Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 21. september 2006 15 tíðindi Loysnin, sum vit hava valt, er tann smid­lig­asta loysnin og tað er eisini mark fyri, hvussu leingi vit skulu blíva við at samráðast, sigur Jens Johannesen, for­­maður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð Miseydnað samstarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vágbingar sluppu avgjørt at seta síni fingramerki á. Men tíverri hava teir valt at ganga sínar egnu leiðir. Jens Johannesen er for­mað­ur í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð og hann harm­ast um, at tað ikki eydn­aðist at semjast um eina fel­ags sosiala deild fyri alla Suð­uroy. Í Sosialinum í gjár vistu vit at siga, at Vágs Býráð hev­ur gjørt av at skipa sína egnu Sosialu deild, møguliga saman við porkenningum. Allar kommunur í Suðuroy samd­ust í fjør um at arbeiða fram ímóti at stovna eina fel­ags, sosiala deild fyri alla Suðuroy. Men tað hevur ligið í kort­ un­um í eina tíð, at vágbingar eru so misnøgdir við útspælið frá Tvøroyrar Býráð, at teir nú hava gjørt av at stovna sína egnu sosialu deild. Orsøkin til misnøgdina hjá vágbingum er, at eftir ætlan skuldi tann felags sosiala deildin í Suðuroy umsita øll sosialmál, men harumframt eisini alskyns mentamál sum dagrøkt, barnaansing, fólka­ skúlan o.s.fr. Vágbingar kunnu heldur ikki góðtaka, at sosiala deild skal liggja beinleiðis undir um­sitingini hjá Tvøroyrar bý­ ráð og sostatt beinleiðis undir borgarstjóranum á Tvør­oyri. Vágs Býráð sigur eisini, at Tvøroyrar Býráð hevur ikki vist vilja at broyta skipanina so at full semja fekst um hana. Eru teirra orð Jens Johannesen sigur, at sjálv­andi var uppleggið hjá Tvøroyrar býráð til at sam­ ráðast um. – At vit ikki hava verið sinn­að at gera broytingar, eru teirra orð. Hann vísir á, at Tvøroyrar Býráð hevði longu stovnað eina sosiala deild. Men í sambandi við, at ætlanin var at stovna eina felags sosiala deild fyri alla oynna, fingu allar kommunur møguleikan at seta síni fingramerkið í hesa tað avtalu, sum skuldi gerast og talan var eisini um at hava opið í Vági. – Hvørji økið, skuldu liggja undir deildini, skuldi vit eisini avgera í felag, men har væntaði vilji, tí Vágs Býráð føldi, at tað misti ov nógv av sínum mynd­ug­leika. Eftir hansara tykki er eis­ ini mark fyri, hvussu leingi, tey skuldu blíva við at samráðast. Og nú heldur hann at tað er komið hartil, at nú má nakað henda. Hann sigur, at samráðingar eru við tær kommunur, sum eru sinnaðar at vera við í eini sosialari deild á Tvøroyri, men tær eru ikki lidnar enn. Talan er um Hvalba, Fámj­ in og Sumba. Hinvegin hava porkenningar ikki tikið støðu og hovbingar halda seg heilt uttanveltaðar. Smidligari loysn – Eftir tí leisti, vit hava valt, skal Sosiala deild liggja und­ir eini umsiting hjá eini kommunu. Og eftirsum hon er á Tvøroyri, er tað mest nátúrligt, at hon liggur hjá Tvøroyrar Býráð. Jens Johannesen hevur skilt tað soleiðis, at tað, sum voldir Vágs Býráði størst trupulleikar at góðtaka, er júst tað, at sosiala deild skal liggja undir umsitingini hjá Tvøroyrar Býráð. – Hetta er tann leisturin, sum Innlendismálaráðið smid­ligast og lættast kann góð­taka. Vit arbeiddu eis­ini við møguleikanum at skipa sosialu deild í ein sjálv­støð­ ugan stovn, men tað hevði kravt lógarbroyting og var tí nógv tvørligari at seta í verk. – Tí halda vit, at hetta er tann rætti leisturin. Viðvíkjandi málsøkjunum, sum skulu liggja undir Sosi­alu deild, sigur Jens Jo­hannesen, at har er ein trup­ul­leiki, at Vágs Býráð hevur ikki somu málsøki undir Sosialu nevnd, sum Tvør­oyrar Býráð hevur. – Eitt nú eru dagrøkt og barna­ansing sosialmál á Tvøroyri, men mentanarmál í Vági. Eisini hetta var eisini ein samráðingarspurningur. Men hevði tað størri týdn­ ing at arbeiða skjótt, heldur enn at finna semju? – Vit hava ikki arbeitt so skjótt. Vit hava havt góða hjálp og vegleiðing frá Bergi Berg, sum hevur arbeitt í longri tíð fyri at finna ein leist, sum øll kunnu góðtaka. Og um eg havi skilt tað rætt, nýtir Vágs Býráð henda sama leistin, nú teir skipa sína egnu deild, so ring­ur hevur hann ikki verið kortini.  