Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 182 - 21. september 2006 tíðindi Í døgunum, 20.-25. september, fær Konsertfelagið for­ vitnisliga vitjan úr Russlandi. Talan er um harmoniku­ snillingurin, Oxana Lisowaja, sum kemur til Føroya. Hon fer at hava tvær konsertir, og eisini verður ein workshop við limum úr Harmonikufelagnum Í skrivandi løtu ljóma fløvandi tónar úr Miðlahúsinum. Oxana situr og spælir vakran russiskan fólkatónleik í Miðlahúsinum, og lat tað verða sagt beinanvegin: Oxana er eitt flogvit á ljóðførinum. Oxana Lisowaja spælir á ljóðføri, bayan, sum er ein russisk konsert-harmonika, ið tónleikaliga hevur fleiri møguleikar enn harmonikan, vit vanliga kenna. Hóast kalngurin minnir um tann vit kenna, so er ljóðføri størri, og hevur eitt øðrvísi skap. Bayan´in hjá Oxanu vigar heili 17 kilo – og hvørt kilo ljóðar himmalskt. Á Føroyavitjanini fer Oxana at framføra kend klassisk løg, sum hon hevur lagt tilrættis fyri hennara serliga ljóðføri. Eisini fer hon at framføra ungverskar dansir, russiskan og annan fólkatónleik. Fríggjakvøldið, 22. september klokkan 19.30, verður konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og sunnu­dagin, 24. september klokkan 16, ver›ur konsert í Norður­ landahúsinum. Workshop-dagurin verður leygardagin, 23. september, og hesin verður í Læraraskúlahøllini frá klokkan 14-17. Oxana fer at hava workshop saman við føroyska harmonikufelagnum, og her eru øll vælkomin at lýða á - ókeypis. Atgongumerki til konsertirnar kosta 80 krónur, og tey kunnu keypast við dyrnar. Skúlanæmingar hava ókeypis atgongd. Mikudagin í síðstu viku var ein spennandi klassisk konsert í Miðlahúsinum. Talan er um ein klassiskan kamarbólk, sum hevði sína debut- konsert. Heilt fitt av fólkið var savnað til konsertina. Konsert Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Biedermeier Trio er nýtt framtak í føroyskum tón­ leikalívi, ein lítil, klassiskur kamarbólkur, sum spælir upp á floytu, fiól/bratsj og gittara. Hetta bland av ljóðførum var ógviliga væl lýtt sum serenadutrio á døgum Beethovens og Schuberts. Vit kenna Bo Isholm sum leiðara á Tórshavnar Musikkskúla, men hann er eisini virkin tónleikari. Hann spælir klassiskan gittar, og saman við einum russa og einum usbeka mannað tey “Biedermeier Trio”. Ljóðførini eru gittar, fíol/bratsj og floyta. Konsertin í Miðlahúsinum var fyrsta veruliga konsertin hjá hesi trio. - Vit hava spælt til ymisk tiltøk áður, men ongantíð hava vit spælt eina heila konsert. Sostatt var hetta eitt sera spennandi kvøld fyri okkum. Ein tráan eftir einum friðarligum lívið Tónleikurin hjá Biedermeier Trio er fyrst og fremst sokallaður “Biedermeier” tónleikur. Men hvat er tað fyri nakað? - Fyri at greiða frá hvat ið Biedermeier tónleikur er, so má eg siga eitt sindur um søguna. Biedermeierskeiðið er frá 1814 til 1848. Hetta er eitt tíðarskeið sum liggur millum tvey ymisk kríggj. Franska kollveltingin og eftirfylgjandi Napoleums­ kríggið er yvirstaðið, og fólk eru veruliga troytt av kríggið. - Biedermeier var ein fik­tivur persónur, sum upp­ traðkaði í eini avís. Avísin var av satiriskum slag, sum viðgjørdi samfelagslig viðurskifti. Í hesi avís hevði Biedermeier yrkingar, og hesar yrkingar fangaðu andan, sum búði fólkinum í Eysturríki