hósdagur 21. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 21. september 2006
13
Hans Edvard Høghamar, á Eiði, vanliga nevndur
Hans í Fjósinum, andaðist í heiminum 20. septem
ber, 77 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Eiðis
kirkju leygardagin klokkan 14. Tey, ið vilja minn
ast Hans, kunnu lata eina peningagávu til Eiðis
kirkju, konta í peningastovnunum.
Maritt Jensen, Leirvík andaðist á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi mikumorgunin 20. september,
64 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Kistan við Rúna Heinesen í Leirvík fer úr
kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hóskvøldið
klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju
fríggjadagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast
Rúna kunnu lata eina gávu til Missiónshúsið í
Leirvík. Konto í peningastovnunum
Andlát og jarðarferðir
Í dag, hósdagin 21. september, verður
Astrid Johannesen í Klaksvík 80 ár.
Hon hevur búð í Klaksvík alla sína tíð,
og hon hevur altíð verið nevnd Assa.
Assa er ættað av Vágsheygnum.
Foreldrini vóru Armgarð og Dávur úr
Gerðum. Tey fingu tíggju børn, sum
øll búsettust í Klaksvík uttan Emma,
sum í nógv ár var lækni í Fuglafirði
og nú býr í Havn. Assa var triði yngst í
systkinaflokkinum og yngst av teimum
fýra systrunum.
Assa giftist í 1949 við Johannes
Johannesen, sum var ættaður úr Dali.
Í Klaksvík var hann nevndur Jóhannes
í Dali ella bara Dalbingurin.
Fryntligi dalbingurin kom til Klaksvíkar
at vera neytadrongur hjá Kjølbro, sum
undir krígnum hevði fingið sær neyt og
fjós. Jóhannes var eisini hjá Kjølbro í
Vatnsoyrum, áðrenn hann fór at læra í
Klaksvík. Hann lærdi til snikkara hjá Hans
Olsen ella Hans á Verkstaðnum, sum hann
varð nevndur. Jóhannes búði í Trøllagili
hjá lærumeistaranum, inntil hann giftist
við gentuni, sum hann hevði funnið sær í
grannalagnum.
Seinni arbeiddi snøggi snikkarin úr
Dali á verkstaðnum, sum Kjølbro hevði
á Varpinum og síðani fyri seg sjálvan
og saman við øðrum. Jóhannes var 75
ára gamal, tá ið hann doyði í 1995.
Assa hevur verið eitt konubrot. Hon
hjálpti í fleiri ár mammuni við stóra hús
arhaldinum á Vágsheygnum. Hetta gjørdi
hon eisini eftir, at hon hevði fingið elsta
sonin og tvíburðarnar, sum tey mistu
beinanvegin.
Tá ið brøður hennara í sekstsi árunum
og sjeyti árunum høvdu Dávavirkið,
arbeiddi Assa støðugt har. Seinni var hon
á flakavirkinum á Kósini, og so fekst hon
við so mangt annað. Eitt nú vaskaði hon
skip og dugnaði Álvi Klakk, sum keypti
fugl og seyð tey mongu árini, hann hevði
handilin úti í Klaksvík.
Sálarliga yvirskotið hevur verið stórt
hjá Assu, sum hevur verið sannur menn
iskja kennari og so mongum hevur
veitt ráð og leiðbeining, ið hevur verið
grundað í klettafastu kristnu trúnni.
Flestu av børnunum hjá Armgarð og
Dávuri úr Gerðum búsettust á Vágsheyg
num – ikki so langt frá barnaheiminum.
Talan er ikki um tann stóra teinin burtur
frá barnaheiminum, men tá ið Assa og
Jóhannes bygdu á Lítlubrekku, sum tað tá
kallaðist, vóru húsini hjá teimum millum
tey ovastu á vestursíðuni í Klaksvík.
Assa og Jóhannes eiga sjey børn:
Jóannes (1950), Dagny Tróndheim
(1953), Súsanna í Stórhúsi (1955),
Annika Færø (1957), Finnur (1959), Bogi
(1965) og Dávur (1970). Súsanna býr í
Havn, og øll hini búgva í Klaksvík.
Føðingardagin heldur Assa heima
við hús á Brekku 24, har hon er at hitta
frá klokkan 18.
J
Assa Johannesen 80 ár
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 22. september
kl. 15.30 til 17.30 letur ein
framsýning við málningum
hjá Amariel Norðoy upp
í Glarsmiðjuni í Dr. Jacob
sensgøtu 7 í Havn. Eisini er
opið leygardagin 23. oktober
kl. 15.30 til 17.30.
Á framsýningini eru
olju og akryl málningar,
skravumyndir, akvarellir
og litografiir.
