tað á fleiri sambýlum er talan um búfólk, sum ikki búgva á “rætta” staðnum. Tvs at búfólkabólkurin ikki altíð hevur optimalu samansetingina. Hetta elvir til ónøgd og frustratiónir fyri búfólkini, teirra avvarðandi, starvsfólkini og sjálvsagt eisini fyri umsitingina. Men hóast alt ikki er opti­ malt, so er tað bæði átalu­ vert og skammi­ligt, at lands­ stýrismaðurin skýrir øll sambýlini til menn­ingar­tarn­ að í Havn sum nyttuleysar lappaloysnir. Hesi orð eru enn eitt dømi um, hvussu landsstýrismaðurin í veruleikanum arbeiðir. Hann nýtir blaðgreinar, út­sagnir, fólk o.a. eiðrindar­ leyst í verjuni av sínum mangan høpisleysa poli­ tikki. Øll sína egnu íbúð Nú veit eg ikki, um lands­ stýrismaðurin hevur lisið okkurt álit, ella hann hevur fingið okkurt orð undir vestin frá Serstovnadeildini. Men hann segði so í tinginum, at optimala loysnin fyri tey menningartarnaðu í Havn er, at tey øll fáa hvør sína íbúð, sum síðan skulu vera undir “uppsýn” (soleiðis málbær landsstýrismaðurin seg) av Serstovnadeildini. Tað er púra rætt, at hetta við íbúð til hvønn er optimala loysnin fyri nøkur menningartarnað. Men dugi eg illa at ímynda mær, at búfólkini á Sundsvegi 22 flyta í hvør sína íbúð. Tað er við menningartarnaðum, sum við øðrum, tey eru ymisk, rættiliga ymisk, og eru tørvirnir tí eisini ymiskir. Tað er púra rætt, at tørvurin á íbúðum (vardum íbúðum) til menningartarnað er stór­ ur, men tað er tørvurin á sambýlisplássum til menn­ ingartarnað eisini. Verandi sambýlispláss til menningartarnað í Havn eru kanska ikki øll fyrsta floks, men eru allar flestu sambýlini at meta sum góðar og mennandi búumstøður. Eirargarður 14-16 er kanska ikki vánaligasti fysiski karmurin um eitt búpláss, men liggur húsið so langt frá í rætta umhvørvinum. Eg rokni ikki við, at lands­ stýrismaðurin ella nakar á Serstovnadeildini hevði kent seg heima við at búð á Eirargarði 14-16. Hví skulu tey menningartarnaðu so gera tað. Latið sum einki í 3 ár Fylgja vit hin vegin tonk­ un­um hjá landsstýris­mann­ inum, so kunnu vit undrast á, at hann uttan at blunka, hevur latið staðið til í skjótt trý ár. Líka síðan hann settist í stólin hevur hann vitað, at øll sambýlini til menningartarnað í Havn eru ómenniskjasligar lappa­ loysnir, men hann hevur púrt einki gjørt við tað. Og tað hann ger nú, er at loyva Serstovnadeildini, at geva menningartarnaðum eina enn verri loysn. Ein kann ikki annað enn undrast. Heldur enn at fara undir miðvísa betran av umstøðunum, so loyvir hann kanska stórsta afturstigið nakran tíð í mun til búumstøður til menningartarnað í Føroy­ um. Ignoreraði fakta Landsstýrismaðurin segði í tinginum mikudagin, at eingin hevði mótmælt ella havt nakra viðmerking til av­gerðina hjá Ser­stovna­ deild­ini um at flyta fýra menn­ingar­tarn­að av Sunds­ vegnum út aftur á Eirar­ garð 14-16. Her segði lands­ stýrismaðurin beinleiðis ósatt fyri tinginum, tí ónøgdin hevur verið og er framvegis stór, fólk hava mótmælt og hoyringssvar er sent Serstovnadeildini. Eitt hoyringssvar, sum ikki góðtekur avgerðina hjá Serstovnadeildini upp á nakran máta. Tað at avgerðin er tikin, uttan at tey menningartarnaðu, avvarð­ andi teirra ella starvsfólk og teirra fakfelag er hoyrt, tað tyktist landsstýrismaðurin ikki at leggja stórvegis í. Tað er kanska ein mannagongd, sum hóvar honum væl. Landsstýrismaðurin valdi, sær sjálvum líkur, at ignorera alt tað, sum varð sagt um ónøgd og ivasamar arbeiðsgongdir. Hann nýtti alla tíðina upp á at framføra slíkt, sum fólk við innliti og áhuga als ikki kenna nakað til, hóast nógv teirra hava millum langar og lívslangar royndir innan økið. Nei, alt er kalt og kyniskt skúgvað til viks. Tað er “jeg alene vide” saman við somuleiðis ivasomum hugburði á Ser­ stovnadeildini sum eru farin í holt við serstovnaøkið. Ein loyvir sær ikki bara at ivast, ein loyvir sær at ræðast. Hans Pauli Strøm kolldømir øll sambýlini í Havn tingmaður Finnur Helmsdal viðmerkiingar