og Týsklandi. Yrkingarnar snúði seg eina­ mest um rættin og longsul­ in eftir einum friðarligum lívið, góðum mati o.s.fr. Og hetta setti líkasum fer á eitt tíðarskeið, sum vit í dag rópa fyri Bieder­ meier tíðarskeiðið Bieder­ meier tíðarskeiðið kom ikki bara til sjóndar í tí tónlistarliga, men eisini í øðrum handverkið. Vit tosa um Biedermeier møblar, Biedermeirer arkitektur o.s.fr. - Og eins og andin var í fólkinum, so var tónleik­ urin ein tráan eftir einari friðarligari tilveru. Tískil er tónleikurin úr Biedermeier tíðarskeiðum einfaldur, íoyrafallandi og melidiøsur, greiður Bo frá. Serstøk samanseting Men hví fer ein tónleika­ bólkur í 2006 at spæla somikið gamlan tónleik? Sambært Bo Isholm, er tað ikki heilt vanligt at hoyra eina tílíka instrumentella samanseting, sum tann hjá Biedermeier Trio. Tað eru ikki so nógvar trio´ir sum eru mannaðar av gittar, fíol/bratsj og floytu longur. Og tað verður heldur ikki skrivað so nógv av tónleiki fyri slíka samanseting meira. Men í Biedermeier tíðarskeiðum var hópin av tónleiki skrivaður fyri tílíka tónlistarliga samanseting. - Vit hava spælt saman í hálvtannað ár. Tískil hava vit leita eftir tónleiki, sum er skrivaður fyri júst okkara samanseting. Og vit sóu skjótt, at tað ikki er so nógvur nútímans tónleikur, sum verður skrivaður fyri gittar, fiól/bratsj og floytu. Men í Biedermeier tíðarskeiðum skrivaðu tey nógvan tónleik fyri hesa samansetingina, so tað var bara natúrligt, at vit valdu at hava hetta slag av tónleiki sum eina kjarnu. - Men tá tað er sagt, so skal eg vísa á, at vit eisini spæla annan tónleik. Bæði eldri og yngri. Men tað er Biedermeierskur tónleikur, sum er okkara kjarnu- um­ráði, greiður Bo frá. Miðlahúsið er framúr Bo greiðir frá, at teimum dámdu stak væl karmarnar fyri konsertina. Hann greið­ ur frá at Miðlahúsið riggar væl til tílík tiltøk. - Eg havi áður verið til konsertir í Miðlahúsinum, og eg havi altíð verið væl nøgdur við umstøðurnar. Tískil var tað natúrligt, at vit valdu Miðlahúsið sum karm um okkara fyrstu konsert. Og tað er onki at dylja yvir, at vit eru stak væl nøgd við Miðlahúsið. - Har er ein avbera góður aukustikkur í hølunum. Eg haldi at tann góði auku­ stikkurin kemur av tí gamla trænum, sum er í húsinum, og hetta gevur okkum sum spæla, sera góðar sømdir. Eisini eru hølini so eina­ standandi hugnalig, sigur Bo Isholm. - Tað er eisini gott, at har er ein lítil opin køkur, soleiðis at vit kundu gera ein drekkamunn til áhoyr­ ararnar í steðginum. Hetta hugnaði um løtuna hjá okkum øllum, sum vóru í Miðlahúsinum miku­kvøld­ ið. Hvat er nú á skránni hjá Biedermeier Trio? - Sum sagt, so var hetta okkara fyrsta veruliga kon­ sert. Nú hava vit gjørt tveir faldarar, sum vit nýta til at marknaðarføra okkum við. - Vit eru í løtuni í sam­ ráðingum við ymiskum støð. Vit bjóða okkum fram til fyritøkur, stovnar, feløg o.s.fr. at spæla til ymisk tiltøk hjá teimum. Eisini vilja vit fegin spæla til nógv ymisk tiltøk. Eitt nú spældu vit leygardagin til eitt brúdleyp í Leirvík fyri 350 fólkum. Mær hevur altíð dámt so væl, at spæla til tiltøk, har ið fólk er savnað frammanundan. Altso tiltøk har ið vit eru partur av einum øðrum tiltakið. Væleydnað klassisk konsert í Miðlahúsinum Oxana: Russiskur harmonikuleikari vitjar