hósdagur 21. september 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 182 - 21. september 2006
Einans 163 toskar í
29 hálum. Hetta vóru
døpru úrslitini frá
yvirlitistrolingini,
sum havrannsóknar
skipið, Magnus Heina
son, hevur gjørt á
Føroyabanka
Fiskastovnar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir at hava trolað á 29
ymisku støðum á Føroya
banka, gjørdist samlaða veið
an av toski einans 163 fiskar -
ella sløk 1200 pund av toski.
Hetta er ein minking uppá
54% samanborið við toska
veiðina á heystyvirlitistrol
ingini í fjør, og einans 6% av
veiðuni í 1997, tá Magnus
Heinason fekk 18.420 pund
av toski.
Eisini hýsan er í minking
á Bankanum.
Í alt vórðu fingin 5.772
pund av hýsu. Hetta er ein
minking upp á 56% saman
borið við árið fyri og einans
20% av hýsuveiðini í 2003.
Hjá upsanum var mink
ingin í ár 14% samanborið
við í fjør.
Fiskurin ikki rak
Hóast høvuðsfiskasløgini eru
í stórari minking á Føroya
banka, er tó einki sum bendir
á, at fiskinum vantar føði, tí
hann er ikki rak.
Tá ið fiskifrøðingar gera
upp, hvussu feitur fiskurin
er, nýta teir hugtakið “kondi
tiónsfaktor”.
– Hetta er lutfallið millum
vekt og longd á fiskinum.
Hægri talið er, feitari er
fiskurin. Hesi tølini peika
tó uppeftir samanborið við
úrslitini frá í fjør.
Eyðfinn Magnussen, bio
logur, sigur, at kanningarnar
hesaferð vístu, at toskurin er
1% feitari nú enn fyri einum
ári síðani.
– Hjá hýsuni er økingin
10%, meðan upsin er vorðin
5% feitari samanborið við
kanningarnar á heysti 2005,
sigur hann.
Fiskurin í minking
Biologurin sigur, at tað er
ikki einans toski, hýsu og
upsa, sum minni er til av.
– Minkingin er galdandi
fyri flestu fiskasløgini. Av
teimum 30 sløgunum, sum
vórðu fingin á túrinum, var
minni til av 19 teirra, meðan
veiðan einans var størri fyri
6 av fiskasløgum. Hetta
eru tó fiskasløg, sum ikki
hava týdning fyri føroyska
fiskiflotan.
Eyðfinn Magnussen sigur,
at 12 fiskasløg vórðu fingin
í yvirlitstrolingini á heysti
2005, sum als ikki vórðu
fingin í yvirlitstrolingunum
hesaferð.
Fá skip á bankanum
At lítið er til av fiski á
Føroyabanka, sæst eisini
aftur á fiskiflotanum, tí
so at siga eingi skip vóru
at síggja á Bankanum,
nú yvirlitstrolingar vórðu
gjørdar í heyst.
Fyri nøkrum árum síðani
hevði Magnus Heinason
ofta ilt við at taka allar trol
støðirnar, sum skuldu takast
undir yvirlitistrolingini á
Føroyabanka, tí ikki var
atkomandi fyri teimum nógvu
línubátunum, sum lógu og
royndu eftir toski á tí grunna
partinum av Bankanum.
– Men soleiðis var ikki
hendan túrin. Tá vit komu út,
vóru einast tveir línubátar at
síggja. Hesir lógu í kantinum
og royndu eftir skøtu og
longu, sigur Eyðfinn Magn
ussen, biologur.
Fáir og smáir – men feitir fiskar
Yvirlitstrolingarnar hjá
Magnusi Heinason í heyst
vístu, at lítið er til av fiski á
Føroyabanka, men fiskurin er
væl fyri
Mynd: Rógvi Mouritsen
Hýsan á Føroyabanka er eisini í stórari minking.
Yvirlitstrolingarnar í heyst góvu heili 56% minni enn í fjørheyst
– Antin hevur til
gongdin av fiski
verið lítil, ella hevur
royndin verið ov
stór. Talan kann eis
ini vera um bæði
um somu tíð, sigur
Eyðfinn Magnussen,
biologur, sum hevur
verið við til at gjørt
yvirlitstrolingar á Før
oyabanka í fleiri ár
Fiskastovnar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Yvirlitstrolingarnar, sum
Magnus Heinason hevur
gjørt á Føroyabanka í heyst,
vísa týðiliga, at lítil fiskur
er á Bankanum. Fiskurin
er sum heild lítil í tali, og
toskurin er væl smærri, enn
hann plagdi at vera.
Eyðfinn Magnussen, bio
logur, sum starvast á Nátt
úruvísindadeildini hjá Fróð
skaparsetri Føroya, sigur, at
á 29 trolstøðum fingu teir
bert einar 10-15 toskar í
hvørjum háli.
– Hesi tóvini vardu í
umleið ein tíma hvørt, so
hetta er rættiliga lítil veiða,
ásannar biologurin.
Hann vísir á, at tað, sum
fæst á Føroyabanka í dag, er
fiskur, sum er eini 2-3 ára
gamal, og tí er fiskiskapurin
í dag tengdur at tí, sum kom
undan hesi árini.
Spurdur, um hann dugir at
siga, hví so lítil fiskur er á
Føroyabanka í dag, nú tað
annars vísir seg, at fiskurin
sum heild er í góðum hold
um, sigur biologurin:
– Tað er sjálvandi torført
at siga, men fiskifrøðingar
hava leingið ávarað um, at
veiðan á Bankanum hevur
verið ov stór seinastu árini.
Hann vísir á, at tað, sum er
at fáa á Føroyabanka í dag,
er eitt úrslit av tí, sum kom
undan fyri 2-3 árum síðan
– og teirri roynd, sum hevur
verið síðan. Aftrat hesum
spæla so náttúruviðurskiftini
sjálvsagt eisini inn.
Biologurin vísir á, at fisk
urin saktans kann vera í
góðum holdum, hóast veið
an er lítil.
– Er lítil fiskur, er meira av
føði í part til hvønn fiskin,
sigur hann.
Eyðfinn Magnussen sigur,
at fyri nøkrum árum síðan
var toskurin á Bankanum
í miðal einar 90 cm. til
longdar, og vektin fyri hvønn
fiskin lá um 10 kilo.
– Toskurin, sum vit fingu
undir yvirlitstrolingunum
hesaferð, lá millum 50 og
60 cm. til longdar, sigur
biologurin.
Í fyrru helvt av nítiárunum
var Føroyabanki friðaður
fyri allari veiði, men síðan
hevur Bankin verið opin
aftur fyri húkaveiði.
Nú bendir so alt á, at støðan
toskinum á Bankanum er
verri, enn hon hevur verið
í fleiri ár.
Torført at siga
hvør orsøkin er
Eyðfinn Magnussen sigur,
at fiskurin á Føroyabanka
saktans kann vera í góðum
holdum, hóast veiðan er lítil.
- Er lítil fiskur, er meira av
føði í part til hvønn fiskin,
sigur hann