Jens Johannesen sigur, at Bergur Berg hevur gjørt eitt sera professionelt arbeiði. – Hann hevur snikkað ein sáttmála til, sum kundi ver­ið til gleði fyri allar partar. Hetta var lættasti mát­in, og hann valdu vit. Vit hava samráðst um hetta, men vit kunnu heldur ikki samráðast í allar ævir. Men Jens Johannesen sig­ u­r, at hóast talan nú verð­ur um tvær sosialar deild­ir í Suðuroy, er onki til hindurs fyri, at tær kunnu samansjóast til eina felags deild seinni. – Tað hevði eg avgjørt onki havt ímóti, leggur hann afturat. – Hetta er fyrstu ferð, at lond um okk­ ara leiðir gera slíka semju, sigur Løg­ maður Millumlandasemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er ein merkisverd semja. Tað sigur Jóannes Eides­ gaard, løgmaður, eftir at hann seinnapartin í gjár skriv­aði undir fundarsemju um, hvussu landgrunnurin uttan fyri 200 fjórðingar norðan fyri Føroyar skal být­ ast ímillum Føroyar , Noreg og Ísland. Løgmaður undirskrivaði avtaluna saman við Per Stig Møller, uttanríkisráðharra í Danmark, Valgerð Sverris­ dóttur, uttanríkisráðharra í Íslandi og Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharra í Noregi. Semjan varð undirskrivað í New York, har tey øll eru stødd í sambandi við aðal­ fundin hjá ST. – Semjan er merkisverd, tí hetta er fyrstu ferð, at lond um okkara leiðir gera slíka semju um landgrunsbýti utt­ an fyri 200 fjórðingar, sigur. Hann sigur, at hetta fer at gera tað lættari hjá øll­ um trimum pørtum at gera ætlanir um, hvussu hesi havbotnsøki skulu gagn­ nýtast í framtíðini. Hvønn beinleiðis týdning hetta kemur at fáa, er torført at siga nakað um enn. – Men vit minnast, tá ið danir og norðmenn sam­ ráddust um norðsjónum og har danir vóru kanska í so gávumildir, tí teir mettu, at økið hevði onki virðið kort­ ini. Tað angra teir kanska í dag, tí í tí partinum av Norð­ sjónum, sum teir góðvilliga góvu frá sær til norðmenn, eru stórar nøgdir av olju og gassi funnin síðani. Ein avgreiðslu­ spurningur Eftir havrættarsáttmálanum hjá ST eiga øll strandarríki rætt til landgrunn út á 200 fjórð­ingar. Summi lond kunnu tó kanna sær størri land­grunn, kunnu tey skjal­ prógva, at landgrunnur teirra veruliga røkkur út um 200 fjórðinga markið. Hendan møguleika troyta Føroyar/Danmark í hesum føri. Norðan fyri Føroyar kunnu – umframt Føroyar/Danmark – eisini Noreg og Ísland kanna sær landgrunn uttan fyri 200 fjórðingar. Væntanti kannar hvørt landið sær størri øki, enn hini kunnu loyva, og tí mugu tey seta markið sínámillum. – Við semjuni, sum nú er undirskrivað, binda Føroyar/ Danmark, Ísland og Noreg sær at krevja hvør sín ávísa part av hesum økinum, tí ið tey fara til ST við mál­in­um. Landgrunsnevndin hjá ST metir so um próvførslurnar og ásetir endaliga markið. Men tá ið londini framm­ anundan eru samd, verður við­ gerðin í ST bara mett at vera ein av­­greiðslu­spurningur, sigur Løg­maður. Hann sigur, at nú londini hava gjørt eina avtalu, má málið sigast at vera endaliga avgreitt, hóast tað er ST, sum formliga avgerð málið. – Men heldur land­gruns­ nevnd­in hjá ST, at onkur partur av hesum øki er ikki land­grunnur, má viðkomandi land sleppa hesum øki, sigur Løgmaður. Hann sigur, at heldur nevnd­in, at eitt av londunum hevur ikki rætt til omanfyri nevndu víddir, verður part­ urin hjá hesum landi mink­ að­ur til tað, sum nevndin kann góðtaka, og avlopið verð­ur lutað millum hini bæði londini. Nú er eitt stórt økið í ein útsynning úr Føroyum, sum Ísland, Føroyar, Bretland og Írland gera krav uppá. - Samráðingar eru um tað økið, men tað, at hendan semjan er fingin til vega, kann kveikja partarnar til eisini at finna semju um tað økið eisini, leggur Jóannes Eidesgaard afturat. 111.500 ferkilometrar Tann havbotnur, ið londini hava gjørt avtalu um, røkkur út á 350 fjórðingar úr Før­ oy­um, Íslandi, Jan Mayen og Noregi. Øki er einar 111.500 ferkilometrar stórt og eftir avtaluni, fáa Føroyar 27.000 ferkilometrar, Íslandi fær 29.000 ferkilometrar og Noregi fær 55.500 fer­kilo­ metrar. Løgmaður undirskriva merkisverda semju Hetta er so økið, sum alt snýr seg um. Økið, sum nú er nýtt sundur, er tað, sum er innanfyri fýrakantin. Økið ímillum A,B,C og F er tað, sum Ísland fær tillutað, F,C,D og E er tað, sum Føroyum verður tillutað og tað størsta økið er so tað, Sum Noreg fær í sín lut Vágbingar sluppu at seta síni fingramerki – Tað var ikki vilji úr Vági at finna semju, tí Vágs Býráð føldi, at tað misti ov nógv av sínum myndugleika. Men hetta var tann smidligasta loysnin, sigur Jens Johannesen, formaður í sosialu nenvd hjá Tvøroyrar Býráð