Framsýningin verður
opin til 6. oktober, mánadag
til fríggjadag kl. 10 til
17.30.
Amariel Norðoy
í Glarsmiðjuni
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi,
verpápi og abbi okkara
John Danjal Pauli Ludvig
vanliga nevndur Jobboron
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri kransar, blómur og gávur.
Inga, Dan, Maria, Karina, Kristian og Oliver
Tøkk
Hjartaliga vil eg takka øllum tykkum, sum mintust
til mín á mínum 80 ára degi ólavsøkudag.
Takk tit, ið komu inn at vitja, blómur, gávur, heilsanir
og uppringingar.
Kærar heilsanir
Marjun Nielsen, Landavegur 5
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri
maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi
Hans Edvard Høghamar
Eiði
andaðist 20. september, 77 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju
leygardagin 23. september kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Hildigarð, Heini, Annsy, Nomi og Ólavur
Tey, ið ynskja at minnast Hans kunnu lata eina peningagávu
til Eiðis kirkju, konta í peningastovnunum.
– Hækkið grundupp
hæddina til tað sama,
sum hon er fyri støk, og
takið av skattingina av
viðbótum og samhalds
fasta. Hetta vildi verið
ein bati fyri tey, sum
onga eyka pensjón hava,
og so kom eisini at vera
javnvágur millum støk
og hjún, heldur Sigvald
Kristiansen, næstformaður
í Landsfelag Pensjónista
Nú »Upp skot til løgtingslóg
um broyting av løgtingslóg
um áseting og javning av
almannaveitingum«
er
komin fyri á tingi, vil Lands
felag Pensjónista gera vart
við, at vit sum umboð fyri
pensjónistarnar eru sera
áhugaðir í, hvat tinglimir
fara at gera í hesum máli.
Upp skotið er beint í trivn
aðarnevndina, og Landsfe
lagið hevur sent hesi nevnd
bræv, har vit lýsa okkara
hugsan, og taka vit sum heild
undir við uppskotinum.
Grundgevingin fyri hes
um er, at vit ferð aftan á
ferð á fundi við pensjónista
feløgum í hinum Norður
londum, sum vit hava eitt
gott samarbeiði við, mugu
ásanna, at vit eru munandi
aftanfyri, tá talan er um
fólkapensjón. Hertil kemur
eisini, at fólkapensjónin
er ikki hækkað í mun til
dýrtíðina, so alt í alt verður
minni eftir hjá teimum, sum
bara hava sína fólkapensjón
at liva av.
Fólkapensjónin og sam
haldsfastaeftirlønargjaldið
verða ofta blandaði saman,
hóast tey eru hvør sítt. Eisini
verða ofta grundupp hæddin
í fólkapensjónini og við
bøturnar nevndar í einum,
hóast grundupp hæddin er
skattafrí, meðan viðbøturnar
og samhaldsfasti verða skatt
aði. Eisini verður munur gjørd
ur á hjúnum og støkum.
Fyri at gera hetta so
einfalt sum møguligt eftir
teimum tølum, sum eru til
taks, so ein og hvør kann
meta um, hvussu nógv ein
pensjónistur hevur at liva
av, tá privat pensjón ikki er
roknað upp í, kunnu hesi tøl
setast upp :
Ein stakur persónur fær í
2006:
8.121 x 12 = 97.452 kr.
um árið, her skal so skattur
roknast av viðbót og sam
haldsfasta, umleið 25%, eftir
verður so áleið 73.089 kr.
um árið ella 6.091 kr. um
mánaðin.
Eini hjún fáa í 2006:
13.286 x 12 = 159.432 kr.
um árið, her skal so eisini
roknast skattur av viðbótum
og samhaldsfasta umleið
25%, eftir verður so 119.571
kr. um árið, ella 9.965 kr. um
mánaðin til bæði.
Eitt hugskot kundi verið at
hækkað grundupp hæddina
í fyrsta umfari til tað sama,
sum hon er fyri støk, og
so tikið av skattingina av
viðbótum og samhaldsfasta.
Hetta vildi verið ein bati
fyri tey, sum onga eyka
pensjón hava, og so kom
eisini at vera javnvágur
millum støk og hjún. Tað,
sum pensjónistar vinna út
yvir hesar veitingar, eigur
at skattast eftir vanligum
skattareglum.
Við vón um eina jaliga
viðgerð frá øllum tingmonn
um og flokkum og nevnd.
Skála 20.09.06
Landsfelag Pensjónista:
Taka undir við broytingum í pensjónini
næstform., vegna Lands
felag Pensjónista
Sigvald
Kristiansen
www.sosialurin.fo